Tíðindi

Fyrilestur um endometriosu

26. apríl klokkan 18.30-21.00 verður tiltak í Starvsmannafelagshúsinum í J. H. Schrøtersgøtu 9 í Havn um endometriosu

07.04.2018

Tað vera Axel Forman, professari á Department of Obstetrics and Gynecology, Århus University Hospital, umframt umboð fyri Endometrioseforening í Danmark, sum hava innlegg og fyrilestur.

Sløk 10 prosent av øllum kvinnum hava endometriosu, men sjúkuavgerðartíðin er tíverri upp í 8-10 ár. Sjúkueyðkennini av endometriosu eru nógv pína, tá ið ein hevur menstratión og eggloysn, ógvislig bløðing, er deyðagivin, hevur pínu í samband við samlegu og hevur trupult við at gerast við barn; pínan kann vera kronisk og viðhvørt gerst ein óhjálpin av henni.

Evni, sum verða viðgjørd, eru t.d. hvør verður raktur, hvussu viðgerðin er, hvør heilivágur er, hvørjir møguleikarnir fyri at gerast við barn eru, hvussu pínan kann verða hjálpt, hvør nýggja granskingin er og so framvegis.

Fyrilesturin og undirvísingin er viðkomandi fyri kvinnulæknar, læknar, kvinnur við endometriosu, avvarðandi, heilsustarvsfólk, lærarar og onnur. Kvinnusjúkan, endometriosa, rakar kvinnum/gentum í ungum aldri. Um sjúkan verður staðfest seint, kann tað hava avleiðingar fyri kvinnuna seinni í lívinum, soleiðis at hon kan missa førleikan at vera virkin í antin arbeiðs-og/ella í privat lívinum. Ein lærari sær genturnar oftari enn t.d. ein heilsusjúkrasystur, og tí er tað viðkomandi, at ein lærari er upplýstur um sjúkuna, soleiðis at hann fær gjørt vart við tað. Tað kann bæði vera við til at minka um sjúkrafráveruna, og næmingurin kann fáa eitt fastari og støðugari tilknýti til skúlabonkin, um hann er kunnaður um sjúkuna.

Les meiri á www.endo.dk

Á myndini Axel Forman.
 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.