Tíðindi

Gløgt er gestsins eyga

- um skúlaleiðarans eygleiðing av læranna undirvísing. Í greinini niðanfyri skriva Andrea Michelsen og Jóhannes Miðskarð um ymsu stigini í eygleiðingargongdum, samstundis sum tey viðgera breiddina í ymiskari gransking og ástøði um skúlaleiðaranna eygleiðing.

22.10.2018

Um vit fara nógv áratíggju aftur í tíðina, vóru krøvini til ein skúlaleiðara í Føroyum, at hann/hon skuldi vera góður lærari, væl virdur í bygdini/býnum, og at hann/hon skuldi vera góð/ur at fyrisita. Tað var ikki nógv framhaldandi útbúgving, ið varð sett av til at menna førleikarnar hjá skúlaleiðarum.

So hvørt sum tíðin gekk, varð skipað fyri meira og meira útbúgvingarvirksemi til skúlaleiðsluuppgávuna. Í byrjanini vóru tað mest almennir leiðsluførleikar, ið skúlaleiðarin skuldu læra. Men seinastu árini hevur tað í øllum Evropa og í Føroyum verið sett fokus á, at skúlaleiðarin eisini skal læra at leiða sjálva kjarnuuppgávuna í skúlunum: læringina hjá næmingunum og undirvísingina hjá læraranum.

Ymiskir ástøðingar hava ymisk fokuspunkt á, hvussu skúlaleiðarin skal leiða læring. Spillane (2006) hevur víst á, at leiðsla av læring verður best fatað sum eitt samanspæl millum skúlaleiðsluna, lærararnar og støðurnar, sum eru her og nú. Dufor, Dufor, Eaker & Many (2016) og Brown & Poortman (2018) vísa á, at organisatoriskir strukturar mugu skapast, har skúlaleiðslan og lærararnir eru felags um at leiða læringina hjá næmingunum, t.d. Professionellir Lærandi Felagsskapir og Professionell Lærandi Netverk.

Í stuttum kann sigast um rákini innan skúlaleiðslu í dag, at skúlaleiðslan skal flytast nærri at læringini hjá næmingunum og undirvísingini hjá lærarunum. Ein natúrligur partur av hesum er, at skúlaleiðararnir eisini mugu fara út úr skrivistovuni fyri at fara inn í undirvísingarhølini.

Innan gransking hesum viðvíkjandi hevur fokus verið sett á, hvussu ein skúlaleiðari kann brúka eygleiðing sum amboð til tess at menna undirvísing hjá lærarum og harvið betra um læring hjá næmingum. Vit fara í hesi grein at varpa ljós á, hvat granskingin innan hetta evnið hevur at siga. Vit fara at viðgera, hvussu ein leiðari eigur at fáa eygleiðing inn í visiónina hjá skúlanum, um formliga og óformliga eygleiðing, um royndir í norskum skúla og um eina listaliga hugkveikta eygleiðing. Vit meta, at vit á hendan hátt koma runt í ymsu stigunum í eygleiðingargongdum, og at vit samstundis viðgera breiddina í ymsari gransking og ástøði um skúlaleiðaranna eygleiðing.

Visión

Amerikanski granskarin Zepeda (2013B) sigur í bókini The Instructional Leader, at fyri at fáa eygleiðing at vera ein part av mentanini á skúlunum, má skúlaleiðslan hugsa tað inn í visiónina fyri skúlan, soleiðis at øll í skúlanum vita, hvat arbeitt verður fram ímóti. Tað er týdningarmikið at hava eina mentan, sum er merkt av áliti, tryggleika og samstarvi fyri at fáa eygleiðing at rigga. Í einari sunnari skúlamentan arbeiðir skúlastjórin saman við lærarum, tey hava eina visión og eina missión í felag, tey hava næmingalæring í miðdeplinum, og tey virka í einari felags ætlan um læring fyri bæði næmingar og vaksin.

Nakrir av eginleikunum í einari visión eru, at hon skal geva íblástur umframt at vera avbjóðandi. Visiónin livir ikki í fortíðini, men vegleiðir frameftir.

At byggja eina visión fyri at fáa næmingar at eydnast og betra um undirvísingina er ein áhaldandi, hugsandi og endurtakandi gongd, ið byrjar við, at undirvísingarleiðarin finnur kjarnuvirði og sannføringar, sum motivera hann ella hana til at fara til verka. (Zepeda, 2013B, s. 14f)

Formlig og óformlig eygleiðing

Tá vit tosa um skúlaleiðaranna eygleiðing, verður skilt millum formliga og óformliga eygleiðing. Høvuðsmunurin millum hesar báðar er, at ein formlig eygleiðing er meira skipað og løgd til rættis frammanundan. Tað verður avtalaður ein fundur áðrenn eygleiðingina, har lærari og eygleiðari práta saman um ymisk viðurskifti, so sum næmingar í flokkinum og flokkin í heila tikið og blíva samdir um eitt fokusøki (Zepeda, 2013B, s. 88-89), sum bæði kann vera fakligt og ikki fakligt. Tað verður somuleiðis avtalað, nær eygleiðarin skal koma at eygleiða. Tá eitt fokusøki er valt, er tað bert hetta økið, eygleiðingin skal snúgva seg um. Tá tað snýr seg um óformliga eygleiðing, er eingin fundur avtalaður frammanundan og tískil einki fokusøki. Eygleiðarin fer, uttan at hava gjørt avtalu um tað áðrenn, inn í flokkin, og í hesum føri eru bæði eygleiðarin og lærarin ófyrireikaðir. Eygleiðarin veit til dømis ikki, hvat er á skránni fyri dagin, og lærarin veit hinvegin ikki, hvat eygleiðarin hyggur eftir.

Ein formlig flokseygleiðing varir millum 20 og 30 minuttir og onkuntíð longri. Óansæð hvussu leingi ein formlig eygleiðing varir, so krevur tað ein ráðleggingarfund áðrenn og ein aftaná.

Ráðleggingarfundurin fyri eygleiðingina gevur lærara og vegleiðara møguleika at samstarva um eygleiðingina, og hetta førir somuleiðis til ognarskap av tilgongdini. Høvuðsábyrgin hjá vegleiðaranum er at síggja viðurskifti við øðrum eygum og seta orð á tað, sum hendir í veruleikanum. Hesin fundur letur dyrnar upp til verðina hjá læraranum. Á ráðleggingarfundinum fyri eygleiðingina verða vegleiðari og lærari samdir um eitt fokusøki. Fundurin skal helst haldast innan 24 tímar fyri eygleiðingina, vera í flokshølinum, har eygleiðingin skal fara fram, hava eitt greitt fokusøki og helst eitt, sum lærarin hevur ynskt. (Zepeda, 2013B, s. 88f).

Fokusøkið fyri eygleiðingina er týdningarmikið fyri bæði lærara og vegleiðara. Fyri læraran hevur tað týdning fyri at hjálpa honum at finna eitt menningarøki, og fyri eygleiðaran fyri at vita akkurát, hvat skal eygleiðast umframt at fáa fatur á tí rætta eygleiðingartólinum (Í Zepeda (2013B) eru nógv ymisk eygleiðingartól). Lærarin velur møguliga fokusøkið út frá áhuga í onkrum ávísum. Zepera (2013) sigur, at vegleiðarin hinvegin kann vera áhugaður í at eygleiða eitt fokusøki, sum hann metir hava tørv á at verða viðgjørt. Í fyrstuni er tað týdningarmikið, at lærarin hevur størstan ræðisrætt at velja fokusøkið. Óansæð fokusøki skal tað vera realistiskt. Um fokusið er ov breitt, verður tað torført hjá lærara og vegleiðara at vita, hvørjar upplýsingar skulu fáast til vega. (ibid, s. 92)

Ráðleggingarfundurin eftir eygleiðingina er tað síðsta stigið í einari ringrás av sakligari vegleiðing, men orðið síðsta er villleiðandi, tí hesin fundurin er ein møguleiki fyri læring, sum skundar upp undir víðari vøkstur. Upplýsingar frá eygleiðingini skulu kannast og endurkannast og síðan brúkast til at fara undir avgerðir viðvíkjandi broyting av mannagongdum. Ráðleggingarfundurin gevur lærarum møguleika fyri at tosa um, rannsaka og varpa ljós á mannagongdir saman við vegleiðara. Endamálið og ætlanin við fundinum er at fáa lærararan og vegleiðaran at samstarva um at fáa yvirlit yvir og greina upplýsingar frá fokusøkinum, sum eru fingnar til vega frá eygleiðingini, at menna eina arbeiðsætlan fyri víðari vøkstri og menning grundað á tað, sum er eygleitt í flokshølinum og tosað um á fundinum, umframt at fyrireika læraran til at finna eitt nýtt fokusøki til næsta undanvegleiðingar ráðleggingarfund.

Á ráðleggingarfundinum eftir eygleiðing lurtar lærarin ikki óvirkin, meðan vegleiðarin lesur viðmerkingar, men er hinvegin virkin og endurmyndar hendingar frá flokshølinum saman við vegleiðaranum. (Zepeda, 2013B, s. 166f). Ráðleggingarfundurin aftan á eygleiðing skal vera innan 48 tímar frá eygleiðing, og eins og fundurin áðrenn eygleiðingina skal hesin fundurin eisini helst vera í flokshølinum, har eygleitt var. Fundurin skal ikki vera metandi, men hinvegin leggja upp til áhaldandi samskifti millum lærara og vegleiðara. Tíðin er týdningarmikil, tí um ov long tíð er millum eygleiðing og ráðleggingarfund, missa upplýsingarnar sítt virði, og lærarar missa motivatiónina til at arbeiða við teimum. Huglagið er ein týðandi fortreyt. Ráðleggingarfundurin eftir eygleiðingina letur hurðar upp til framtíðar samskifti og vøkstur, sigur Zepeda. (ibid, s. 171).

Fyri at fremja ein jaligan fund má vegleiðarin hava ein lættan stíl og lurta eftir tí, sum lærarin hevur at siga. Sjónarhornið hjá læraranum má merkja kjakið. Tað er á fundurin eftir eygleiðingina, at vegleiðarin kann hjálpa læraranum at síggja endamálið við sínum mannagongdum. Við royndum, toli og vilja til at stuðla kunnu vegleiðarar hjálpa lærarum til at koma eitt stig víðari við teirra menning. Málið hjá vegleiðarum er at skilja, hvønn tørv lærarin hevur á menning og saman við honum gera ætlanir um tað næsta stigið í lærutilgongdini. (ibid, s. 173-174).

Sjálvt um tað er týdningarmikið, at lærarar eru tryggir við, at skúlaleiðarin kemur á vitjan, so sigur Zepeda (2013A, s. 4), at virknir skúlaleiðarar ikki bara bíða, til teir verða bjóðaðir inn í flokshølini, teir geva sær eisini tíð til at detta inn á gólvið til eina óformliga vitjan umframt tær meira formligu og avtalaðu eygleiðingarnar við eftirmeting. Teir kanna alsamt læruumhvørvi fyri at finna út av, hvussu teir kunnu hjálpa lærarum at økja um sínar førleikar. (Zepeda, 2013A, s. 4)

At fara av skrivstovuni og inn í flokshølið at eygleiða læraran er ein týðandi háttur at æra arbeiðið hjá lærarum og stuðla teimum at mennast sum lærarar í støðugari lívslangari læring. Skúlaleiðarin, sum gerst ein vælkomin gestur í flokshølinum, verður tað við at menna ein felagsskap við læraran og ikki við at leiða og vera atfinningarsamur, sigur Zepeda (2013A), og harafturat vilja lærarar hava, at skúlastjórar ella leiðarar vitja teir í teirra flokshølum, umframt at teir ynskja at fáa uppbyggjandi afturvirkni. (ibid., s. 9).

Orsakað av støddini á nógvum skúlum er tað nærum ómøguligt, at skúlastjórin ger allar tær óformligu eygleiðingarnar. Tí er tørvur á, at onnur í leiðsluni á skúlanum eisini luttaka. (Zepeda, 2013A, s. 10).

Tað er tørvur á leiðreglum í samband við óformligar flokseygleiðingar fyri at stuðla læraralæring og –menning, og hesar reglur skulu ikki bera brá av at detta inn á gólvið og so út aftur uttan nakað samskifti aftaná. Hesin háttur av eygleiðing gevur ikki eyleiðaranum nóg mikið av tíð til at fáa eitt nóg gott og álítandi yvirlit til at fara í holt við eina grundandi samtalu.

Zepeda (2013A) sigur, at fyri at meta um undirvísing er eygleiðing tað besta amboðið. Við formligum og óformligum flokseygleiðingum fæst innlit í mannagongdir í flokkinum, undirvísingarætlan, læruvirksemi og avrikum, lesiætlan umframt samskifti millum lærara og næming. Flokseygleiðing gevur eisini lærarum eitt tekin um, at skúlastjórin ella leiðarin virðismetir teir og tað arbeiðið, teir gera. At ein skúlastjóri vísir seg í flokshølunum virkar fyri einum sunnum umhvørvi og skapar møguleika fyri áhaldandi orðaskifti, hugsan og betring av mannagongdum, heldur Zepeda. (2013A, s. 15-16).

Eygleiðing í einum skúla í Noregi

Siri Skrøvset, (2008), ið er ein norskur granskari, granskar skolevandring, sum hon hevur víðariment frá eini útgávu av The Three-Minute Classroom Walk-Through eisini kallað The Downey Walk-Through, sum er eitt leiðsluamboð, við íblástri frá management by Wandering Around. Í stuttum snýr hetta seg um, at skúlaleiðarar fara ein lítlan túr inn í flokshølið, eygleiða og viðmerkja, hvat hendir og tosa við lærararnar aftaná.

Downey Walk-Through inniheldur fimm grundleggjandi reglur: 1. Stutt, fokuserað og um somu tíð óformlig eygleiðing. 2. Møguleiki fyri hugleiðing. 3. Fokus á undirvísing. 4. Framhaldsviðgerð eftir avtalu og ikki aftan á hvørja vitjan. 5. Óformligt og samstarvsorienterað (Skrøvset, 2008, s. 16-17).

Hetta slagið av eygleiðing varir áleið 2 – 3 minuttir og er sum eitt stutt sjónband av løtuni fyri at fáa innlit í mannagongdir og avgerðir hjá lærarum. Talan er sostatt um læring hjá teimum vaksnu, ið skuldi havt jaliga ávirkan á læring hjá næmingum. Gransking vísir, at týdningurin hjá einum skúlaleiðara fyri læruúrtøkuna hjá næmingum hendir óbeinleiðis gjøgnum ta ávirkan, teir hava á lærumentanina í skúlanum og arbeiðsíløguna hjá lærarum. (Skrøvset, 2008, s. 11-13).

Verkætlanin hjá Skrøvset eitur Skúlastjórin, sum leiðari av læring í egnum stovni. Her vóru nakrar av avbjóðingunum hjá skúlastjóranum at finna tíðina til at eygleiða, at skipa eygleiðingina og at taka avgerðir viðvíkjandi, um øll skuldu eygleiðast, ella um tey skuldu byrja við nøkrum toymum. Hon vildi ikki hava, at tilgongdin fekk nakran dám av eftirliti, men legði dent á at skapa álit frá byrjan.

Hon byrjaði við at hava samrøðu við skúlastjóran og hevði síðan fund við allar lærararnar. Eftir hetta skipaði hon fyri einum ráðleggingardegi, har øll læraratoymini arbeiddu við málum og eygleiðingartreytum. (Skrøvset, s. 19ff).

Skrøvsett greiddi frá, hvussu hon hugsaði sær, at eygleiðingin kundi sameinast við málini, og at hon ikki vildi granska lærararnar, men hinvegin hava fokus á læringina hjá næmingunum.

Lærararnir blivu bidnir um at greiða frá, hvat teir ynsktu, at Skrøvset og skúlastjórin skuldu eygleiða út frá menningarmálunum, hví teir ynsktu júst tað, hvat teir hildu, at eygleiðararnar fóru at leggja merki til, umframt hvat teir roknaðu við at fáa burturúr. Lærararnir ynsktu, at eygleiðararnir skuldu hyggja eftir skriviførleikum, skrivigleði, lesiførleikum, lesigleði, upplesing v.m. (ibid. 53f).

Aftan á eygleiðingina vórðu lærararnir spurdir um, hvat var gott við eygleiðingini. Teir søgdu millum annað, at tað var gott, at eygleiðararnir løgdu dent á tað, sum var gott, og at tað var læringin hjá næmingunum, sum var í fokus og ikki teir sjálvir. Um eygleiðararnir høvdu verið bara eitt sindur negativir, so hevði tað verið tað, man hugsaði um aftaná og also ikki tað, sum var gott, søgdu teir. Hetta vísir, at sjálvt smáar og fáar negativar viðmerkingar kunnu gera, at fokusið verður flutt frá tí uppbyggjandi og á tann hátt oyðileggja læringina hjá lærarunum, sigur Skrøvset. (Skrøvset, (2008, s. 120).

Onkrir av lærarunum, sum blivu eygleiddir, søgdu, at um so var, at tað vóru teir sjálvir, sum skuldu eygleiðast, og ikki næmingarnir og læruumhvørvi, so skuldi tað ikki vera skúlastjórin, sum eygleiddi. (Skrøvset, 2008, s. 121-122)

Nakrir lærarar hildu tað vera gott, at leiðslan hevði brúkt tíð upp á at hyggja eftir teirra dagliga arbeiði, tí hetta høvdu teir ikki vanliga so góða tíð til.

Onkur annar viðmerkti, at tað var gott, at tað vóru samtalur áðrenn eygleiðingina, har fokusøkið skuldi ásetast, og at teir sjálvir kundu avgera, hvat skuldi eygleiðast. Lærararnir viðmerktu, at hetta fekk teir at kenna seg tryggar, og at tað var gott at vita, hvat varð eygleitt. (Skrøvset, 2008, s. 139)

Spurdir um hvat kundi gerast betri, nevndi onkur, at eygleiðingarnar áttu at verið longri enn 2x5 minuttir. (Skrøvset, 2008, s. 140-141).

Lærararnir hildu, at tað var gott at grunda og kjakast um tað, teir gera, og at leiðslan/ein uttanfyri standandi leggur merki til viðurskifti, sum man ikki sjálvur hugsar um.

Lærararnir vildu harafturat vita meira um, hvat hini gera, og ynsktu afturboðan beint eftir eygleiðingina, møguliga síðst á degnum.

Skúlastjórin legði ta felags eftirmetingina hjá Skrøvset og sær fram og segði, at tey høvdu fingið gott innlit í, hvussu dugnaligir lærararnir vóru, og at tað hendi nógv menningararbeiði í hesum tíðarskeiði. Umframt hetta, segði skúlastjórin, at teir sum eygleiðarar vóru ovfarnar av at síggja so nógv upp á 5 min., og at samrøðurnar áðrenn og aftan á eygleiðingina vóru týdningarmiklar. (Skrøvset, 2008, s. 63)

Listarlig hugkveikt eygleiðing

Kelehear (2008) skrivar í greinini Arts-Based Instructional Leadership: Crafting a Supervisory Practice that supports the art of teaching, at næmingar læra best frá lærarum, sum bæði megna tað tekniska og tað listfrøðiliga við læringini. Tekniskir førleikar eru millum annað floksleiðsla, undirvísingarætlan, innihaldið av vitan og hvussu undirvísing verður løgd til rættis. Tann listfrøðiligi parturin inniheldur eginleikar sum viðurskifti millum menniskju og jaligt samskifti millum næmingar, lærara og tað viðgjørda evnið. (Kelehear, 2008 s. 1)

Til at greina eygleiðing brúkar Kelehear (2008) ein myndil, sum Feldman hevur gjørt til at greina list. Feldman deilir greiningina av list upp í fýra partar, har teir báðir fyrstu partarnir greina tann tekniska partin og teir næstu tann listfrøðiliga partin, sum í skúlahøpi er at fáa greiðu á, um undirvísingin sær út til at geva meining fyri næmingarnar, samskiftið ímillum lærara og næming umframt samskiftið millum næmingarnar:

Lýsing (dugnaskapur av tí tekniska partinum): Endamálið er at gera eina objektiva lýsing av tí, tú sært. Hesin partur leggur serligan dent á, at eingin meting verður gjørd.

Greining (dugnaskapur av tí tekniska partinum): Endamálið er at gera eina lýsing av tí, tú sært, og hvussu tú ávirkast av hesum. Vit kunnu siga, at hetta er ein persónlig lýsing í mun til lýsingina omanfyri, sum var uttanveltað.

Tulking (Tað listfrøðiliga): Endamálið er at síggja eina meining í tí, tú sært. Riggar tað? Hví? Hvat heldur tú, at listarfólkið (lærarin) roynir at gera? Hvat er endamálið?

Dómur (Tað listfrøðiliga): Endamálið er at meta um tað, tú sært. Dámar tær tað? Hví ella hví ikki? Er tað gott? Riggar tað?

Við at brúka henda frymil og spyrja seg hesar spurningar, sum standa í frymlinum, vera leiðararnir noyddir til ikki at gera skjótar metingar av tí, sum fer fram í undirvísingini.

Kelehear (2008) skrivar, at onkra staðni á ferðini frá barnagarði til studentaskúla missa næmingar evnini til at síggja lívið sum eina listfrøðiliga uppliving. Hetta kemst partvís av tí uppgávukendu undirvísingini, ið eina mest snýr seg um tekniskar førleikar og lítið og einki um tað veruliga lívið millum menniskju. Lærarar hava ikki allan feilin av hesum, tí ofta verður tað bert væntað av teimum, at teir vísa á úrslit frá próvtøkum. Feilurin liggur meira hjá teimum, sum gera lógirnar og varða av teimum umframt hjá foreldrum, sum sláa seg til tols við, at tað er soleiðis. (Kelehear, 2008 s. 7).

Kelehear (2008) sigur, at um vit ikki fyrireika eygleiðarar við amboðum, tólum, frásjónum og skili fyri einari størri fatan av undivísing, so er vandi fyri, at vit missa teir bestu lærararnar, sum ynskja at gera tingini øðrvísi. Og tá vit halda á at fremja undirvísingarleiðslu bara sum umsjón og dátulistar, so er vandi fyri, at luftin fer úr ballónini hjá teimum lærarum, sum síggja sína undirvísing sum list og teirra lesiætlan sum lørift, har næmingar arbeiða við fullum huga í allari listfrøðini av læring og av lívinum. (Kelehear, 2008 s. 11).

Endi

Endamálið við greinini var at nýta gransking og ástøði at greiða frá, hvussu ein skúlaleiðari kann brúka eygleiðing sum amboð til tess at menna undirvísing hjá lærarum og harvið betra um læring hjá næmingum.

Vit hava greitt frá, hvussu eygleiðing er neyðug at hugsa inn í menningina av skúlanum – ígjøgnum visiónsarbeiði. Síðan hava vit greitt frá formligari og óformligari eygleiðing frá amerikanska granskaranum Zepeda. Fyri at nærkast okkara umstøðum í einum Norðurlandi greiddu vit frá, hvussu eygleiðing var roynd av í verki í Norra. Til endans greiddu vit frá Kehlehear, sum leggur dent á, at ein eygleiðari ikki bert má hyggja at tí tekniska, men eisini tí listarliga.

At enda ynskja vit at leggja dent á, at eygleiðing ikki snýr seg um at finna feilir, men hinvegin at vísa okkum á aðrar møguleikar, vit kunnu nýta í undirvísingini, bæði fakliga og viðvíkjandi samskifti. Eygleiðing snýr seg um álit á tann, sum eygleiðir, og eygleiðing er eitt amboð at menna undirvísing til gagns fyri læringina hjá næmingunum.

Keldulisti

Brown, C. & Poortman, C. L. (2018). Networks for learning. London - New York: Routledge.

Dufor, R., Dufor, R. Eaker, R. & Many. T. (2016). Håndbog i professionelle læringsfællesskaber. Frederikshavn: Dafolo.

Kelehear, Z. (2008). Arts-Based Instructional Leadership: Crafting a Supervisory Practice that Supports the Art of Teaching. International Journal of Education Policy and Leadership, 3(1), 1-12.

Skrøvset, S. (2008). Skolevandring – et nyt verktøy for ledelse og læring. Oslo: Eureka Forskningsserie.

Spillane, J. (2006). Distributed leadership. Hoboken: Jossey-Bass.

Zepeda, S. J. (2013A). Informal Classroom Observations. London - New York: Routledge.

Zepeda, S. J. (2013B). The Principal as Instructional Leader – a Practical Handbook. London - New York: Routledge.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.