Tíðindi

Gamla læraraútbúgvingin hevði betri kjølfesti í lærarayrkinum og samfelagnum

Nú læraraútbúgvingin verður eftirmett, eiga vit í størri mun at laga hana eftir samfelagnum, sum vit eru partur av. Tað heldur Høgni Joensen, stjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt

7. oktober 2020

Stórur munur er á læraraútbúgvingini í dag, samanborið við hana, sum var áðrenn 2008, tá ið hon var skipað av nýggjum og løgd undir Fróðskaparsetrið. Tað heldur Høgni Joensen, sum tók læraraprógv í 1981. Vit mugu í størri mun hava eina føroyska útbúgving, heldur hann, eina útbúgving, sum tekur støði í samfelagnum, vit liva í, og skúlaverkinum, vit hava, soleiðis at vit hava lærarar, sum eru brynjaðir at vera lærarar í føroyska samfelagnum, og so eiga vit at leggja nógv størri dent á føroyskt í útbúgvingini. Allir lærarar eiga at vera stinnir í føroyskum.

- Við broytingini eftir 2008 er læraraútbúgvingin vorðin ov akademisk, har ov stórur dentur er lagdur á tað fakliga og ov lítil dentur lagdur á veruliga lívið í fólkaskúlanum og føroyska samfelagnum. Okkum nýtist ikki at gera tað sama sum tey gera aðrastaðni; vit mugu hava ein skúla, sum onkursvegna tekur støði í okkum sjálvum. Allir lærarar eiga at hava eina grundleggjandi vitan um tað, sum teir kunnu møta í skúlanum; tað kann vera um trivnað, happing, fráboðanarskyldu, samskifti við foreldur og serligan tørv. Hesi evnini skapa øll veruleikan í dagsins skúla, og fært tú sum læraralesandi ov lítla vitan um alt hetta, sum kann fylla ógvuliga nógv í skúlanum, so fært tú veruliga ein skelk, tá ið tú fert at arbeiða sum lærari. Tað hevur eisini týdning, at læraralesandi læra at stíga fram í eini skúlastovu og at samskifta við næmingar og foreldur.

Nýklakti lærarin í dag er fakliga sera væl fyri í teimum lærugreinum, hann hevur havt á linju í lestrinum at gerast lærari. Hann er tó ikki líka tryggur í at undirvísa, heldur Høgni Joensen.

- Í øllum skúlum mugu lærarar undirvísa í lærugreinum, teir ikki hava havt sum linjulærugrein. Vit royna í tann mun tað ber til at bera so í bandi, at lærarar undirvísa í sínum linjulærugreinum, men tað ber ikki altíð til; vanliga er ikki nóg mikið av tímum til bara at undirvísa í tínum linjulærugreinum til at hava fult starv, sjálvt um tað er ein lærugrein við nógvum tímum. Tá ið tú undir lestrinum at gerast lærari hevur so fáar lærugreinir, avmarkar tað teg onkursvegna. Tað kemur fyri, at nýklaktir lærarar bera seg undan at undirvísa í onkrari lærugrein, eisini í teimum smáu flokkunum. Tað kom ikki fyri fyrr, og tað undrar meg eitt sindur, tí hesi hava eisini eina miðnámsskúlaútbúgving. Lærarar, sum hava útbúgving eftir gomlu skipanini, hava eina breiðari útbúgving; teir høvdu øll skúlafakini, linjulærugreinir og kreativar lærugreinir. Ein lærari skuldi kunna undirvísa í øllum lærugreinum upp til sjeynda flokk, men soleiðis er veruleikin ikki í dag. Nýggja útbúgvingin leggur størri dent á, at lærarar duga nakrar fáar lærugreinir væl, enn at geva teimum eina breiðari fatan. Tað kann gera tað avbjóðandi í einum samfelag sum okkara við nógvum smáum skúlum, har kravið er, at lærarin dugir nógvar lærugreinir væl.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2020


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.