Tíðindi

Fyrimunir og vansar

Hesar seinastu vikurnar hava vent um upp á alt. Sanniliga eisini á skúlaøkinum. Nýggir spennandi arbeiðshættir, men eisini óvissur og trýst tykjast at bæði raka lærarar, foreldur og børn. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelagi, skrivar

31. mars 2020

 

Tað, sum bert skuldi vara í tvær vikur, fer í øllum førum at vara 3-4 vikur. Børn og lærarar eru send heim, og hendan nýggja støðan er púra ókend fyri báðar partar.

Ymiskt er sjálvsagt, hvussu leiðslur og lærarar nágreiniliga skipa hetta, men nakrir felagsnevnarar tykjast í øllum førum at vera: Tøkni, Teams og fjarundirvísing.

Lærarar fjarstýra ætlanir, innihald og háttaløg heimanífrá við at brúka heimasíður, vikuætlan og samskifti á Teams.

Gylta millumloysnin

Hesin talgildi pallur hóskar seg væl til undirvísing og samskifti, tí øll í flokkinum kunnu savnast, síggjast og samskifta. Men neyðugt er helst at leita eftir tí gyltu millumloysnini, tá ið talan er um nýtslu, tí skjótt kann hetta verða meira møði enn føði hjá lærarum, foreldrum og børnum.

Lærarar mugu eisini ansa sær at ikki lata seg trýsta at byrja upp á nakað heilt nýtt, bert tí onnur gera tað. Lærarar hava metodufrælsi at skipa sína egna undirvísing – eisini í hesum tíðum.

Skilagott er eftir mínum tykki at nýta hendan KT-pallin til nágreiniliga undirvísing, ella til spurnarumfar eina avmarkaða løtu, har lærarin kann undirvísa ella svara spurningum frá næmingum. Eitt nú nýta fleiri lærarar vikuætlan á heimasíðum hjá flokkum, har uppgávur verða lagdar út. Tá er skilagott at avtala við flokkin at hittast til prát og ivamál eina løtu á teams.

Fjarleiðsla og vandar

Umráðandi er, at lærarar á onkran hátt seta seg í samband við foreldur og børn fyri at kanna, hvussu støðan er hjá børnunum, og um talan er um eitt nú ov nógv heimaarbeiði.

Tað er neyðugt at hugsa seg væl um hjá okkum lærarum, tá ið vit fjarstýra undirvísingina. Tað er nevniliga rættiliga ymiskt, hvussu støðan og skilið er kring Føroyar. Summi børn hava foreldur heima, meðan summi hava ikki. Og tað er eisini ymiskt, hvussu foreldur eru fyri fakliga (og viðvíkjandi sálarligum yvirskoti í hesum tíðum).

Ymiskar familjuumstøður

Umstøðurnar heima eru eisini nógv broyttar við eitt nú heimagangandi smábørnum og harvið truplum umstøðum at veita hjálp, um eitt barn hevur tørv er á tí. Tískil kann tyngjandi heimaarbeiði veruliga gera nýggja veruleikan enn verri. Og tað er óneyðugt.

Vit, sum ábyrgdarfullur yrkisbólkur, skulu sjálvandi halda samband við flokkin og einstøku næmingarnar við vikuætlan, teams ella telefonsamrøðum, men eftir mínum tykki eiga vit ikki at seta næmingar og foreldur í truplar støður ella lata okkum sjálv trýsta at ferðast ókendar leiðir í hesi heldur óvissu samtíð.

Vit eiga at vera sømilig, skiljandi og gera skúlan áhugaverdan og eisini fyri øll, meðan vit bíða eftir at sleppa aftur til arbeiðis á vanligan hátt.

 

  


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.