Tíðindi

Færri og færri gentur spæla telduspøl

Meðan 9 av 10 dreingjum spæla telduspøl, spæla bara 6 av 10 gentum telduspøl, vísir norsk kanning.

24.11.2022

Parturin av gentum, ið spæla telduspøl, er minkaður við 17 prosentum síðani 2020, vísir norsk kanning, sum Barn og Medietilsynet hevur gjørt.

Kanningin vísir, at 76 prosent av ungum millum 9 og 18 ár spæla telduspøl, hvørt tað so er á fartelefon, teldu ella øðrum.

Hetta eru 10 prosent færri, enn fyri tveimum árum síðani, og mest eru tað gentur, ið spæla minni. Serliga eru tað gentur í aldrinum 15–18 ár, ið spæla minni.

Orsøkirnar til, at genturnar steðga við spælinum eru fleiri. Gransking vísir millum annað, at kvinnuligir spælarar møta øðrum, enn tí tær høvdu í væntu og øðrvísi atburði, enn væntað var. Tær møta øðrum atburði enn menn. Eisini eru tær meira útsettar fyri ágangi av ymsum slag, enn menn.

Í hesum sambandi eftirlýsir Meditilsynet eini meira fevnandi spælimentan.

At fólk gevast við telduspæli orsakað av ágangi og vánaligum málburði grundað á kyn, er ein avbjóðing, sum samfelagið eigur at taka í álvara, eins og vit taka aðrar mentanaravbjóðingar, happing og ágang í ymsum øðrum høpi í álava, sigur Mari Velsand frá Medietilsynet.

Kelda: forskning.no - Dagfinn Olsen týddi

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.