Tíðindi

Gloym ikki Flytifuglar í ársætlanini

Nýskrivaði, føroyski jólakalendarin ”Flytifuglar” verður at hoyra í Barnaútvarpinum frá 3. desember. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin, og Niclas Johannesen hevur gjørt tónleikin.

07.09.2018

Talan er um samtíðarsøgu við nýskrivaðum tónleiki. Í hesum sambandi bjóðar Kringvarpið lærarum at taka jólakalendaran við í ársætlanina. Barnaútvarpið er farið í samstarv við Nám um at gera undirvísingartilfar, so tað er bara at tendra og fylgja við frá 3. desember. Hvønn gerandismorgun er spennandi tilfar tøkt, serliga til miðdeildina. Hetta er framúr gott høvi at lurta saman við næmingunum, sjálvt lærarin veit ikki, hvat fer at henda.

Undirvísingartilfarið er fjølbroytt, og tað ber til at brúka í lærugreinunum føroyskt, søgu og samtíð, tónleiki, heimkunnleika og møguliga eisini øðrum lærugreinum. Hvønn gerandismorgun klokkan 7.15 er ein nýggjur partur at hoyra í Barnaútvarpinum, men tað ber eisini til at fara inn á kvf.fo/vit og hoyra partin, tá ið tú vilt. Undirvísingartilfarið liggur á Snar.fo. Um tað ikki liggur fyri at arbeiða við hesum í desember, so liggur jólakalendarin og alt tilfarið á heimasíðuni hjá Kvf og inni á Snar allan januar mánað.

Søgan er viðkomandi og spennandi við nógvum áhugaverdum evnum, og tilfarið er klárt at arbeiða við. So flyt ein flytifugl inn í ársætlanina í desember/januar.

Fylgið við á snar.fo í november, har kunnandi tilfar til læraran verður lagt út.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.