Tíðindi

Gott at øki verða noydd at samstarva um 10. flokk

- Hvussu tilboðini verða snikkað saman, og hvussu tey verða skipað, eiga økini sjálv at finna út av; einasta Mentamálaráðið eigur at tryggja sær, er, at økini verða noydd at samstarva, sigur Jóhannis Joensen, skúlastjóri í Sørvágs skúla.

17.01.2019

Verður uppskotið hjá landsstýriskvinnuni við skúlamálum at skipa sjey 10. floks eindir og at broyta minsta markið fyri ein 10. flokk til 15 næmingar, fer tað at hava við sær, at økini fara at byggja upp og samstarva um dygdargóðar 10. floks eindir, og býtið av tímum til 10. flokk verður rættvísari enn tað er nú. Tað, sum verður spart, eigur tó ikki at hvørva úr skipanini, heldur Jóhannis Joensen, skúlastjóri í Sørvágs skúla.

- Vit mugu koma burtur frá at hugsa bara um tímar, til at hugsa tilboð í staðin. So gott og fjølbroytt tilboð til næmingin sum til ber. Tað er ikki rímiligt ella rættvíst, at ein skúli við nøkrum fáum næmingum í 10. flokki fær sama tímatal, sum ein skúli við 25 næmingum. Summir av skúlunum, sum í dag samstarva um 10. flokk, fáa tímar til 5 flokkar, meðan teir hava næmingar til 3 flokkar; samstundis vita vit, at Nám X í Havn hevur tímar til næmingatalið, sum teir hava. Tað kann tykjast órímiligt.

- At samstarvið, sum fær tímar til 5 flokkar men hevur 3, missir við broytingini, nýtist ikki at merkja, at tilboðið verður verri, tí vit síggja jú á tilboðnum í Havn, at tað ber til at skipa eitt gott tilboð við tímunum, tey fáa. Í okkara øki, har vit hava lagt flokkarnar í tveimum skúlum saman til ein flokk, fer broytingin at merkja, at vit fara at fáa tímar til ein flokk í staðin fyri tveir flokkar. Sjálvandi er tað altíð keðiligt at missa tímar, men einki fer fyri skeyti av teirri orsøk. Tímar eiga ikki at verða brúktir sum kitt at fáa okkurt annað at ganga upp. Tað er trupult at fáa alt at ganga upp við teimum avbjóðingum, skúlaleiðslur hava í dag; tí er tað av stórum týdningi, at tímar, sum verða spardir í 10. flokki, verða brúktir til menning av fólkaskúlanum innan onnur øki.

Eins og flestu staðni samstarva eisini skúlarnir í Vágum um 10. flokk. Sørvágs skúla samstarvar við Skúlan á Giljanesi um 10. flokk, har næmingarnir skiftast at vera í hvørjum skúla, alt eftir hvørja breyt teir velja, og hvørjir førleikar og fyrimunir eru á staðnum. Talið á næmingum í 10. flokki í Sørvágs skúla er ymiskt frá ári til ár, í ár eru bara 3 næmingar, okkurt annað ár hevur talið verið 15 næmingar. Verður broytingin, ið landsstýriskvinnan ætlar at fremja, samtykt, fara vit frá einum sjálvbodnum samstarvi til tvungið samstarv, og tað er gott, heldur skúlastjórin í Sørvági. Hinvegin eigur Mentamálaráðið ikki at blanda seg uppí, hvussu samstarvið verður háttað.

- Hvussu tilboðini verða snikkað saman úti í økjunum, hvussu tey verða skipað, og hvør samstarvar við hvønn, eiga økini sjálv at finna út av. Mest upplagt er, at økini, sum liggja tætt uppat hvør øðrum, samstarva, eins og tey gera í dag. Í dag síggja vit nøkur øki samstarva, men tað er væl hugsandi, at tá ið tunlarnir, sum eru í gerð, eru lidnir, fara vit at síggja, at samstørvini broytast. Tað er upplagt, at økini sjálv finna út av hesum, at tey samstarva soleiðis, at hentleikar og førleikar á staðnum verða best gagnnýttir til gagns fyri so nógvar næmingar sum til ber. Einasta Mentamálaráðið eigur at tryggja sær er, at økini verða noydd at samstarva, og at tey ongar tímar fáa, um tey ikki samstarva. Annars er vandi fyri, at møguleiki verður fyri at skipa fleiri samstørv í sama øki, og tá fara skúlar at spekulera í hesum og royna at skava tímar undir seg. Okkurt árið vilja teir kanska samstarva við onkran, okkurt annað ár onkran annan; tað fer at gera skipanina sera ótrygga og tilboðið ikki nóg gott. Skal broytingin rigga, mugu vit hava 7 tvungin øki. Hvar 10. floks eindin eigur at verða staðsett, eigur als ikki at koma upp í kjakið, tí eg rokni við, at tað verður sum nú, har allir skúlarnir verða brúktir, og næmingarnir skiftast at vera í skúlunum, sum eru partur av samstarvinum. Ein eind er ikki ein fysiskur bygningur. Kommunurnar mugu eisini taka undir við skipanini, og tað gera tær sum er. Vandi er fyri, at um stórar bygnaðarbroytingar verða gjørdar, steðgar vælviljin.

Jóhannis Joensen leggur dent á, at tímarnir, sum verða spardir við ætlaðu broytingini, mugu verða verandi í skipanini.

- Tímarnir, sum verða spardir við at leggja um, eiga at verða brúktir í skipanini, bara innan onnur øki í fólkaskúlanum, t.d. tvílæraraskipan í innskúling, fleiri miðfirringstímar, at skipa javnfirraðan skala til leiðslutíðina o.a.

Tað eru kommunurnar, sum rinda fyri flutningin av næmingum millum skúlar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.