Tíðindi

Granskarar eyguni við 1250 børnum í 14 ár

Granskarar fara at fylgja børnunum, frá tey byrja í barnagarði, til tey gerast 18 ár. Tey verða kannað í lesing, skriving, máli, støddfrøði og sosialari menning.

20-01-2023

Í ár fara granskarar frá fimm norskum universitetum undir eina umfatandi verkætlan at kortleggja førleikar hjá børnum.

– Útbúgvingarmyndugleikarnir í Noregi hava leingi eftirlýst fleiri slíkar kanning, sigur Håkon Kavli, deildarstjóri í útbúgvingarmálaráðnum.

Børn eru ymisk og mennast ymiskt. Summi læra skjótt at tosa, men tey kunnu menna fínmotorikkin seint. Onnur kunnu hava ilt við at læra sosialu førleikarnar í rolluspæli, men samstundis vera skjót at tosa.

Vilja skilja gongdina

Ein nýggj stór kanning hevur sum endamál at fáa størri innlit í hesar natúrligu munirnar. Verkætlanin eitur SpedAims Kohort, og hon fer at fylgja umleið 1250 børnum úr øllum Noregi síðstu tvey árini í barnagarðinum og síðan allan vegin upp, til tað er liðugt í skúlanum sum 18 ára gomul.

Tað er tann nýstovnaði granskingarmiðdepilin SpedAims, sum ger kanningina, og tað verður Øistein Anmarkrud, professari, sum fer at hava ábyrgdina av verkætlanini. Hann er professari í sernámsfrøði við Universitetið í Oslo.

– Vit eru áhugað í at fylgja menningini hjá barninum í máli, skriving, lesing, støddfrøði og sosialum førleikum í eitt tíðarskeið. Vit vita, at tað eru stórir munir í, hvussu børn ogna sær hesar førleikarnar. Fyri at skilja menningina hava vit brúk fyri upplýsingum um, hvussu eitt stórt tal av børnum mennast. Eldri kanningar í Noregi hava vanliga fatað um lutfaltsliga fá børn, og tí eru niðurstøður í slíkum kanningum ikki nóg álítandi, sigur hann.

Alt landið

Síðsta heyst fingu børn um alt Noreg, sum eru fødd í 2018, og familjur teirra innbjóðing at vera við í verkætlanini. Málið er at hava 1250 børn í aldrinum 4 ár við.

– Flestu kommunurnar og barnagarðarnir, sum vit hava verið í sambandi við, hava tikið væl ímóti at taka lut. Tá ið avtornar eru tað foreldrini, sum skulu samtykkja, at barn teirra er við, sigur Anmarkrud.

Tørvur á meiri vitan

At skilja menningina hjá børnum kann vera avgerandi fyri at skapa góðar skúlar og barnagarðar. Tað eru nógvar kanningar, sum hava tikið støði í, hvussu børn menna mál- og lesiførleikar, men sambært Anmarkrud hava vit hinvegin ov lítla vitan um menningina hjá børnum av støddfrøðiligu og sosialu førleikunum.

– Flestu kanningarnar av hesum slagi eru gjørdar í londum, har tað verður tosað enskt, og vit vita fyribils lítið um, hvussu vit kunnu flyta hesa vitanina til okkara egnu viðurskifti, sigur hann.

Byrja í barnagarðinum

1250 børn býtt sundur í 20 norskar kommunur skulu taka lut í verkætlanini, og kortleggingin byrjar longu, tá børnini eru fýra ára gomul. Fyri smáforeldur kann hetta sýnast ófrættakent og álvarsamt, men Anmarkrud leggur dent á, at børnini vera í góðum hondum.

– Kortleggingin fer at verða gjørd av granskingarhjálparfólki, sum eru von at arbeiða við børnum, og sjálv kortleggingin inniheldur spælikent virksemi, sum børn vanliga halda er stuttligt, sigur Anmarkrud.

Unikt í norskum høpi

SpedAims granskingarmiðdepilin var settur á stovn í 2021 og er fíggjað av Granskingarráðnum. SpedAims Kohort er ein sokallað longitudinell observasjónskanning. Hetta er ein av sjey stórum kanningum, sum depilin setir í gongd. Ein slík kanning hevur við sær, at fylgt verður við somu børnum í fleiri ár.

– Á henda hátt fáa vit til vega góðar og neyvar upplýsingar um menningina hjá teimum, sum taka lut, og tað verður tí møguligt at gera kanningar av, hvørji viðurskifti og umstøður hava ávirkan á menningina og læringina hjá børnum í eitt drúgt tíðarskeið. Eftir ætlan verður fylgt við børnunum síðstu tvey árini í barnagarðinum, allan grundskúlan og síðan tvey tey fyrstu árini í miðnámi. Í norskum høpi er hetta sera forkunnugt dátutilfar, sigur Anmarkrud.

Stór samstarvsverkætlan

Børnini, sum vera við í verkætlanini, fáa vitjan av granskingarhjálparfólkunum eina ferð um árð fyri at staðfesta førleikar um lesing, skriving, mál og støddfrøði. Hesi úrslitini verða seinni sett upp ímóti úrslitum í landsroyndum og endaligum próvtøkum í skúlanum.

Foreldur fara eina ferð um árið at fáa spurnablað, har tey verða spurd um málsliga bakgrund, lesi- og miðlavanar heima og menningina hjá barninum umframt sosialu førleikarnar. Starvsfólk í barnagarðinum, og seinni í skúlanum, fáa líknandi spurnablað.

– Hetta er umfatandi arbeiði, sum vit eru farin undir, tí granskingarumhvørvi í fimm universitetum skulu samstarva upp á tvørs av øllum landinum, sigur Anmarkrud.

Børnini, sum taka lut í kanningini, skulu vera við, til tey gerast 18 ár. Anmarkrud er spentur uppá, hvat fer at koma undan kavi hetta drúgva tíðarskeiðið.

– Vit fara at almannakunngera ymiskt so hvørt við koma á leið í verkætlanini, sigur hann.

Eftirlýst gransking

Útbúgvingarmyndugleikarnir í Noregi hava leingi eftirlýst fleiri kanningar í útbúgvingargransking, sum kannar menning og broyting yvir nógv ár.

– Vit arbeiða við at leggja til rættis gransking og fyri at skapa góð kor fyri ymiska útbúgvingargransking. Vit arbeiða eisini við at finna loysnir fyri ymsar gransking og evnisarbeiði innan útbúgving, og har síggja vit, at tørvur er á fleiri upplýsingum, sigur Håkon Kavli, deildarleiðari í Útbúgvingarmálaráðnum.

Eitt av høvuðsmálunum í arbeiðinum hjá SpedAims er at gera dygdina í sernámsfrøðiligu granskingini í Noregi betri, og depilin hevur í fyrsta umfari fingið fígging í fimm ár.

Stórir spurningar

SpedAims Kohort hevur sum mál at svara trimum stórum og týðandi spurningum:

1. Hvat eyðkennir menningina hjá børnum, tá ið talan er um mál, lesing, skriving og støddfrøði umframt sosialar og kensluligar førleikar?

Hvørji viðurskifti gera seg tíðliga galdandi, tá ið talan er um at fáa trupulleikar við støddfrøði og orðblindi?

3. Hvørji amboð, sum eru til, eru best at kortleggja børn, sum hava ella eru í vanda fyri at menna trupulleikar seinni á ymsu økjunum?

Síðsta heyst settu universitetini seg í samband við luttakarar, og granskingarhjálparfólkini fingu upplæring. Og í januar í ár byrjar sjálv dátuinnsavninin.

 

Kelda: forskning.no

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.