Tíðindi

Fólkaskúlaráðið tekur undir við landsstýriskvinnuni

Fólkaskúlaráðið tekur fult undir við landsstýriskvinnunum við skúlamálum um, at landsroyndirnar og tøkniliga skipanin verður endurskoðað

25.10.2017

Fólkaskúlaráðið hevur á fundi síðst í september umrøtt ætlaðu broytingarnar, sum landsstýriskvinnan hevur í umbúna at gera, tá ið talan er um landsroyndirnar í 4. og 6. flokki. Í dag verður fyrsta viðgerð av løgtingsuppskoti frá landsstýriskvinnuni við skúlamálum um at gera frávik frá ásetingini um at skipa fyri landsroynd.

Hoyringarskrivið frá fólkaskúlaráðnum leggur seg upp at hoyringarskrivinum frá Lærarafelagnum. Eisini fólkaskúlaráðið finnist at stuttu hoyringarfreistini.

Fólkaskúlaráðið er av tí fatan, at tað er sera týdningarmikið at hava royndir at eftirmeta støðið í Fólkaskúlanum, verður sagt í hoyringarskrivinum.
- Í lógaruppskotinum verður sagt, at tað verður “í serligum føri heimilað” at strika landsroyndirnar. Spurningurin er, hvørji hesi “serligu føri” eru. Eru t.d. fíggjarligar sparingar serlig føri? Um hetta verður tulkað ov vítt, metir fólkaskúlaráðið tað verða ov lætt at avlýsa landsroyndirnar.

Fólkaskúlaráðið tekur annars fult undir við, at sjálvar royndirnar og tøkniliga skipanin verður endurskoðað og tekur undir við, at brúkta skipanin ikki kann halda fram. Við hesum viðmerkingum tekur Fólkaskúlaráðið undir við ætlaðu broytingunum.

Á myndini fólkaskúlaráðið í 2015.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.