Tíðindi

Gott fyri yngstu næmingarnar at læra bókstavirnar tíðliga

Næmingar í fyrsta flokki, sum læra allar bókstavirnar á heysti í fyrsta flokki, koma fyrr í gongd við at lesa og skriva.

30.07.2020

Undirvísingin í innskúlingini er síðstu árini broytt nógva staðni í Noregi. Støðugt fleiri lærarar eru farnir at brúka nógva tíð at læra næmingarnar í fyrsta flokki stavraðið skjótt og tíðliga, eitt nú við at næmingarnir læra tveir ella fleiri bókstavir um vikuna yvir eitt stutt tíðarskeið. Tað, sum liggur aftan fyri hesa hugsanina er, at lærir tú bókstavirnar tíðliga í skúlagongdini, sleppur næmingurin undir at lesa og skriva fyrr enn áður. Tað vil við øðrum orðum siga, at næmingar kunnu lesa tekstir, so sum barnabøkur, smærri bøkur í ymiskum torleikastigi og tekstir ætlaðir børnum. Teir kunnu eisini fara í holt við skriviuppgávur, har teir skriva hugskot, meiningar, søgur ella ymiskt, ið teir hava upplivað.

Ein nýggj kanning, sum Lesisentrið í Stavanger hevur staðið fyri, vísir, at lærarar, sum miðvíst fara undir at læra næmingar sínar bókstavirnar eftir stuttari tíð, ikki leggja seg eftir at seta meiri tíð av til, at næmingarnir lesa og skriva sjálvir fyrsta hálvárið í fyrsta flokki, samanborið við lærarar í flokkum, sum brúka drúgvari tíð at læra næmingarnar bókstavirnar. Tað undrar granskararnar.

– Vit høvdu eina hypotesu um, at næmingar í flokkum, sum læra bókstavirnar skjótt og tíðliga, lósu og skrivaðu meiri um somu tíð, sum teir lærdu bókstavirnar, tí tað er kent, at tað hevur nógvar fyrimunir. Men vit hava ikki funnið dømi um hetta, har vit hava verið, sigur Sunde.

Hon minnir á, at bókstavirnir í sjálvum sær ikki eru áhugaverdir. Tað er tá teir verða brúktir, at samskifta við, at teir hava virði.

– Vit mæla til, at lærarar geva næmingunum góðar og meiningsfullar skriviuppgávur um somu tíð, sum teir læra bókstavirnar. Tað hevur virði í sjálvum sær fyri næmingarnar og er eisini ein góður máti at læra at skriva og lesa, sigur Sunde.

Kanningin vísir, at næmingar í flokkum, sum læra bókstavirnar skjótt, brúktu minni tíð at arbeiða við ymsum stakførleikum fyri jól, so sum: ”Hvør bókstavur manglar? Fyll út” í einum arbeiðshefti, ella at teir vandu at skriva einfaldar bókstavir á reglur í einum hefti.

Eftir jól arbeiddu næmingarnir við meiningsfullum skriviuppgávum. Tó var eingin munur í tíðini, sum næmingar brúktu til at lesa sjálvir í flokkum, sum lærdu bókstavirnar skjótt, samanborið við teir, sum lærdu bókstavirnar seinni.

– Tað merkir, at vit hava funnið ein týðandi samanhang millum progressión í bókstavalæringini og tíðini, sum var brúkt til skriving hjá næmingunum annað hálvár í fyrsta flokki. Altso, jú fyrr lærararnir søgdu, at teir høvdu lært næmingarnar allar bókstavirnar, jú meiri tíð brúktu teir til at læra næmingarnar at skriva eftir einari viku, sigur Sunde.

Dáturnar hava granskarnir savnað inn gjøgnum spurnabløð.

Kelda: forskning.no

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.