Tíðindi

Tórhallur við Gil afturvaldur og Eyðbjartur Skaalum nývaldur

Aðalfundur er í Føroya Lærarafelag í dag.

30.04.2022

Formansval og nevndarval eru á skránni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag í dag. Undan aðalfundinum var greitt, at formaðurin seinastu trý árini, Jacob Eli S. Olsen, heldur fram, tí einki mótvalevni er. Hinvegin var ikki greitt, hvørji tvey fóru at verða vald í nevndina. Fyri vali stóðu Andrea á Rípuni, sum hevur verið næstforkvinna seinastu trý árini, og Tórhallur við Gil, sum hevur verið skrivari í tvey skeið. Andrea á Rípuni, sum hevur verið í nevndini fleiri skeið, stillaði ikki upp aftur.

Fýra valevni bjóðaðu seg fram til nevndina. Skipað í bókastavarað:

Annbritt Toftegaard, skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi

Augusta Egholm Petersen, lærari í Vestmanna skúla

Eyðbjartur Skaalum, lærari í skúlanum á Argjahamri

Oluf Müller, lærari í Hoyvíkar skúla

Tórhallur við Gil, lærari í Runavíkar kommunuskúla

Tá ið avtornaði vóru Tórhallur við Gil og Eyðbjartur Skaalum valdir við ávikavist 191 og 132 atkøvøðum. Nevndin í Føroya Lærarafelag er sostatt hendan:

Jacob Eli S. Olsen, formaður, Bergur Samuelsen, Jona Højsted, Tórhallur við Gil og Eyðbjartur Skaalum. Nevndin skipar seg í næstum.

Á myndini er Eyðbjartur Skaalum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.