Tíðindi

Fyrimunur at arbeiða sum læraravikarur

- Tað er ein nógv minni skelkur at stíga fótin inn um skúlagátt eftir lokið læraraprógv, um tú hevur arbeitt sum vikarur, meðan tú hevur lisið til lærara, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

23.09.2019

Fleiri, sum lesa til lærara, arbeiða sum læraravikarur undir lestrinum. Hetta gevur teimum ikki bara góðar royndir, sum tey fáa gagn av seinni, tá ið tey skulu í skúlan at arbeiða sum lærari eftir lokið prógv, men tað gevur teimum eisini betri møguleikar at fáa starv eftir loknan lestur, samanborið við tey, sum ikki velja at arbeiða sum vikarur. Hetta er ikki eitt nýtt fyribrigdi, tí læraralesandi hava í mong ár troytt henda møguleika at hava starv og nema sær royndir í yrkinum. Formaðurin í Lærarafelagnum skilir væl leiðslurnar í skúlunum, sum kunnu meta um evnini hjá teimum lesandi at virka sum lærari í skúlanum á henda hátt.

- Hjá teimum flestu, sum eru undir útbúgving, er neyðugt at hava eitt arbeiði við síðuna av, tí fá kunnu liva eittans av studningi. At summi so velja at arbeiða í skúlanum, ger tíðina, tú lesur til lærara, nógv ríkari, tí tey kunnu samantvinna arbeiðsroyndir og lestur. Hjá hesum er tað eisini ein nógv minni skelkur at stíga fótin inn um skúlagátt eftir lokið prógv, ikki minst um tú hevur arbeitt í skúlanum, har tú seinni fært starv. Tá kennir tú mannagongdir og starvsfelagar frammanundan. Tað er ein stórur fyrimunur. Tá ið tað er sagt, so kann vansin vera, at tað verður heldur ein læraralesandi fram um ein lærari við prógvi og royndum, sum fær arbeiði, og tað er ikki rímiligt. Um tey læraralesandi hava linjulærugreinir, sum skúlin hevur tørv á, so er støðan sjálvandi ein onnur, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Summir av nýútbúnu lærarunum, sum hava fingið starv, sleppa ikki at undirvísa í linjulærugreinunum, teir hava havt undir lestrinum, og summir skulu undirvísa í lærugreinum, teir als ikki kenna seg tryggar í.

- Tað er ein sera stór avbjóðing hjá einum nýútbúnum at undirvísa í lærugrein, sum viðkomandi ongar royndir hevur við, serliga teimum náttúruvísindaligu, eitt nú náttúru og tøkni, sum krevur øðrvísi undirvísing enn ein bóklig lærugrein. Tað tænir ikki lærugreinini. Tíbetur royna skúlaleiðslurnar í mest møguligan mun at seta lærarar at undirvísa í lærugreinum, har teir hava førleika, men tað kemur framvegis fyri, at vit síggja, at tað øvuta fer fram.

Nakrir fáir nýútbúnir lærarar skulu longu frá fyrsta undirvísingarárinum vera flokslærari; tað er ein stór avbjóðing at fáa hjá lærara, sum hevur avmarkaðar royndir sum lærari.

- Í ár eru tey 4, sum eru vorðnir flokslærarar, tað er gott, at tey ikki eru fleiri, og mín vón er, at tey fáa góðan stuðul frá starvsfeløgunum, tí tað er ein uppgáva, sum krevur nógv og er heilt øðrvísi enn tað at undirvísa.

Flestu nýútbúnu lærararnir hava fingið akkerslærara. Tey, ið hava fingið avlopstímar, hava ikki í øllum førum fingið akkerslærara. Hevur tú fingið tíðaravmarkað ella fast starv, hevur tú rætt til akkerslærara. Nýútbúni lærarin hevur rætt til 40 tímar í ársverkinum til akkerslærarauppgávuna, og akkerslærarin fær somuleiðis 40 tímar í ársverkið.

Les eisini: http://www.skulabladid.fo/at-arbei%C3%B0a-sum-l%C3%A6raravikarur-undir-l%C3%A6raralestri-ger-ta%C3%B0-l%C3%A6ttari-at-f%C3%A1a-l%C3%A6rarastarv

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.