Tíðindi

Genialt!

Haldi, at átakið hjá Skúlanum á Fløtum hesar tvær vikurnar er fantastiskt. Í skúlataksuni eru ongar bøkur, bara ein hamari og stórur matpakki, nú arbeiðast skal fysiskt allan dagin. Hetta er sanniliga eisini góður lærdómur 4. 5. og 6. flokkarnir fáa í hesum døgum

26.06.2018

Tað er ein lærari í Skúlanum á Fløtum, sum á Facebook heldur, at átakið er genialt, og fleiri við honum halda, at hetta er eitt frálíkt – fyri ikki at siga genialt – átak, sum vardi í tvær vikur at fremja í verki.

   - Viðhvørt er tað geniala, sum liggur beint framman fyri tær. Tað er so upplagt, og tað undrar meg faktiskt, at vit ikki hava gjørt hetta fyrr – at smíða smáttur, sigur Ingun Hentze, ein av lærarunum á Fløtum, ið saman við hugskotselvaranum, skúlastjóranum Regini Marnersyni, tók stigið til at smíða smátturnar á fløtuni uttan fyri Eindini hjá skúlanum á Frælsinum í Havn. Tey spurdu seg sjálv: hvat varð av tíðini, tá ið vit fangaðu síl í ánni, kombikk í løkinum, róðu, hoyggjaðu ...

   Ingun Hentze, lærari, heldur, at tað eru nógvir førleikar og mangt handverksligt, sum varð gjørt fyrr, og sum vit kanska hava gloymt, at vit so seinni finna útav, at hetta er genialt og hevur eitt virði.

   Smátturnar á fløtuni á Frælsinum eru gjørdar úr nógvum, nógvum gomlum plattum.

   - Tað fylgir so nógv við, tá ið vit smíða smáttur, sigur Ingun Hentze. Hon hugsar millum annað um tað at brúka eina motorsag, at hála seymir úr, at brúka tey neyðugu amboðini ... um tað tvørfakliga við at smíða hesar smátturnar.

   Ingun Hentze staðfestir í hvussu so er, at hjá summum næmingum lá væl fyri at smíða, nógv vóru hegnig, tó vóru tað eisini tey, sum ikki høvdu hegni, men tey flestu vóru fegin um at verra við at royna seg við tí handverkliga.

   - Vit høvdu kanska hildið, at nú fóru vit út og gjørdu nakað, har vit veruliga fangaðu dreingirnar ... men, nei ... vit krøktu ikki teir betur, enn vit annars gera, tí tað vísti seg, at genturnar, sum dugdu, kláraðu tað akkurát líka væl sum teir dreingirnir, ið dugdu.

   Lærarin heldur, at tað hevði verið stuttligt at tikið átakið uppaftur og havt tað sum eitt afturkomandi tiltak, tí tað, tey upplivdu í fyrstani var, at tá ið tey fyrst stóðu og hálaðu hesar seymirnar úr plattunum fyri at fáa fjalir at arbeiða við, høvdu tey hug at gevast og spyrja: Hvat nú!? So var tað, at avvarðandi lærarar løgdu teimum lag á, og tá ið tey sóu smáttur reisa seg ymsastaðni á fløtuni, so var tað akkurát, sum tey varnaðist, at ... "Aha, tað er hatta, vit skulu gera!"

   Henda aha-kenslan hevur helst elvt til, at hetta gera tey aftur. Summi høvdu eina ætlan, onnur høvdu als onga ætlan, men úrslitið varð ein ætlan, sum eggjar til eina nýggja ætlan.

Myndin:

Genialt! Smátturnar á fløtuni á Frælsinum eru gjørdar úr gomlum plattum

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.