Tíðindi
04.08.2023
Norska netsíðan ung.no er ein síða, har børn og ung finna upplýsingar og kunnu seta spurningar um fyribyrging, rúsevni, familju og vinir, skúla, harðskap og ágang – og annað. Serfrøðingar eru partur av netsíðuni og tryggja, at allar upplýsingar, sum eru at síggja á síðuni, eru rættar. Netsíðan hevur eisini eina kjatt-tænastu.
Kann veita skjótari hjálp til teirra, sum stríðast
Tá ið granskarar frá Sintef og Universitetinum í Oslo (UiO) arbeiddu við granskingarverkætlanini Social Health Bots, sum hevur til endamáls at finna nýggja talgildar loysnir fyri at hjálpa ungum við mentalum avbjóðingum, fingu teir eitt hugskot: Hvat um tey kundu finna eyðkenni um tunglyndi í tekstum, sum ung skriva? Svarið vísti seg at vera, at tað ber til.
Sambært tølum frá heimsheilsustovninum WHO er tað nevniliga meiri enn 300 milliónir fólk, sum verða rakt av tunglyndi – í øllum heiminum. Arbeiðið, sum Sintef-granskarin gekk á odda fyri, er nú almannakunngjørt í vísindaliga tíðarritinum Neural Computing and Applications.
Við hjálp frá algoritmum hava granskarar eyðmerkt tekn um tunglyndi við at greina, hvat tey ungu skriva á ung.no.
– At finna fram til tunglyndi við at brúka algoritmur kann hava við sær, at ungfólk fáa røttu hjálpina nógv skjótari enn tey fáa í dag. Hetta er ein loysn, sum kann verða sett í verk í heilsutilboðum í framtíðini, sigur Petter Bae Brandtzæg, sálarfrøðingur og granskari á Sintef og UiO.
Mál, orðaval og forteljingar avdúka
Kim Kristoffer Dysthe, lækni á UiO, hevur leingi arbeitt við ungfólki og sálarheilsu, og hann hevur eisini verið við í verkætlanini.
– Tað er rættiliga umráðandi, at ein slík loysn vendir sær til teirra, sum hon er ætlað. Tí hava vit hugt at orðunum og setningunum, sum ungfólk brúka, og ymsum mynstrum í samskiftinum. Síðan hava vit sett hesi saman við tí, sum nágreinar tunglyndi sum diagnosu, sigur læknin, sum eisini hevur eina bakgrund í málfrøði.
Sambært Dysthe samsvara orðini og setningarnir, sum ungfólkini brúka at lýsa tað, tey stríðast við, sera væl við diagnosulýsingina. Hesir manualarnir eru ein háttur at bólka sálarligar líðingar, og teir verða brúktir í viðgerð og gransking av sálarligum sjúkum.
– Tá ið ung seta spurningar á ung.no, siga tey vanliga frá eini gongd, sum byrjar við nøkrum royndum, sum tey hava gjørt sær. Tey lýsa hendingar, sum koma fyri nú og sum útloysa ymiskar tankar um støðuna, og at enda ymiska atferð ella eyðkenni, sum hetta hevur ført við sær. Hetta eru lýsingar, sum nógv kenna aftur og sum eru tekn um tunglyndi, sigur læknin.
Og slíkir tekstir eru væl egnaðir í dátuforritum, sum eru gjørdir við eftirgjørdum intelligensi, ið hava til endamáls at kenna aftur eyðkenni um tunglyndi. Vanlig tekn um tunglyndi er at vera kedd/ur, at missa áhugan fyri ymsum, trupulleikar við at hugsavna seg, møði og at vera illa til passar og illa uppløgd/upplagdur, sjálvt tankar um sjálvmorð. Men teknini eru ikki altíð so greið: Mál, orðaval og forteljingar kunnu avdúka tekn um tunglyndi.
Ein sárbarur bólkur
Tá ið talan er um tunglyndi, eru ungfólk ein sárbarur bólkur. Ungdómstíðin er eitt ógvuliga týdningarmikið tíðarskeið, tá ið talan er um at menna kensluligar vanar og mentala heilsu. Kensluligir vanar er alt frá svøvnvanum, regluligari venjing, førleikum at loysa trupulleikar, samskifti við onnur og annað. Tað at fáa sosialan stuðul er sera umráðandi hetta tíðarskeiðið, Millum 10 og 20 prosent av ungfólkum hava mentalar trupulleikar ungdómsárini, og tey flestu verða ikki diagnostiserað og fáa tí ikki viðgerð.
Eftirgjørdur intelligensur eyðmerkir mynstur
Zia Uddin hevur í nógv ár arbeitt við eftirgjørdum intelligensi og algoritmum. Hann sigur, at arbeiðshátturin, sum er brúktur, er djúp læring (Deep Learning» ein undirbólkur av maskinlæring). Hetta er ein kendur háttur í fakinum maskinlæring ella sokallaður eftirgjørdur intelligensur.
– Í hesi verkætlanini hava granskarar brúkt eftirgjørdar intelligentar algoritmur fyri at kenna orð og setningar aftur umframt samanhang, sum hendan. Nú kann skipanin kenna tekn aftur, sum vísa til tunglyndi og dapurt sinni, og hetta letur upp fyri at menna eina talgilda loysn, sigur Uddin.
Tá ið algoritmur verða vandar, verða tær bidnar um at leita í nógvum postum, sum snúgva sum annað enn tunglyndi. Tekstirnir eru allir dulnevndir.
Brandtzæg sigur, at Social Health Bots-verkætlanin er partur av einum størri átaki, sum hevur til endamáls at veita hjálp til sjálvhjálp, tá ið talan er um sálarheilsuna ætlað børnum og ungum.
– Vit síggja, at tey eru fleiri, sum fáa eitthvørt sálarligt at stríðast við, serliga ung, og hetta gjørdi seg eisini galdandi undir heimsfarsóttini. Viðgerðarskipanin er undir stórum trýsti, og tí royna vit at skipa onnur tilboð, sum eru lættari og skjótari at koma framat, sigur Brandtzæg.
Góðar upplýsingar og skjótt svar týdningarmikið
Bæði Brandtzæg og Dysthe eru samd um, at skjót hjálp og tillagað hjálp til hvønn einstakan er avgerandi. Onkuntíð kann tað vera nóg mikið hjá ungfólki at fáa at vita, at tað er vanligt at fáa tunglyndi, at nógv eru í somu støðu, at tað ber til at fáa viðgerð, og at í allar flestu førum gongur tað yvir, um tú fært hjálp.
– Tað er umráðandi at leggja áherðslu á, at henda hjálpin á ongan hátt eigur at koma í staðin fyri hjálp frá heilsuverkinum, men er ein loysn, sum kann verða brúk fyri at fáa skjótari hjálp í fyrsta umfari, til at fáa upplýsingar og til at heita á tey, sum eru í málbólkinum, um at søkja sær hjálp hjá lækna ella sálarfrøðingi, sigur Dysthe.
– Tað, sum hevur størst týdning, er at geva ungdólminum vón og at siga við tey, at tey kunnu fáa hjálp til tað, sum tey stríðast við.
Kelda: forskning.no