Tíðindi

Frá hálvthundrað í flokkinum til ein næming í Fámjin

Birnu Gaard longdist eftir at royna okkurt annað, enn læraralívið við nógvum næmingum á stórum skúla í høvuðsstaðnum, og øllum teimum fundunum og samrøðunum, sum hetta hevur við sær, umframt undirvísing. - Ferðin er ein onnur her, og ein skal ikki alla tíðina svara sms-boðum ella standa í bíðirøð, sigur Birna Gaard, sum trívist væl í Fámjin, har hon var nógv í barnaáunum.

10.02.2021

Í skúlanum Fámjin er ein lærari og ein næmingur. Birna Gaard er í løtuni einalærari í Fámjin. Hon er vágbingur, men hevur í mong ár búð í Havn, har hon eisini hevur fast starv sum lærari í skúlanum á Løgmannabreyt.

Birna Gaard er í løtuni ikki lærari í skúla við fleiri hundrað næmingum, har eini hálvthundrað eru í flokki saman, men í einum skúla, har einans ein næmingur er saman við lærara sínum.

- Eg var nógv í Fámjin í barnaárunum. Eg hevði ommu og abba her. Eg sá, at starvið sum lærari í Fámjin var leyst at søkja og hugsaði, at skúlin skuldi ikki stongjast, tí at ongin lærari var, sigur Birna Gaard.

- Og so er eisini gott at royna okkurt annað eina tíð, sigur Birna Gaard.

Birnu dámar væl at vera  lærari í Fámjin.

- Vit eru so at siga partur av skúlanum á Tvøroyri og eru javnan har og fylgja undirvísingini. Annars hevði hetta kanska kenst nakað einsamalt, í hvussu er, um talan var um mong ár, sigur Birna.

Birna, og næmingurin Dánjal, eru á Tvøroyri tvær ferðir um vikuna. Til ítrótt mánadag, og handverk og list týsdag. Í desember vóru tey tó heilt nógv í skúlanum á Tvøroyri, tí tey vandu jólaleik í 6. flokki, og Dánjal hevði ein av høvuðsleiklutnum.

Dánjal fer í skúla á Tvøroyri, tá hann skal í 7. flokk.

Góð kensla at gera mun

- Tað er ein góð kensla at fara heim og kenna, at ein hevur gjørt nyttu og mun, sigur Birna Gaard.

- Munur er á arbeiðsbyrðuni. Her sleppi eg undan øllum fundunum, sum fyltu nógv áðrenn. Og eg sleppi undan at svara sms-boðum og spurningum. Men ferðin er ein onnur. Øll kennast og hava tíð at tosa. Ein skal ikki renna alla tíðina og standa í bíðirøð. Sjálvsagt eru fyrimunir og vansar, men eg kenni meg privilegeraða, sigur Birna um starvið sum einalærari í Fámjin.

Birna býr í Sjúrðargarði, ella sum hon sigur, hjá ommuni og abbanum.

- Tað var partur av tí, ið mær hevur longst eftir. At vera her, er sum at vera barn aftur, sigur Birna Gaard.

 - Ferðin er ein onnur her, men sjálvsagt kann ein eisini renna í Fámjin. Men eg fann skjótt útav, at tað loysir seg ikki, sigur Birna, sum mangan hevur hugsað um, hvørjum tað er, vit renna eftir.

Og hóast restin av familjuni framvegis er í Havn, so gongur tað eisini.

- Familjan kemur suður, ella eg fari til Havnar. Tað ganga ongantíð meira enn 4 ella 5 dagar ímillum, at eg síggi dreingirnar. Og teir eru eisini so stórir nú, sigur Birna, sum nú tekur sær stundir til síni frítíðarítriv, eitt nú at ganga í kvøldskúla.

- Tað er gott at steðga á viðhvørt, sigur Birna Gaard.

Fakta

Birna Gaard, útbúgvin lærari í 2013 og ískoytisútbúgving sum skúlabókavørður í 2018 - fjarlestur á UCC.

Áðrenn tað í hotellvinnuni, m.a. sum hotellstjóri.

Hevur starvast í Eysturskúlanum og Skúlanum við Løgmannabreyt.

Í løtuni í starvi í skúlanum í Fámjin.

Ættað úr Vági. Búð í Danmark, Noregi og nú í Havn.

Gift Magna Jakobse,n og tey eiga tveir synir.

Tekstur og mynd: Dagfinn Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.