Tíðindi

Gevur ikki meining, at lærarar skulu vera serfrøðingar í teldutøkni

Námsfrøðiligi og tøkniligi parturin á kt-økinum skulu skiljast sundur. Tað heldur Jenis av Rana, landsstýrismaður við skúlamálum

16.12.2019

Óloysti spurningurin, hvussu vit koma longri fram á leið viðvíkjandi talgildingini í fólkaskúlanum, er endaður á borðinum hjá enn einum landsstýrisfólki. Jenis av Rana ætlar sær tó ikki at liggja á boðunum.

- Tað gevur ikki meining, at lærarar skulu vera serfrøðingar í teldutøkni og duga at umvæla og arbeiða upp á teldur fyri at skula brúka talgildar miðlar í undirvísingini. Á øllum arbeiðsplássum er tað soleiðis, at er eitthvørt við eini teldu, sum tørvar ábøtur ella skal kannast, so fært tú fatur á fólkum, ið duga tað. Í skúlanum tykist tað sum, at tað verður kravt alt av teimum somu. Lærarin skal bæði duga at umvæla og arbeiða upp á teldur umframt at brúka tær námsfrøðiliga í undirvísingini, og tað er ikki sjálvsagt. Fyri nógvar, ivist eg ikki í, er tað ein byrða at skulu duga alt hetta. Tað er eisini órímiligt at krevja av einum lærara, sum vil arbeiða við kt í undirvísingini, at viðkomandi eisini skal vera tøkningur.

Uttanlands eru skúlaverkini komin væl longri á leið, tá ið talan er um at gera ætlanir fyri kt-økið. Ein av orsøkunum til, at eingin ætlan er sett út í kortið í føroyska fólkaskúlaverkinum, er, at hetta er vorðið til ein stríðsspurning millum land og kommunur. Landið rindar læraralønirnar og harvið lønirnar hjá kt-vørðunum, sum í sínari arbeiðstíð eisini røkja telduútbúnaðin hjá skúlunum. Kommunurnar rinda hinvegin fyri allan telduútbúnaðin, men ikki røkt av teimum. Lærarafelagið hevur áður borið upp á mál, at tað ber ikki til at skilja námsfrøðiliga og tøkniliga partin á kt-økinum sundur, og at ein loysn tí kundi verið ein frymil, har land og kommunur rinda ein ávísan prosentpart av lønini til kt-vørðirnar. Nýggi landsstýrismaðurin við skúlamálum heldur ikki, at hetta er ein nýtilig loysn.

- Kommunurnar eiga at taka á seg ta uppgávuna, sum tað er at røkja telduútbúnaðin í skúlunum, og lærararnir eiga at undirvísa og sleppa undan røktini. Vit hava sett í samgonguskjalið, at talgildu førleikarnir hjá næmingunum skulu styrkjast. Tí mugu vit loysa henda spurningin millum land og kommunur. Tað ber ikki til ár eftir ár at standa í hvør sínari skotgrøv og keglast um hetta og ikki koma víðari. Í mínum hugaheimi er hetta sera einfalt. Kommunurnar eiga ikki at sleppa undan skylduni, sum er, at tá ið tær útgera skúlar við teldum, so mugu tær eisini rinda, tá ið okkurt skal gerast við teldurnar. Soleiðis er alla aðrastaðni. Lærarin skal hava frið at taka sær av undirvísingini.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 6, 2019, sum júst er komið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.