Tíðindi

Fyrimunir og vansar at hava undirvísing fyri tilflytaranæmingar í bólki fyri seg

Fáa næmingarnir bara undirvísing ein til ein, so missa teir tað sosiala og mentanarliga, sum eisini hevur týdning fyri at verða innlimaðir í samfelag og umhvørvi. Tað sigur Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, ið hevur havt skeið fyri lærarum í føroyskum sum annaðmál.

28.01.2021

Sambært kunngerðini um undirvísing í føroyskum sum annaðmál er tað upp til skúlaleiðslurnar at gera av, hvussu undirvísingin fyri tilflytarar verður løgd til rættis og skipað. Um skúlaleiðslurnar vilja tað, ber til at skipa móttøkuflokk eitt tíðarskeið, men við tí endamáli, at næmingurin bara ein part av undirvísingini er í móttøkuflokki, og hann ikki missir sambandið við flokkin, sum hann annars er partur av. Katrin E. L. Jacobsen heldur, at tað er umráðandi við eini góðari javnvág millum at vera í einum heimaflokki og fáa undirvísing uttan fyri flokkin.

- Tað eru fyrimunir og vansar við báðum. Fáa næmingarnir bara undirvísing ein til ein, so missa teir tað sosiala og mentanarliga, sum eisini hevur týdning fyri at verða innlimaðir í samfelag og umhvørvi. Hesin vandin er eisini, um teir bara eru saman við næmingum, sum hava somu bakgrund sum teir. Hinvegin, eru teir bara í einum vanligum skúlaflokki saman við føroyingum, so fáa teir kanska ikki tað eyka skumpið, sum skal til fyri at seta ferð á at læra føroyskt. Tí er umráðandi at finna eina javnvág, har teir eru partvíst fyri seg ella saman við øðrum, sum eisini skulu læra føroyskt, og partvíst, har teir eru saman við føroyingum. Næmingar, sum flyta til Føroya, kunnu vera ógvuliga ymiskt fyri, tá ið talan er um at læra; summum næmingum tørvar eyka undirvísing, og summir læra føroyskt skjótt. Skúlin eigur at hava fyrilit fyri, at næmingarnir eru ymiskir, at teir læra ymiskt, at teir hava ymiskan tørv, eins og allir aðrir næmingar. Tí er gott at hava møguleikan at taka næmingarnar úr flokkinum eitt tíðarskeið fyri at geva teimum tað, teimum tørvar, meiri miðvíst.

Tríggjar útbúgvingar eru hjá vaksnum tilflytarum at læra føroyskt: FSA1, FSA2 og FSA3.

Føroyskt sum annaðmál er skipað sum tríggjar útbúgvingar; útbúgvingarnar eru stytt FSA1, FSA2 og FSA3. FSA1 er ætlað teimum, sum ikki duga at lesa á sínum egna móðurmáli, ella teimum, sum hava so stutta ella onga skúlagongd, at tey ikki duga latínska stavraðið ella á annan hátt hava torført við at læra. FSA2 er ætlað teimum, sum hava eina útbúgving, sum duga latínska stavraðið og sum møguliga vilja nema sær útbúgving á yrkisnámi í Føroyum. FSA3 er ætlað teimum, sum hava eina útbúgving á høgum støði frammanundan, sum hava lætt við at læra mál, og sum hava ætlanir um at brúka útbúgvingina, tey hava úr heimlandinum, í Føroyum og ætlanir um at nema sær útbúgving á høgum støði her, t.d. á B.A.-støði, tá tey hava nomið sær føroyskt á C1-stigi.

- Munurin á stigi 2 og 3 er, at tey á øðrum stigi vilja klára seg á føroyskum, men ikki hava ætlanir um at nema sær hægri útbúgving, meðan tey á triðja stigi hava ætlanir um at brúka føroyskt at læra meiri og helst laga útbúgvingina, tey hava frammanundan, til føroysk viðurskifti.
- Líka so umráðandi, sum tað er at læra málið, er tað at læra samfelagið, tú vilt verða ein partur av, at kenna. Mentan, skúling sum heild og dannilsi er ikki ein inngrógvin partur í øllum tjóðskapum. Føroyingar hugsa kanska ikki um tað, sum er natúrligt fyri okkum, men tað, sum er natúrligt fyri okkum, kann vera ókent ella løgið fyri tilflytarar. Tí er hetta ein partur í undirvísingini í FSA.

Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen hevur nomið sær M.A. í føroyskum og norðurlendskari mentan á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya; meðan hon las á Setrinum, undirvísti hon útlendingum í føroyskum. Harumframt hevur hon verið lærari á miðnámi og í fólkaskúla. Síðstu árini hevur hon búð í Danmark, har hon arbeiðir á einum málskúla, har hon undirvísir tilflytarum í donskum sum annaðmál. Eftir at hon tók við tí starvinum, hevur hon nomið sær M.A. í Underviser i Dansk som Andetsprog av Århus Universiteti, umframt útbúgving í fyrireikandi undirvísing í donskum fyri vaksin sum FVU-lærari. Í starvi sínum visiterar hon tilflytarar og skipar teir inn í best hóskandi útbúgvingina og undirvísir. Hon testar eisini, er próvtøkulærari og sensorur. Hon hevur í fleiri umførum havt skeið við lærarum í Føroyum í tí at undirvísa tilflytarum í føroyskum.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, sum kom í desember.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.