Tíðindi

Gentur fleiri heilsuligar avbjóðingar enn dreingir

Strongd orsakað av skúlaarbeiði og vánalig sjálvskensla kunnu vera orsøkir til, at tannáringagentur hava fleiri heilsuligar avbjóðingar enn dreingir. Vánalig kropsmynd hevur kanska minni týdning enn áður hildið, vísir norsk kanning.

22.09.2017

Men hvat er tað, sum ger, at gentur eru meiri plágaðar enn dreingir? Tað hava granskarar við Lærda Háskúlan í Landsynningsnoregi og Universitetið í Bergen sett sær fyri at finna út av. Og tað, teir eru komnir fram til, er komið óvart á teir. Teir høvdu væntað at funnið fram til, at kropsideal er ein týdningarmikil orsøk, men nú halda teir, at tað heldur eru onnur viðurskifti, ið eru atvoldin til, at gentur hava meiri at stríðast við enn dreingir í hesum aldrinum.

Heilsuplágurnar eru likamlig ella sálarlig eyðkenni treytað av, um tú hevur eina diagnosu ella ikki. Slíkar plágur kunnu ávirka lívsdygdina og hava við sær, at tey ungu eru burtur frá skúla. Í norsku kanningini segði ein av trimum gentum, at tær hava høvuðpínu í minsta lagi eina ferð um vikuna, meðan bara helmingurin av teimum mongu dreingjnum sigur tað sama. Eldri kanningar hava eisini víst, at gentur líða meiri av slíkum plágum enn dreingir.

Kanningin byggir á upplýsingar frá 750 ungdólki frá Sogn og Fjordane í Noregi, tá ið hesi vóru um 14 og 16 ára gomul.

Granskarar hildu undan kanningini, at kynsmunirnir eru orsøkin til, at gentur eru í størri vanda at líða undir dagsins kropsidealum, tað vil siga misnøgd við, hvussu tær síggja út. Men hetta fingu teir ikki váttað.
- Fleiri gentur uppliva strongd í skúlanum og hava lægri sjálvskenslu samanborið við dreingir, og hetta sær út til at vera greiðar ábendingar, sigur Steffen Torp, professari við Lærda Háskúlan í Landsynningsnoregi.

Sjálvskenslan snýr seg um at hvíla í sær sjálvum. Tað hevur nógv meiri at siga enn sjálvsálit, sum er álit á egið virði, og hvat tú dugir, sigur Fiona Aanesen, ið tók stig til kanningina.
- Sjálvskenslan er tætt tengd saman við kropsmyndini í tannárunum, so tað kann vera við til at greiða frá tí, ið kemur fram í kanningini; nógv teirra, sum hava lága sjálvskenslu, hava eisini verri tankar um, hvussu tey síggja út, sigur hon.

Fleiri teirra, ið hava heilsutrupulleikar, siga, at tey høvdu verri sjálvskenslu ella vóru strongd orsakað av skúlanum, samanborið við onnur.

- Tað er hugvekjandi, at krøvini frá skúlanum síggja út til at ganga út yvir heilsuna hjá gentum; tey, sum stríddust við strongd orsakað av skúlanum, tá ið tey vóru um 14 ára gomul, høvdu eisini heilsutrupulleikar í tíðarbilinum til tey vóru 16 ár. Hetta er ógvuliga merkisvert, tí sum heild eru tað genturnar, ið klára seg væl í skúlanum og betur enn dreingirnir. Men tað kann vera, at genturnar taka væntanirnar um at klára seg væl og fáa góðar karakterir í størri álvara enn dreingirnir. Bæði gentur og dreingir uppliva strongd í 10. flokki, men strongdin er álvarsligari hjá gentum samanborið við hjá dreingjum, sigur Steffen Torp, professari við Lærda Háskúlan í Landsynningsnoregi.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.