Tíðindi
03.01.2020
Greiður kynsmunur er í førleikunum at lesa, bæði tá talan er um at finna upplýsingar, at skilja tekstin, at meta um og hugleiða, og at lesa einstakan tekst ella fleiri samansettar tekstir. Í øllum førunum eru genturnar frammanfyri. Minsti munurin er í at meta um og hugleiða; har fáa genturnar 476 stig, meðan dreingirnir fáa 460; størsti munurin er í at lesa einstakan tekst; har fáa genturnar 465 stig, meðan dreingirnir fáa 436 stig. Miðal fyri lesing er 458, har genturnar fáa 470 og dreingirnir 446 stig. Munandi fleiri gentur rukku førleikastigi 3 og hægri enn dreingirnir; tá ið talan var um førleikastig 3 og uppeftir kláraðu 41 prosent av gentunum hetta og 30 prosent av dreingjunum; tá ið talan var um førleikastig 2 og niðureftir vóru tølini ávikavist 59 og 70 prosent fyri gentur og dreingir. Greiði munurin á lesiførleikanum hjá gentum og dreingjum styrkir tær kanningar, sum eru til taks frammanundan.
Tá ið talan er um náttúruvísindi er kynsmunurin væl minni samanborið við lesing. Samlað fingu føroysku næmingarnir 465 stig; dreingirnir 465 stig og genturnar 464 stig; sostatt var so at siga eingin munur. Kynsmunurin í náttúruvísindum hevur verið lítil øll árini, vit hava tikið lut í PISA.
Í støddfrøði hevur lítil munur verið í miðal PISA-stigum millum kynini í undanfarnu PISA-kanningunum, men munurin er eitt vet hægri í 2018, har dreingirnir fáa 10 stig meira enn genturnar. Staðfestast kann, at ein ávísur munur er á gentum og dreingjum, um hugt verður at býtinum av førleikastigum. Tað eru fleiri gentur, sum ikki røkka meira enn lága avrikið, og sostatt eru undir minstamark fyri, hvat næmingarnir skulu duga eftir fólkaskúlan sambært OECD. Tað eru 5% av gentunum og 9% av dreingjunum, sum bert megna stig 0 og 1. Dreingirnir eru betur fyri, eisini tá tað kemur til høga avrikið, har 5% av dreingjunum og 1% av gentunum røkka stigunum 5 og 6.
Um PISA-kanningina 2018
Allar royndirnar fóru fram í tíðarskeiðnum 9. – 19. apríl 2018. 19 skúlar vóru við í PISA Føroyar við tilsamans 734 næmingum í 9. flokki. Skúlarnir høvdu frá 8 til 125 næmingar í 9. flokki.
Mannagongdirnar í PISA áseta, at næmingar kunnu frítakast frá royndini um serlig viðurskifti gera seg galdandi (SEN er stytting fyri Special Education Needs). Ongin næmingur í Føroyum í 2018 var skrásettur sum frítikin vegna slík serlig viðurskifti. Undanfarin ár hava vit sæð, at fáir næmingar verða frítiknir frá PISA í Føroyum samanborið við onnur lond.
Av teimum 734 næmingunum høvdu 170, ella 23%, fráveru, tá royndin varð hildin. Ongin hagfrøðiligur munur er millum fráveru hjá gentum og dreingjum. Av teimum 19 skúlunum var bara ein skúli, har allir næmingar vóru til roynd, og bara tveir skúlar aftrat høvdu meira enn 90% luttøku í royndini. Samanlagt sjey skúlar, ella triði hvør, høvdu í minsta lagi 80% av næmingunum til roynd.
Ein partur av lutfalsligu stóru fráveruni kann vera orsakað av vantandi SEN-skráseting, verður sagt í PISA-frágreiðingini.
Eins og í 2015 varð PISA-kanningin í 2018 framd teldutøkt, og kanningin vardi í tveir tímar. Í lesing fór kanningin fram í fleiri stigum, har næmingarnir fingu eina samanseting av spurningum grundaða á, hvussu teir stóðu seg í spurningunum frammanundan.
Spurningarnir vóru eitt bland av fleirsvaraspurningum og spurningum, har næmingarnir skuldu seta saman sítt egna svar. Spurningarnir vóru bólkaðir eftir eini tekstarøð, sum lýsir eina veruliga støðu. Umleið 930 minuttir (ella útvið 8 ymisk sett) av kanningarspurningum innan lesing, støddfrøði, náttúruvísindi og heildarførleikar vóru bjóðaðir fram, har ymsir næmingar svaraðu ymsum samansetingum av kanningarspurningum.
Harumframt svaraðu næmingar eisini einum bakgrundsspurnablaði, sum tók 35 minuttir at svara. Spurnablaðið snúði seg um upplýsingar um næmingarnar, teirra hugburð, huglag/natúr og sannføring, teirra heim, teirra royndir við skúla og læring umframt teirra sosialu støðu. Skúlastjórar fyltu út eitt spurnablað, sum snúði seg um leiðslu, skipan og um læruumhvørvið. Hetta spurnablaðið tók umleið 45 minuttir at svara.
Úrslitini frá eykaspurnabløðunum eru ikki liðugt greinað.
Les alla kanningina her: https://provstovan.fo/fileadmin/07_provstovan/PDF-skjol/PISA/2018/Pisa_2018.pdf
Savnsmynd: Ólavur Frederiksen