Tíðindi

Frá happing til góðar felagsskapir

Evnisdagur um happing

21.01.2019

Happing ávirkar alt lívið hjá barninum. Tey, sum verða happað, eru í vanda fyri at fáa álvarsamar og langtíðar trupulleikar við strongd, lágum sjálvsvirði, tunglyndi, sjálvskaða, angist og avbyrging, har tey bæði avbyrgja seg frá felagsskapum í og uttan fyri skúlan. Nýggj føroysk kanning vísir, at happing eisini fer fram í barnagørðum. Men hvat kann man gera, tá man stendur mitt í eini støðu, har happing fer fram – líkamikið um talan er um happing andlit til andlits, ella happingin fer fram on-line? Tað kanst tú hoyra nógv meiri um á stóra evnisdegnum, sum verður tann 9. mai, 2019.

Hvat fáa luttakarar burturúr?

Luttakararnir á evnisdegnum fáa innlit í, hvussu happing fer fram “handan leiktjøldini”, bæði á stovnum, í skúlum og on-line umframt, hvat tey, sum dagliga eru um børn og ung, serliga skulu leggja merki til. Dagurin er bygdur upp um trý upplegg, sum tær tríggjar: Helle Rabøl Hansen, Gro Emmertsen Lund og Gitte Klein halda. Tær greiða frá happing, happing, sum fer fram á sosialu miðlunum, happingarstøður (mobbepositioner), eksklusjónssnyrilin og relatiónsmenning. Harumframt greiða tær frá, hvussu man skaper eitt trygt umhvørvi, har dentur verður lagdur á styrkirnar hjá børnum og ungum og tær góðu søgurnar, fyri á henda hátt at fyribyrgja happing.

Tey trý uppleggini eru:

Happing á talgildum miðlum snýr seg um «meg» og «okkum»

Tað er høpisleyst at skilja millum "In Real Life" og "Online life". Hjá teimum flestu renna hesi bæði lívini saman í eitt. Felagsskapir hjá børnum og ungum eru eisini at finna í SoMe, bæði tá teir blóma men eisini, tá felagsskapir gerast felagsskapir, ið koyra onnur burturúr ella ekskludera tey. Nær er einstaklingurin partur av felagsskapinum, og nær er hann uttanfyri?

Helle Rabøl Hansen kemur við okkum á eina ferð, har bæði fatanin av teimum ungu, teirra sosiala lívi og happing verður sædd úr einum øðrvísi sjónarhorni. Hon gevur síni boð upp á, hvussu vit bjóða talgildu happingini og talgilda einseminum av á stovnum, í skúlum og í frítíðini.

Happing og relatiónsmenning

Í hesi framløgu leiðir Gro Emmertsen Lund okkum inn í, hvussu happingarfatanir, sannkenningaráðstøði og happingarinterventiónir hanga saman. At enda verður komið inn á, hvørjar møguleikar, tey professionellu, sum eru um børnini, hava at bróta happingarmynstur við at fokusera á og menna og styrkja relatiónirnar.

Positivt trivnaðararbeiði sum fyribyrging 

Í upplegginum verður greitt frá, hvussu man skapar eitt positivt umhvørvi, sum er sermerkt av góðum trivnaði bæði í barnagarði og í skúla. Dentur verður lagdur á styrkirnar hjá børnum og ungum umframt amboðið “Tann góði detektivurin”. Hetta amboðið er ment í Avstralia og lagað til føroysk viðurskifti. Tann góði detektivurin lærir børnini at leita eftir og viðurkenna tað góða, sum er í teirra gerandisdegi. Amboðið leggur dent á góðu søgurnar, og hvussu vit býta góðu søgurnar millum okkum.

Skráin fyri dagin: (fyribils - okkurt verður lagt afturat)

Kl.08.00: Skráseting og kaffi

Kl.08.30: Vælkomin v/Gitte Klein og Gro Emmertsen Lund

Kl.08.45: Endamálið við degnum v/Gitte Klein

Kl.09.00: Upplegg og process v/Helle Rabøl Hansen

Kl.10.30: Kaffi

Kl.10.50: Upplegg og process v/Gro Emmertsen Lund

Kl.12.20: Døgurði

Kl.13.10: Upplegg og process v/Gitte Klein

Kl.14.40: Panel-kjak (Helle, Gitte og Gro)

Kl.15.15: Uppsamling – áskoðanir á, hvussu vit skulu arbeiða við at fyribyrgja og handfara happing. Kl.15.30: Takk fyri í dag

Málbólkur: Lærarar, námsfrøðingar, skúla- og stovnsleiðslur, Heim og skúli, AKT-lærarar, ráðgevar og starvsfólk í umsitingini osfr.

Prísur: 2500 kr. pr. persón. Prísurin er við mati. Keyp atgongumerki her: https://ebillett.atgongumerki.fo/webshop/event/834666/order/main

Hevur tú spurningar, kanst tú senda ein teldupost til: grit@grit.fo ella ringja til 730730

Um uppleggshaldararnar:
Helle Rabøl Hansen: hevur granskað nógv í happing, og hon hevur verið fulltrúi í Børnerådet. Ph.d verkætlan hennara snúði seg um næminga- og læraralívið og happing. Hon hevur verið partur av granskarabólkinum handan stóru granskingargrundaðu verkætlanina um happing: eXbus. (Exploring Bullying in Schools). Harumframt hevur hon verið serfrøðingur í happing á DR-programserien Myginds mission. Hon hevur millum annað verið við til at gjørt kenda filmin um happing á netinum: https://www.facebook.com/centerforrummelighed/videos/1373985092618821/

Gro Emmertsen Lund er sjálvstøðugur ráðgevi og arbeiðir við íblástri úr sosialkonstruktivismuni. Gro er høvundur, fyrilestrar og skeiðshaldari og seriu-ritstjóri á Dansk Psykologisk Forlag. Gro Emmertsen Lund er útbúgvin lærari, hevur eina master í evaluering og hevur skrivað Ph.D. ritgerð í í Urecht universitet. Gro ráðgevur stovnum og fyritøkum, sum vilja røkka sínum málum við at styrkja samstarvið og samskiftið við íblástri frá sosialkonstruktivismuni. Gro hevur seinastu 6 árini undirvíst hjá Haslebo & Partnere´s á teirra socialkonstruktionistisku útbúgving fyri leiðarar og ráðgevar. Gro hevur skrivað eina rúgvu av greinum og bókum: tær seinastu í røðini eru: Socialkonstruktionisme i Organisationer – kort fortalt (2015), Relationsudvikling i Skolen (2014) and Kulturudvikling i skolen – Hvordan? (2015). Gro er harumframt partur av NO!SE: Network of Independent Scholars in Education. Tú kanst lesa meiri um Gro her: www.groemmertsenlund.dk

Gitte Klein er ráðgevi, høvundur og skeiðs- og fyrilestrarhaldari. Hon rekur fyritøkuna Grit – mennandi sálarfrøði. Gitte arbeiðir við íblástri úr positivari sálarfrøði, neurosálarfrøði og sosialkonstruktionismu. Gitte er útbúgvin lærari, hevur eina Master í Positivari sálarfrøði og lesur kandidat í sálarfrøði við Århus Universitet. Hon hevur sjálvonnur skrivað bókina: Mennandi sálarfrøði, sálarheilsa og trivnaður í verki.

Gitte Klein hevur starvast sum varaskúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt. Í dag arbeiðir hon sum ráðgevi hjá fyritøkum, stovnum, skúlum og ítróttarfeløgum, sum ynskja at leggja dent á styrkir, motivatión, sálarligan treystleika og avrik. Tú kanst lesa meiri um Gitte her: www.grit.fo

Vilt tú vita meiri?

Relationsudvikling i Skolen. Dansk Psykologisk Forlag.

Kulturudvikling i Skolen – Hvordan?. Dansk Psykologisk Forlag.

Mennandi sálarfrøði. Sálarheilsa og trivnaður í verki. Nám.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.