Tíðindi

Góðar royndir at arbeiða við lp-frymlinum

Á øðrum ári er Stranda skúli í gongd við eina royndar- og menningarætlan, sum tekur støði í, at allar deildir skúlans arbeiða sambært lp-frymlinum. - Hetta er ein sera umráðandi førleiki, tí hann leggur upp til, at tú alla tíðina reflekterar yvir tað, tú gert, sigur Marin Elisabeth Poulsen, lærari

7. mars 2019

Lp-frymilin tekur støði í læruumhvørvinum og pedagogiskari greining; við at styrkja førleikarnar hjá lærarunum at greina eina avbjóðing, sum teir hava við einum næmingi, kann frymilin verða brúktur sum eitt amboð at menna og bøta um læruumhvørvið. Lærarin varpar ljós á sínámillum ávirkanina og samspælið millum næmingin og umhvørvi hansara um somu tíð, sum hann reflekterar yvir tað, hann sjálvur ger, og hvussu hann undirvísir og leiðir flokkin.

- Royndirnar, ið vit hava gjørt okkum higartil, eru sera góðar. Vit hava trý lp-toymi, eitt í hvørjari deild; er onkur trupulleiki ella avbjóðing, arbeiðir lærarin sambært frymlinum, til trupulleikin er loystur. Fyrst verður trupulleikin lýstur, síðan verða eygleiðingar gjørdar og ein ætlan sett í verk; lp-toymið gevst ikki, fyrr enn vit antin eru komin á mál ella mugu ásanna, at vit ikki fáa gjørt meiri og onnur mugu taka yvir, eitt nú førleikastovan ella Sernám. Vit søktu Mentamálaráðið tímar til verkætlanina síðsta skúlaár; tað tekur tíð at ogna sær førleikarnar at arbeiða sambært hesum frymlinum, og tað krevur nakað eyka av lærarunum, eitt nú nógv samstarv, sigur Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri í Stranda skúla.

Hóast verkætlanin er á øðrum ári, er tað ikki ókent í Stranda skúla at arbeiða sambært hesum frymlinum; longu í 2010 fóru tey undir at arbeiða sambært lp-frymlinum; tað var Marin Elisabeth Poulsen, sum hevur arbeitt sum lærari í Danmark í nógv ár við lp-frymlinum, sum legði lag á; síðan 2010 hevur hon virkað sum uttanhýsis ráðgevi hjá skúlanum viðvíkjandi lp-frymlinum. Umframt hava lærarar skúlans vitjað danskan skúla, sum arbeiðir sambært lp-frymlinum.

- Endamálið við hesum frymlinum er at bøta um læruumhvørvið upp á allar mátar. Tá ið talan er um læruumhvørvið, so snýr tað seg um alt, sum hevur við læruumhvørvið at gera, lærararnar, næmingarnar, foreldrini, relatiónirnar og allar tær avbjóðingar, tú møtir í skúladegnum. Hesar avbjóðingarnar verða fluttar inn í ein samtekst, og so arbeiða vit miðvíst við at loysa upp fyri teimum avbjóðingum, sum eru. Sera umráðandi partur av hesum arbeiðnum er at reflektera yvir tað, sum tú gert; er eitt nú talan um ein næming, sum er ógvuliga ófriðarligur ella hevur ein keðiligan atburð, so verður hugt at umhvørvinum hjá næminginum, til dømis flokkinum, hvussu hann er í fríkorterinum, hvussu relatiónirnar hjá honum eru; við eygleiðingum og eftirmetingum verður tað hugt niður í smálutir og í dýpdina í øllum viðurskiftunum rundan um næmingin fyri at finna út av, hví hann hevur tær avbjóðingar, sum hann hevur, sigur Marin Elisabeth Poulsen, sum nú arbeiðir sum lærari í Stranda skúla.

Lp-frymilin er ætlaður øllum starvsfólkum skúlans og er sambært Marini Elisabeth Poulsen ein førleiki, sum øll fakfólk kunnu ogna sær.

- Hetta er ein sera umráðandi førleiki, tí hann leggur upp til, at tú alla tíðina reflekterar yvir tað, tú gert. Í dag arbeiða mestsum allir lærarar í toymi, og ein av uppgávunum hjá toymunum er í felag at reflektera yvir tað, sum verður gjørt og sett á skrá, hvørjar avbjóðingar eru, hvat er serliga átrokandi og so framvegis; síðan eygleiðir ein í toyminum eftir serligum forskriftum tað, sum verður mett, er neyðugt at eygleiða. Arbeiðir skúlin sambært hesum frymlinum kemur man langt við at loysa upp fyri avbjóðingum, ikki minst tí, at man í felag kann seta orð á nógv av tí, sum verður gjørt.

Marin Elisabeth Poulsen hevur eisini lagt øðrum lærarum og skúlum lag á at arbeiða sambært lp-frymlinum; summir skúlar brúka frymilin lutvíst. Eisini hon hevur hildið skeið á Námi um frymilin og fyrilestur á læraradegnum 2017 um evnið.

Les meiri um lp her: http://www.blivklog.dk/lp-modellen-som-metode-til-kulturforandring-i-skolen/


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.