Tíðindi


Fyri fullsettum skúlastovum

Verkætlanin hjá Listaleypinum við professionellum listafólkum gongur í hesum døgum fyri fullum skúlastovum um landið. Interaktivi leikurin "Kríggj – í barnahædd" varð spældur millum 27. november og 1. desember í Kvívíkar skúla, Velbastaðar skúla, Hoyvíkar skúla, Tvøroyar skúla og Sørvágs skúla fyri 4. til 7. flokk

4. desember 2017

Felags fyri børn er tann natúrligi hugurin og tær natúrligu gávurnar til at spæla sjónleik, tí í huganum liva børn mitt í leikinum, sum eru tey ein veruligur partur av søgugongdini í leikinum. Børn eiga sínar natúrligu listagávur, meðan tey eru børn, og summi varðveita hesar natúrligu gávur og verða sjónleikarar seinni í lívinum.

Teir báðir donsku sjónleikararnir, Lise Lauenberg og Jacob Teglgaard hava ferðast í Føroyum við leikinum Kríggj – í barnahædd, og tað hevur verið teimum ein sonn fragd at oysa úr Listaleypinum, her Gunnvá Zachariasen, yrkisleikari hjá okkum í Føroyum er samskipari og verkætlanarleiðari hjá Listaleypinum, sum hetta skúlaárið fevnir um til samans 14 verkætlanir.  

Í leikinum "Kríggj – í barnahædd" leiða leikararnir børnini ígjøgnum eina søgu um kríggj í einum fjarskotnum landi, meðan teir lata børnini sleppa at føla og skifta sína vitan og tankar um kríggj ... og frið.

Summi børn hava kríggið sum sín næsta granna. Hjá øðrum børnum – og tað vil siga hjá børnum yvirhøvur – er kríggj javnt við telduspøl og nýggjársbrestir. Kortini fylla kríggj og yvirgangur nógv í huganum hjá flestum børnum. Fyrilitarleys sjónbond og ógvislig orð og ræðuligar myndir verða slongd út í miðlunum. Tíðum beint í barnahædd.

Hesir ráu, harðrendu, grummu tilburðir ávirka børnini, men tað kann vera torført at tosa um teir við tey. Tí hevur danski leikbólkurin Teatergrad skapt leikin "Kríggj – í barnahædd".

Leikurin er gjørdur í samstarvi við danska Reyða Kross, sum er av teirri fatan, at tað er umráðandi, at børn verða kunnað um kríggj og tess ræðuligu avleiðingar fyri at skapa vitan um støðuna hjá ofrunum og soleiðis skapa forstáilsi, empati og tilburðargongd.

Listagreinirnar í Listaleypinum fevna víða, frá tónleikaframførslum til interaktivar sjónleikir, bussframførslu, kórlæru, til filmsverksmiðju og myndaverksmiðju og eksperimentarandi framførslur við rættiliga alternativum ljóðførum umframt rokkar og karðar og onnur amboð úr fornari føroyskari tíð. Hetta eru alt listagreinir, ið fevna um forskúla og allar flokkar í fólkaskúlanum.

Hetta skúlaárið – 2017-18 – er Listaleypurin á tremur við forkunnugum verkætlanum við professionellum listafólkum, sum vitja skúlar í Føroyum.

Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Kommunufelagið og Mentamálaráðið fíggja og skipa fyri fyri at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist. Skúlarnir gjalda einki fyri Listaleypin. Kommunurnar, Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið bera allan kostnaðin.

Í løtuni er Gunnvá Zachariasen, yrkisleikari, samskipari og verkætlanarleiðari hjá Listaleypinum, ið hevur teldupostadressuna listaleypurin@listaleypurin.fo.

Myndin:

Her framføra teir báðir donsku sjónleikararnir, Lise Lauenberg og Jacob Teglgaard og 5. floksnæmingar í Hoyvíkar skúla interaktiva leikin "Kríggj – í barnahædd"

Tekstur og mynd: Sonne

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.