Tíðindi

Góð inniluft í skúlastovuni er alfa og omega

Tað sigur Anna Thomsen, sum er útbúgvin byggiteknikari og orkuverkfrøðingur og hevur servitan á økinum. Hon ivast ikki og heldur, at eitt gott umhvørvi við frískari inniluft er ein fortreyt fyri læring og minkar munandi um vandarnar fyri sjúku og fráveru.

04.09.2024

- Lærarin kann vera tann besti av øllum, men um umstøðurnar í skúlastovuni ikki eru nøktandi, fáa næmingarnir ikki tað burtur úr undirvísingini, ið teir áttu at fingið. Tí er tað púra avgerandi, at luftin er frísk og rein, og at luftað verður út við jøvnum millumbilum, helst eina ferð um tíman og serliga, um eingin ventilatión ella útluftingarskipan er í skúlastovuni ella um hon virkar illa, sigur Anna Thomsen. 

Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen, segði við Skúlablaðið hin 16. januar, at stórar kanningar vísa, at samband er millum inniluftina og tað, sum næmingarnir læra, og inniluftina og talið av sjúkradøgum.

Hesum stuðlar Anna Thomsen.

- Tey flestu vita og munnu hava kent á egnum kroppi, at vit gerast dovin og dølsk, um luftin er slavin. Og eru soppar og svampar í bygninginum, fer tað eisini út í luftina, og tá er stórur vandi fyri, at vit kunnu gerast ovurviðkvæm ella sjúk, sigur hon.

Hon minnir á, at heilsan er ikki at spæla við. Dømi eru úr øðrum londum um fólk, sum eru vorðin óarbeiðsfør í longri tíð sum beinleiðis avleiðing av vánaligum inniviðurskiftum á arbeiðsplássinum.

Anna Thomsen sigur, at er útluftingarskipanin í lagi og virkar, sum hon skal, átti tað í flestu førum at verið nóg mikið, tí tá tryggjar skipanin, at luftin verður reinsað.

Men um nú eingin útluftingarskipan er í skúlastovuni, ella skipanin virkar illa, hvørji eru so ráðini til at taka? 

- So er at fáa øll út úr skúlastovuni, næmingar og lærarar, og lata vindeygu og hurðar upp á víðan vegg og lufta út í einar fimm til tíggju minuttir. Tá gerst trekkurin so mikið nógvur, at tað reinsar luftina, og frísk luft streymar inn í skúlastovuna, sigur Anna Thomsen.

Eitt er, hvat skúlin, lærarar og næmingar kunnu gera. Hvør sær og í felag. Nakað annað er,  hvørjum standi bygningurin, har skúlin húsast, er í. Ofta kann munur vera á gomlum skúlabygningum og teimum nýggju.

Men seinastu árini hava víst, at trupulleikar meira enn so kunnu vera í nýggjum bygningum, sum leka illa, ella har onnur viðurskifti av stórum týdningi ikki eru í lagi.

- Eg ræðist prátið um skúlabygningar og almennar bygningar í heila tikið, tí ofta hoyra vit søgur um silvurfiskar, sum detta undan loftinum og niður í skúlataskur hjá børnum. Tá kunnu vit av røttum seta spurnartekn við, hvør orsøkin er, og hví tað man vera so, sigur Anna Thomsen.

Brot úr samrøðu, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 2, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni