Tíðindi

Gott fyri umhvørvið í skúlanum, at næmingar fáa ókeypis mat

Samanhaldið millum næmingar verður betri, um næmingar fáa ókeypis mat í skúlanum.

25.11.2022

– Eg kann ikki siga, at bara tað at næmingar fáa ókeypis mat í skúlanum, so læra teir betri, men ein felags máltíð í skúlanum virkar við til eitt betri skúlaumhvørvi og góðar matvanar.

Tað sigur Kristine Engebretsen Illøkken. Hon hevur nýliga hevur skrivað doktararitgerð um evnið við Universitetið í Agder (UiA).

Ritgerðin hjá henni snýr seg millum annað um, á hvønn hátt ókeypis matur í skúlanum kann vera við til at gera næmingar betur fyri at læra og fáa betri heilsu seinni í lívunum.

Illøkken hevur hugt at royndum, sum eru gjørdar við ókeypis mati til næmingar í sætta flokki í einum skúla í Adger fylki. Royndin við ókeypis mat var framd sum partur av granskingarverkætlanini, sum eitur Skulematprosjektet við Uia skúlaárið 2014-2015.

Ókeypis matur til sætta flokk

Í eitt heilt skúlaár fingu næmingar í sætta flokki ókeypis breyð, frukt og grønmeti at eta á middegi. Áðrenn og aftan á royndarverkætlanina í 2015 skuldu næmingar og lærarar svara nøkrum spurningum. Sama kanning var gjørd við einum bólki av næmingum, sum ikki fingu ókeypis mat í skúlanum. Eitt úrval av næmingum og lærarum vóru bidnir at greiða frá royndunum við verkætlanini í 2015. Fimm ár seinni vóru aðrar samrøður gjørdar við úrval av næmingum og lærarum.

Gott fyri skúlaumhvørvið

Úrslitið av samrøðunum vísir, at næmingar søgdu frá betri samanhaldi, tá ið tey vóru partur av eini felags máltíð. Og lærararnir hildu, at felags matarsteðgir við sama slagi av mati var við til at skapa góðan sosialan felagsskap.

Lærararnir hildu eisini, at máltíðin var ein pallur fyri sosialari læring, tí teir kunnu venja við borðsið. Bæði næmingar og lærarar søgdu, at ókeypis máltíð við grovum breyði, frískari frukt og frískum grønmeti virkaðu við til gagnliga vitan um góða føðslu.

– Fleiri av næmingunum lærdu at skifta ósunnan mat út við grovt breyð, frukt og grønmeti, sigur granskarin.

Máltíð sum felagsskapur og læring

Hon undirstrikar, at tað hevur týdning í sjálvum sær, at næmingarnir sóu hini eta sunnan mat.

– Máltíð er felagsskapur, og tú lærir av hinum. Ein av næmingunum segði til dømis, at hann lærdi at eta reytt paprika, sum hann framvegis át fimm ár seinni. At næmingurin eftir fimm ár heldur fast við nýggja vanan, vísir, at ókeypis matur í skúlanum hevur týdning fyri at fáa góðar matvanar, sigur granskarin.

Her er nakrar av positivu royndunum, sum næmingar og lærarar hava gjørt sambært verkætlanini um skúlamat:

Virkar við til trivnað í skúlanum
Inkluderar allar næmingar
Styrkir sosialar relatiónir og vinaløg millum næmingar
Lærir næmingarnar borðsið
Lærir um sunnan mat og betri føðslu
Gevur betri hugsavnan

Samanhangur millum miðmála og lesiavrik

Illøkken kannaði eisini sambandið millum tað at eta miðmála og lesiavrik. Tann parturin av granskingini bygdi á eitt úrval av norðurlendskum næmingum, sum hava verið við í altjóða PIRLS-kanningini. Úrslitið vísti positivt samband millum at eta miðmála og avrika í lesing.

– Vit kunnu ikki uttan víðari siga, hvørja ávirkan tað hevur at eta miðmála í skúlanum, men eisini henda partskanningin bendir á, at tilvitaður hugburður til mat og føðslu kann hava týdning fyri, hvussu næmingurin klárar seg í skúlanum og fólkaheilsu, sigur Illøkken.

Tørvur á greiðari svarum

Granskarin sigur, at kommunum og skúlastjórum tørvar meiri vitan um tað gagnliga í skúlamati. Sama gera landsins aðrir myndugleikar.

– Sum heild bendir ritgerðin hjá mær á, at skúlamatur kann hava góða ávirkan í skúlanum og fólkaheilsuna, men okkum tørvar meiri gransking fyri at fáa greiðari svar uppá, hvat ókeypis matur í skúlanum kann hava at siga fyri einstaka næmingin og fólkaheilsuna, sigur Illøkken.

Kelda: forskning.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.