Tíðindi

Frá skúlaaftran til skúlagleði

27. mai verður forkunnugur evnisdagur í Smæruni í Havn við Hans Henrik Knoop, professara og granskara á Aarhus Universiteti og North West University í Suðurafrika. Ástøðið um flow fer at hava ein týðandi leiklut á evnisdegnum, sum Hans Henrik kallar: Fra skolevægring til skoleglæde: Hvordan man kan fremme flow, trivsel og faglighed for alle i skolen.

28.12.2023

Vísindi í dag siga okkum eina rúgvu um, hvat skal til, fyri at næmingar uppliva trivnað í skúlanum. Hans Henrik Knoop greiðir frá, at vit hava eina góða fatan av teimum týdningarmestu keldunum til trivnað, men at tað kemur meiri enn so fyri, at hesar keldur torna upp, og tá síggja vit ónøgdsemi, skulk og skúlaaftran millum næmingar.

Lukkutíð nýtist hetta ikki at verða gongdin, sigur Hans Henrik, sum lovar ein gevandi og inspirerandi dag, ið kemur at vera ein blanding av framløgum, orðaskifti og venjingum.

Á evnisdegnum fer Hans Henrik m.a. at bera fram nýggjastu gransking innan trivnað, har sjóneykan serliga verður sett á, hvussu fakfólk fáa skapt flowupplivingar, fakligt forvitni og yvirskipaðan trivnað fyri allar næmingar í fólkaskúlanum.

At vit hava ein ov stóran bólk av næmingum, sum missir hugin til at læra og fer úr fólkaskúlanum uttan grundleggjandi vitan, er ein stór avbjóðing, sigur Hans Henrik og nevnir umfatandi gransking, sum hann og starvsfelagar gjørdu á sinni.

Teirra gransking vísti m.a., at einans helvtin av næmingunum í 9. flokki ynsktu at læra meiri av undirvísingini, sum teir fingu. Men tað nýtist ikki at vera so, sigur Hans Henrik. Eitt stevnumið skúlans eigur at vera, at næmingar eru eins fakliga forvitnir síðsta skúladag, sum teir vóru fyrsta, men um hetta skal eydnast, er ein avgerðandi faktorur, at næmingar trívast, uppliva meining og regluliga koma í flowstøður.

Ástøðið um flow er eitt hitt mest nýtta innan gransking í positivari og námsfrøðiligari sálarfrøði. Í sínum arbeiði hevur Hans Henrik samstarvað við Mihaly Csikszentmihalyi, ið er maðurin handan ástøðið.

Eg minnist, at eg hugsaði, at tað var fantastiskt, at tað bar til at skriva so einfalt um nakað so stórfingið, og at tað bar til at umfata so nógv vísindi upp á mátar, sum vóru lættir at skilja uttan at einfalda ella avmarka nakað, fortelur Hans Henrik um tíðarskeiðið, har hann gjørdist varugur við potentialið handan ástøðið um flow.

Hvussu skal hugtakið flow skiljast?

Flow er enska heitið fyri eina sinnisstøðu, har viðkomandi er fullkomiliga hugbundin og til staðar í tí, hann ger. Hann merkir eldhuga og er greiður yvir, hvat skal gerast. Uppgávan er hvørki ov løtt ella ov torfør, men hóskandi avbjóðandi, at hann má gera sær ómak fyri at eydnast. Í flowstøðu gloymir ein seg sjálvan, er til staðar, tíðarkenslan hvørvur, og ein merkir djúpa innari motivatión. T.v.s., at tað, ið gjørt verður, ber lønina í sjálvum sær. At næmingar uppliva høgan títtleika av flowstøðum, eigur at vera eitt stevnumið í skúlanum, av tí at flowstøður hava við sær, at næmingar eru hóskandi avbjóðaðir, fullkomiliga hugbundnir og kensluliga í samband við tað, ið verður gjørt, og hetta ber við sær djúpa og meiningsfulla læring.

Børn eru fødd og spontant motiverað til at koma í flowstøður. Hetta er eyðsýnt, ímeðan tey spæla. Tey hava lætt við at fara heilhjartað inn í spælið. Men fyri mong menniskju fækkast flowstøðurnar, eldri vit gerast, og hetta er í summum førum ein avleiðing av, hvussu vit liva, og hvussu vit skipa skúlan, sigur Hans Henrik.

Hvussu fáa vit skapt flowstøður í skúlanum?

Gransking vísir, at títtleikin av flowupplivingum økist, tá ið næmingar:

Hava góðar møguleikar at virka frítt innan avtalaðar karmar. Lærarar kunnu ikki fjarstýra flow.
Hava ítøkilig mál, ásetingar og skilja endamálið.
Kenna seg hóskandi avbjóðaðar, har torleikastig kann broytast og neyvstillast.
Merkja, at teir eru á rættari kós og eru tryggir við at gera møguligar feilir.
Fáa hugsavnað seg, og viðurskifti, ið órógva, ikki eru til staðar. 

Omanfyristandandi fyritreytir eru javnan til staðar í t.d. ítrótti og frítíðarítrivum, ið fólk av velja, og hesar fyritreytir eiga at gerast størri partur av undirvísingini í skúlanum, tí hesar eru uppskriftin til flow.

Næmingar uppliva økta innlæring, trivnað og kreativitet, tá ið teir eru í flow. Teir verða avbjóðaðir á hóskandi hátt, tá ið talan er um teirra førleikar, og hetta ger, at teir áhaldandi verða motiveraðir av málum, sum stinga seg upp í lærutilgongdini. Í flowstøðum venja næmingar síni kreativu evni, har teir gera smáar feilir, men finna nýggjar loysnir, ið leingja um flowløtuna. Á henda hátt kann flow venjast, og tað er møguligt at hava fleiri flowupplivingar í einum skúladegi.

Hvat forðar flow?

Umstøður, har skúlin forðar flow, taka seg upp, tá ið næmingar gerast óvirknir, skulu sita stillir ov leingi, og tá ið stýringin av flokkinum verður gjørd á ein hátt, ið førir til, at næmingar kenna seg ótryggar og stýrdar. Hava næmingarnir eina kenslu av, at teir ikki skilja, hví teir skulu læra eitthvørt, verður úrslitið meiningsloysi, og meiningsloysi er ein vissur máti ikki at uppliva flow. Einfalt orðað er mátin at forða fyri flow í skúlahøpi, tá ið næmingar verða noyddir at læra okkurt, teir uppfata sum týdningarleyst, óáhugavert ella ov torført. Úrslitið av líknandi undirvísing ger, at tað, ið lærast skal, verður lært seint (um yvirhøvur) og gloymt skjótt. 

Aðrar persónligar orsøkir, ið kunnu forða fyri flow, eru t.d. lágt sjálvsvirði, har næmingar hava torført við at taka sjálvstøðugar avgerðir. Hava næmingar trupult við at hugsavna seg, ávirkar hetta møguleikan at uppliva flow, ímeðan strongdarupplivingar, so sum angist og tunglyndi, eisini eru forðandi faktorar. Men hóast persónligar trupulleikar eru vit menniskju tó øll gjørd til at uppliva flow. Øll kunnu uppliva flow. Tó hava summi lættari við at koma í flowstøður enn onnur. Orsøkin til hetta er ein samanrenning av arvafrøði, lívsupplivingum og umhvørvi.

Hans Henrik Knoop vísir á, at vit í dag hava væl prógvað vísindi, ið kunnu stuðla okkum í at skapa ein fólkaskúla, ið fremur skúlagleði.

Á evnisdegnum í Smæruni í Havn fer Hans Henrik at upplýsa luttakararnar og geva teimum íblástur til, hvussu fólkaskúlin kann virka til frama fyri, at allir næmingar uppliva flow og trivnað, samstundis sum teir læra og mennast.

Luttøka til evnisdagin 27. mai í Smæruni við Hans Henrik Knoop fæst við at senda ein teldupost til salarfrodi@salarfrodi.fo

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.