Stabbamynd greinar

Fólkaskúlar í Føroyum – úr tveimum næmingum upp í 776

Skúlaárið 2023/24 eru 39 fólkaskúlar í Føroyum við í alt 7020 næmingum. Helvtin av skúlunum hava færri enn 100 næmingar, og gott helvtin av øllum næmingunum ganga í sjey teimum størstu skúlunum.

10.01.2024

Í tveimum teimum størstu skúlunum ganga 1500 næmingar, ella fimti hvør næmingur. Hetta eru líka so nógvir næmingar, sum tað ganga í 26 av smærru skúlunum tilsamans.

Skúlarnir eru býttir um alt landið: 5 eru í Norðoyggjum, 9 í Eysturoynni, 5 í Norðurstreymoy, 9 í Suðurstreymoy, 2 í Vágoynni, 4 í Sandoynni og 5 í Suðuroynni.

Talið av fólkaskúlum er minkað støðugt seinnu árini. Seinastu 10 árini er talið av fólkaskúlum minkað við 8, úr 47 skúlum í 2013 til 39 skúlar skúlaárið 2023/24.

Tveir skúlar er einsamallir á oynni, tað eru Nólsoyar skúli og Húsar/Syðradals skúli. Tað hevur eisini verið skúli í Fugloy, men skúlaárið 2023/24 eru eingi børn í skúlaaldri á oynni.

Rimamynd í hægri upploysn.

Talva - skúlar og næmingatal.

Talva - skúlar býttir á øki.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.