Tíðindi

Fólkaskúlastjórar á skúlabonk til námsfrøðiliga leiðsluútbúgving

Spildurnýggja leiðsluútbúgvingin, sum Setrið og Glasir standa fyri, fer ætlandi at styrkja og menna føroyska fólkaskúlan. Skúlaleiðslurnar hava leingi ynskt eina slíka eftirútbúgving – og undirvísingin byrjaði fríggjadagin, sigur MMR í tíðindaskrivi

28.08.2017

Í dag fara 37 skúlafólk undir eina nýggja, føroyska diplomleiðaraútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu. Talan er um eina námsfrøðiliga leiðsluútbúgving fyri skúlastjórar í føroyska fólkaskúlanum og fyri lærarar, sum ynskja at átaka sær leiðsluleiklutir í skúlaverkinum.

Mentamálaráðið fór undir fyrireikingarnar til útbúgvingina fyri einum ári síðani - eftir ynski frá landsstýriskvinnuni við mentamálum, Rigmor Dam.

- Hetta er eitt øki, sum leingi hevur trongt til uppmerksemi. Mentamálaráðið, sum er arbeiðsgevari hjá skúlastjórunum, og sum varar av fólkaskúlanum, hevur tí heitt á Setrið og Glasir um at skipa eina føroyska skúlaleiðsluútbúgving sum eitt yvirskipað fólkaskúlamenningarátak. Ætlanin við útbúgvingini er í stuttum at menna skúlaleiðslurnar, so vit fáa ein betri fólkaskúla, sigur Rigmor Dam.

Undirtøkan hevur verið góð. 49 umsóknir komu inn, og av teimum fingu 37 pláss á útbúgvingini. Harumframt eru trý, sum taka ískoytisútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu.

Rigmor Dam sigur, at tað eru leiðslurnar, sum ganga á odda í námsfrøðiligu menningini av skúlunum, og tí hevur tað verið umráðandi at fáa hesa menningina út um alt landið, og at so nógvir skúlar, sum til ber, eru umboðaðir á útbúgvingini.

Landsstýriskvinnan fegnast um, at hetta hevur eydnast, nú fólk úr 27 ymsum skúlum fara til undirvísing á fyrsta sinni kl. 14 í dag, fríggjadag 25. august 2017, tá Rigmor Dam eisini fer at siga nøkur orð.

Útbúgvingin telur 60 ECTS og er staðsett á Setrinum. Eitt undirvísingartoymi, samansett av fólki frá Námsvísindadeildini á Setrinum og fólki av Glasi - Hægri nám, stendur fyri undirvísingini. Av og á verða eisini gestalærarar. Øll dømi, samanhangur og frálæra eru á føroyskum.

Hetta er ikki ein vanlig leiðsluútbúgving, men ein námsfrøðilig leiðsluútbúgving. Kanningar uttanlands vísa, at á skúlum, har leiðslan hevur slík námsfrøðilig amboð, gagnar tað bæði lærarum og næmingum. Trivnaðurin er betri, umframt at næmingarnir læra betri og fáa betri faklig úrslit, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

Av tí, at útbúgvingin er lagað til fólk, sum eru í fullum starvi, verður hon skipað sum ein parttíðarútbúgving. Tað merkir, at undirvísing verður áleið eitt vikuskifti um mánaðin komandi tvey árini. Útbúgvingin endar við eini stórari uppgávu, ið tekur støði í egnum leiðsluyrki og leiðsluroyndum.

Í sambandi við nýggju útbúgvingina hevur Mentamálaráðið sett Hanus Joensen, fyrrverandi fólkaskúlastjóri og formaður í skúlaleiðarafelagnum, í tíðaravmarkað starv sum ráðgeva í námsfrøðiligari leiðslu. Hann skal eisini vera millumlið millum Mentamálaráðið, undirvísararnar og lesandi skúlastjórarnar.

Eisini dagstovnaleiðslurnar hava víst tilboðnum ans, og tað hevur verið eitt politiskt ynski, at leiðarar á dagstovnaøkinum fáa líknandi eftirútbúgvingartilboð í næstum, so dagstovnaøkið somuleiðis kann verða ment.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.