Tíðindi

Genturnar bangnari enn dreingir fyri útihýsing

Útihýsing er týðandi partur av happingarmynstrinum.

26. desember 2019

Í happingarkanningini, sum varð almannakunngjørd í mai, eru fleiri spurningar, sum hava til endamáls at lýsa hetta at vera innan- ella uttanfyri felagsskapin. Hyggja vit at spurninginum um at verða hildin uttanfyri í mun til kyn og floksstig, síggja vit, at genturnar eru meira bangnar fyri at verða hildnar uttanfyri samanborið við dreingirnar. Hetta sæst serliga í svarinum “ongantíð”, har 61% av dreingjunum siga, at teir ongantíð eru bangnir fyri hesum, meðan bert 29% av gentunum siga tað. Genturnar eiga eisini munin í svarinum viðhvørt og eitt sindur ofta.

Spurningurin í mun til floksstig vísir, at tað er í 5. flokki, at tey eru minst bangin fyri at blíva hildin uttanfyri, meðan 9. flokkur hevur munin í viðhvørt og sera ofta.

Verður spurningurin um at vera hildin uttanfyri knýttur at happing og at trívast í skúlanum, sæst, at tey, sum trívast væl í skúlanum ongantíð ella næstan ongantíð uppliva at vera hildin uttanfyri, men tó so, hava 10% upplivað tað. Hyggja vit at teimum, sum hvørki trívast væl ella illa, so sæst, at 33% hava upplivað at vera plágað ella hótt og hildin uttanfyri, meðan millum tey, sum trívast illa, eru tað heili 52%, sum hava upplivað tað.

Í frágreiðingini, sum er skrivað út frá happingarkanningini, verður greitt frá, hvussu happing kann skiljast. Tá ið talan er um happing, er tað styrkjandi fyri vitkensluna hjá teimum, sum eru góðtikin, at vita sær, at onkur er uttanfyri. Tað, at onnur eru uttanfyri, heldur í sjálvum sær lív í happingini, meðan tað er sosialur deyði fyri tey, sum eru útihýst. Tey, sum eru inni í hitanum hava brúk fyri teimum, sum eru úti í kuldanum fyri at markera ein felagsskap uttan tey. Hesi uttanfyri fáa sostatt innivist í útihýsingini, tey verða told í útjaðaranum av happandi felagsskapinum.

Rákið at skilja happing sum eitt sosialt fyribrigdi ella eitt bólkafyribrigdi hevur verið leingi á veg, fyrst úr Svøríki og síðani Danmark, har tað síðani tíðliga í 00’unum hevur verið støðugt meira gransking í happing. Hóast tað, hevur happing í skúlahøpi í Føroyum í stóran mun verið skilt og harvið handfarið sum eitt fyribrigdi við tilvísing til einstaka næmingin og hansara eginleikar, leysrivið frá samanhanginum og umhvørvinum.

Hendan fatanin at skilja happing sum verandi tengd at ávísum persónseginleikum og familjuviðurskiftum hevur verið ráðandi í nógv ár og er tað partvíst enn onkrastaðni.

Tað var í mai, at nýggj kanning av happing í 5., 7. og 9. flokki var almannakunngjørd. Úrslitið vísir, at 11 % av næmingunum eru fyri happing viðhvørt og ofta; ringast stendur til í 5. flokki. Kanningin er gjørd í seinnu helvt av november og desember í 2018. Næmingarnir hava svarað 33 spurningum talgilt. Við nýggju kanningini ber einstøku skúlunum, sum hava tikið lut í kanningini, at fáa vita, hvussu støðan er á teirra skúla, um ynski er um tað; hetta er tó bara møguligt, um skúlin hevur í minsta lagi 20 næmingar í hvørjum av árgangunum, sum spurdir eru. Svarprosentið er rættiliga høgt; 2020 næmingar í trimum árgangum svarar til 89,5 % av samlaða næmingatalinum í hesum árgangum.

Les happingarkanningina á mmr.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.