Tíðindi

Færri skúladagar og -tímar, frálíkt hugskot

Sera hugaligt at frætta, at landsstýriskvinnan við skúlamálum arbeiðir við ætlanum um at lækka árliga skúladagatalið og tímatalið á tímatalvuni í fólkaskúlanum!

20.11.2018

Millum seinastu orð undirritaða sum lærari í fólkaskúlanum í meir enn 40 ár vóru júst hasi orðini: ”Færri árligir skúladagar og færri tímar á tímatalvuni”. Tískil fegnist eg og ynski landsstýriskvinnuni og teimum, sum arbeiða við hesum ætlanum, blíðan byr við broytingunum. Slíkar broytingar verða næmingunum, skúlanum og samfelagnum at gagni.

SKÚLADAGATALIÐ: Verið nú ikki ov varin, tá tit fara at lækka skúladagatalið! 5 dagar eru í minna lagi. Betri er helst at lækka dagatalið við 8 døgum, soleiðis at vit fara at hava sama dagatal sum Noreg, Svøríki og Finnland (190 skúladagar um árið). Seinni fara vit kanska at hyggja at skúladagatalinum í Íslandi (180 dagar). Verið ikki bangin fyri at lata lærararnar fáa nakrar frídagar eisini! Teirra starv er rættiliga krevjandi.

TÍMATALVAN: Vikutímatalið er alt ov høgt! Tað líkist t.d. ongum, at 1. flokkur skal hava 5 tímar um dagin á tímatalvuni; heldur ikki, at 8. flokkur skal hava 8 skúlatímar dagliga. Gott at hoyra skúlastjóra í Útvarpinum, har hann tosaði um ov nógvar tímar á tímatalvuni.

Vit kunnu ikki kroysta fleiri tímar inn í eina tímatalvu, sum longu hevur ov nógvar tímar. Her hugsi eg m.a. um samfelagsfrøði í 8. flokki. Okkurt má umskipast á tímatalvuni.

Sjálvur kundi eg hugsað mær ein sangtíma, kanska í teimum flestu flokkunum. Eg hugsi um ein sangtíma, har flokkurin syngur saman, møguliga í skúlastovuni.

Helst fer danskt við ov nógvum tímum, har vit í summum førum læra um tað sama sum í føroyskum. Danskt skal tó framvegis vera á tímatalvuni.

FLOKKASTØDD: Latið ikki flokkarnar vera ov stórar! Burtur við flokkum, sum hava 40-50 næmingar!

Við nýhugsandi skúlakvøðu

Eyðun á Borg, júst fráfarin lærari

E.S.: Stórur partur av okkara 9. flokki á Argjahamri í 2018 er farin í NÁM X, sjálvt um nógv av teimum saktans kundu farið í Glasisskúlan. Helst eru tey skúlatroytt av øllum krøvunum, skúlin setur í dag. NÁM X er annars eitt frálíkt tilboð. Vónandi fara nógvir næmingar í NÁM X. Tað er ikki neyðugt hjá 16 ára gomlum at skunda sær so nógv.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.