Tíðindi

Færri umsóknir til lærarastørvini

Størsti skúlin í landinum søkti eftir 4 lærarum at seta í fast starv og 3-4 til tíðaravmarkað starv

28.06.2019

Tá ið freistin at søkja lærarastarv í Skúlanum á Fløtum var úti fyri eini viku síðan, vóru 42 umsóknir komnar, harav 38 skikkaðar. Hetta er heldur færri samanborið við í fjør. Orsøkin til tað er, at nú verða fleiri lærarar settir í fast starv, og tí eru færri leyst størv at seta.

- Vit síggja í ár, at tey, ið vanliga søkja starv í nógvum skúlum, ikki søkja í ár. Starvsfólkanormeringin í okkara skúla er farin upp við 8 føstum størvum síðstu tvey árini, men starvsfólkatalið er tað sama. Gongin er tann, at tað eru munandi fleiri føst størv samanborið við tíðaravmarkað. Í ár eru 4 tíðaravmarkað størv at søkja, samanborið við 11-12 fyri tveimum árum síðan. Leysu størvini eru fyri tað mesta niðurskurður; tað vil siga fyri lærarar, sum av ymsum orsøkum arbeiða niðursetta tíð; tað kann vera lærarar eldri enn 60 ár, sum arbeiða niðursetta tíð, lærarar undir eftirútbúgving, lærarar sum arbeiða færri tímar av heilsuávum og so framvegis, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri.

Umsóknirnar, sum ikki lúka treytirnar, eru frá fólki, sum ikki hava fult prógv, sum ikki hava læraraprógv, og onkur hevur søkt ov seint.

- Tær 38 skikkaðu umsóknirnar eru frá fólki við góðum prógvi, so tað hevur verið ein avbjóðing at seta størvini. Hinvegin er tørvurin hjá okkum rættiliga spesifikkur. Gomlu skúlarnir, Venjingarskúlin og Kommunuskúlin, høvdu tveir flokkar í hvørjum árgangi; samanlagdi skúlin hevur tríggjar flokkar, og tí missa vit eina flokk um árið, eitt ár afturat. Um eitt ár eru vit ta støddina, sum vit fara at hava.

Skúlin á Fløtum fær vanliga nógvar umsóknir til størvini, ið verða lýst. Hvør orsøkin er til tað, kunnu vit bara hugleiða um.

- Vit hava ein týðiligan profil og leggja dent á onnur viðurskifti enn aðrir skúlar. Vit hava ein sterkan kt-profil og eisini ein sterkan profil, tá ið talan er um at hugsa út um bókina, samanlagt talar hetta til summar lærarar, meðan tað talar ikki til aðrar lærarar. Í mai komandi ár flyta vit inn í ein nýggjan stásiligan bygning, og tað gleða vit okkum til.

Skúlin á Fløtum húsast í løtuni í 6 støðum í Tórshavni. Har ganga 740 næmingar í 1. – 9. flokki. Bygnaðarliga er skúlin skipaður við trimum flokkum í hvørjum árgangi í 1. - 7. flokki og fimm flokkum í ávikavist 8. og 9. flokki umframt sertilboðið 4-10 og Lopfjølina.

Sama gongd sum í Skúlanum á Fløtum síggja tey í Runavíkar kommunuskúla.

- Tað eru heldur færri umsóknir í ár enn seinasta skúlaár, men tá søktu vit eisini eftir fleiri lærarum. Í fjør søktu vit eftir 9 lærarum og fingu 35 umsóknir. Í ár søktu vit eftir lærarum til 4 tíðaravmarkað størv og fingu 25 umsóknir, sigur Durita Joensen, skúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla.

Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár umleið 400 næmingar.

Eisini í Hoyvíkar skúla eru færri umsóknir komnar í ár samanborið við í fjør. Tey lýstu 3 føst størv leys, umframt 2 størv vegna farloyvi, 2 tíðaravmarkað størv vegna lækkað tímatal og avlopstímar og 1 tíðaravmarkað starv í Serskúlatilboðnum í Hoyvíkar skúla. Til størvini komu 36 umsóknir til skúlaárið. Í fjør komu 64 umsóknir. Í skúlanum eru 350 næmingar.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni