Tíðindi

Gevið handverki og list betri umstøður

Hvørji tiltøk kunnu vit seta í verk, soleiðis at áhugin hjá næmingum í fólkaskúlanum at velja handverk sum starvsleið verður størri? Herálvur Jacobsen, formaður Føroyar Lærarafelags, heldur, at ein loysn kundi verið at styrkt lærugreinina handverk og list

25.10.2018

Formaður Føroya Lærarafelags heldur ikki, at tað er nøkur loysn at gera handverk til lærugrein í fólkaskúlanum, soleiðis sum umboð fyri handverksvinnuna hava skotið upp.

- Handverk fevnir ógvuliga breitt, tað røkkur frá hárfríðkan til maskinsmíð og alt, sum er har ímillum. Handverk er so nógv annað umframt at læra næmingar at handfara amboð, sum tú brúkar í timburfakinum. Eftir mínum tykki er besta loysnin at raðfesta lærugreinina handverk og list, sum vit longu frammanundan hava í fólkaskúlanum, munandi hægri. Fyrst og fremst við fleiri tímum, so tíð verður til hugdýping. Harumframt eigur innihaldið í lærugreinini at verða endurskoðað.

Lærugreinin handverk og list hevur ikki nóg góðar umstøður; umstøðurnar høvdu verið munandi betri, um mark varð sett á, hvussu nógvir næmingar kunnu vera í hvørjum flokki, heldur Herálvur Jacobsen.

- Næmingarnir fáa ikki nóg væl burturúr, um holdini eru ov stór; at fara inn í eina smíðstovu við 24-25 næmingum er ikki ynskistøða hjá nøkrum lærara, tí tú røkkur ikki øllum næmingunum og fært ikki farið í dýpdina við nøkrum og fangað áhugan hjá næmingunum. Hølisumstøðurnar og amboðini hava eisini nógv at siga; tað er ógvuliga misjavnt, hvussu skúlarnir eru fyri í so máta. Tíðarhóskandi høli og amboð mugu tí raðfestast. Tá ið talan er um læraraførleikan í handverki og list, so eru skúlarnir ymiskt fyri, tí nógvir skúlar eru smáir og hava ikki lærarar við øllum lærugreinunum sum linjufak; framhaldsskúlarnir eru mær vitandi betur fyri í so máta, tí framhaldsdeildirnar eru í miðalstóru og stóru skúlunum.

Um fleiri næmingar fara at velja at fara í læru innan handverk við at lærugreinin handverk og list verður styrkt, er ilt at siga, heldur Herálvur Jacobsen, tí tað eru so nógv viðurskifti, sum gera seg galdandi, tá ið næmingar velja sær útbúgving, m.a. hvussu arbeiðsmarknaðurin háttar sær, og hvussu nógv lærupláss eru í útboði.

- Ein annar liður í at fáa fleiri at velja handverksleiðina er at styrkja vegleiðingina í skúlunum.

Les alla samrøðuna í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.