Leys størv
Uttanríkis- og mentamálaráðið sóknast eftir einum dugnaligum leiðara, ið hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum
Starvið sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2022. Í Kaldbaks skúla eru 24 næmingar í 1. - 6. flokki og 6 næmingar í forskúla. Tríggir lærarar starvast í skúlanum umframt vaskifólk og húsavørður.
Frá skúlaárinum 2022/23 verður forskúli / forskúlalíknandi tilboð í Kaldbaks skúla.
Um starvið
Fyrstilærarin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Høvuðsuppgávurnar eru:
• at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
• at fremja eina mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk skúlans hava umstøður fyri fakligari menning
• at virka fyri trivnaði og góðum samstarvi við atliti
• at næmingum og starvsfólki skúlans
• at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd
• at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt.
• at umsita fíggjar-, rakstrar- og málsstýring skúlans
Samstarvsskipan í Tórshavnar kommunu
Fyrstlærarin virkar í tøttum samstarvi við mentamáladeildina og trivnaðarfyrisitingina, umframt við aðrar deildir í kommununi eftir tørvi. Skipað samstarv er millum skúlaleiðararnar, har dentur er lagdur á, at skúlaleiðararnir í felag virka fyri at menna skúlaskapin í kommununi og samstarvið við avvarðandi partar.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum
Leiðsluroyndir og skeið innan leiðslu eru ein fyrimunur
• Dugir at orða seg á góðum føroyskum máli og kann undirvísa í støddfrøði
• Hevur áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir
Setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Kaldbaks skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum, sum eisini fata um møguligar bygnaðarbroytingar.
Starvið er flokkað í lønarflokki 31.3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og viðmælum skal verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 30. juni 2022.
Sambært § 4, stk. 3, sbr. stk. 1 í løgtingslóg um barnaváttanir skal greitt tilskilast í starvslýsingum, at arbeiðsgevari hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setan verður framd. Tískil verður hervið kunnað um, at Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn viðkomandi persónur, ið stendur til at fáa starvið sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla, verður settur í starvið. Í hesum sambandi verður eisini víst til kunning og vegleiðing á heimasíðu ráðsins, sbr. vegleiðing-um- barnaváttanir.docx (live.com).
Umsóknin verður stílað til:
Uttanríkis- og mentamálaráðið Tinghúsvegur 5-7
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við t-posti: ummr@ummr.fo
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.
Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál, gransking og uttanríkismál. Harafturat eru uppgávur m.a. viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi.
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.