Tíðindi
03.04.2018
Tá freistin at stilla upp var úti leygardagin 31. mars 2018, høvdu fýra stillað upp. Tveir nevndarlimir standa fyri vali. Tey, ið standa fyri vali, eru Jacob Eli Olsen, næstformaður og lærari í Eysturskúlanum, og Andrea á Rípuni, kassameistari og lærari í skúlanum á Giljanesi. Tey stilla bæði uppaftur. Umframt tey bæði stilla Jákup av Skarði, fyrstilærari í skúlanum í Nólsoy, og Anna Dalsgaard, lærari í skúlanum á Fløtum, upp til nevndarvalið. Aðalfundur Føroya Lærarafelags verður í Læraraskúlahøllini leygardagin 21. apríl 2018 kl. 10.00.