Tíðindi

Fólk lesa minni

Vit mugu minnast til at lesa fyri okkara børnum, eru ráðini frá donskum ráðharra

23.10.2018

Plagdi tú eisini at taka bøkur av hillini og lesa hvørja einastu viku, men ger tað ikki longur? So ert tú ikki tann einasti. Talið á dønum, sum lesa nógv og regluliga, minkar, vísir árliga kanningin frá Bog- og Litteraturpanelet, sum verður almannakunngjørd í dag.

Lesivanarnir hjá dønum:

* Bog- og Litteraturpanelet hevur síðstu átta árini fylgt við í, hvussu ofta danir lesa.
* Kanningin staðfestir, hvussu ofta danir lesa, ikki hvussu nógv.
* Sambært kanningini er rákið ikki, at fólk eru hildin uppat at lesa, men tey lesa ikki líka ofta sum fyrr.
* 10 prosent færri av teimum 30 til 39-ára gomlu lesa vikuliga ella ofta nú samanborið við fyri átta árum síðan.

- Bókmentaliga mentanin og lesihugurin eru í broyting í hesum árum, sigur Anne-Marie Mai, professari á Syddansk Universitet og ein partur av Bog- og Litteraturpanelet.

Hon hevur heft seg serliga við, at børn og ung lesa sjáldnari nú enn áður; tí vónar hon, at ljós verður varpað á serliga henda bólkin.

- Fyrst og fremst mugu vit fylgja væl við gongdini, so at røtt tiltøk verða sett í verk umframt syrgja fyri, at eitthvørt verður gjørt, tá ið talan er um hugin hjá børnum og ungum at lesa bókmentir, lurta eftir bókmentum og kunna seg um bókmentir.

Tað er tó ikki bara millum tey ungu, at lesingin er minkað; lesingin er eisini minkað hjá teimum í aldrinum 30 til 59 ár. Hóast nógv lurta eftir bókmentum, og at tað koma fleiri bøkur út enn nakrantíð, er tað umráðandi at minnast til, at tað eru nøkur, sum leita burtur frá bókmentunum, sigur Mette Bock, ráðharri.

- Tað mugu vit hyggja nærri at, tí okkum tørvar at lesa bókmentir og yvirhøvur at lesa, tí tað lærir okkum at skilja okkum sjálv og onnur. Tað mennir málið; sostatt eru nógvar góðar orsøkir til, at fólk eiga at lesa meiri og oftari.

Hóast kanningin vísir, at lesitíttleiki millum danir er minkandi, er ráðharrin ikki so stúrin bókanna vegna, tí hon heldur, at gongdin kemst av einum nýggjum miðlaveruleika.

Eg síggi, at nógv fleiri bøkur koma út og so víðari, men vit mugu eisini gera okkum greitt, at tað er nógv, sum tekur okkara tíð. Nógvir miðlar, nógvir pallar og nógvir hættir at koma inn í bókmentirnar.

Sum heild er talið á dønum, sum lesa bókmentir, nærum óbroytt síðstu sjey árini, men tey lesa ikki so ofta í dag samanborið við fyrr. Foreldur hava ábyrgdina at lesa fyri børnum sínum. Tað er allarfyrsta fetið fyri at vekja lesihugin.

Hóast nógv kundi verið at stúrt fyri, tá ið talan er um gongdina í lesivanum, so heldur Christine Bødtcher-Hansen, stjóri fyri donsk forløg, at bókavinnan hevur klárað seg betur enn væntað.

- Tað er vorðið spátt, at tað fór at ganga bókini og bókmentum nógv verri enn tað ger í veruleikanum, tí bókin er í so stórari kapping við uppmerksemið hjá brúkarunum frá bæði stroymingartænastum og sosialum miðlum.

Sambært kanningini er tað serliga kvinnur og danir í tríati árunum, sum lesa sjáldnari enn áður – og tað er í góðum samsvari við royndirnar, sum donsk forløg hava gjørt sær.

- Vit síggja størstu minkina millum smábarnafamiljur; tær hava nógv um at vera, og tá kann lætta loysnin vera ein sjónvarpsrøð heldur enn ein bók, sigur, Christine Bødtcher-Hansen.

Stjórin vísir á, at vit í staðin skulu varpa ljós á at fáa børn og ung at lesa meiri, og hesum er Anne-Marie Mai, professari, samd í.

Eisini Mette Bock, ráðharri í mentan, er samd. Hon heldur, at átøk eiga at verða gjørd, sum fevna breitt, har bæði bókasøvn, dagstovnar og skúlar gerast partur. Men tað eru serliga eini viðurskifti, sum eru avgerandi, tá ið talan er um at vekja áhugan hjá børnum fyri fagurbókmentum.

Fyrst og fremst skulu vit minnast til, at tað er uppgávan hjá foreldrum at lesa fyri og saman við børnum sínum; tað er allarfyrsta stigið til at vekja lesihugin.

Kelda: dr.dk

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.