Tíðindi

Framvegis ov nógv tíðaravmarkað størv?

Játtanin til fólkaskúlarnar komandi skúlaár er á gáttini. Tá verður greitt, hvussu nógv størv – tíðaravmarkað og føst størv – verða lýst leys.

24.05.2023

Í  Føroya Lærarafelag verður bíðað í spenningi eftir, at tímarnir til ymsu skúlarnar fyri komandi skúlaár verða lutaðir út. Tá verður nevniliga greitt, hvussu nógv størv – tíðaravmarkað og føst størv – verða lýst leys. Føroya Lærarafelag hevur í nógv ár víst á, at tað eru alt ov nógv tíðaravmarkað størv í fólkaskúlunum. Hetta skúlaárið var søkt eftir nærum 100 lærarum til tíðaravmarkað starv.

- Vit rokna við batum á hesum økinum, tí bæði núverandi og undanfarni landsstýrismaður í skúlamálum hava sagt, at teir vilja arbeiða fyri, at tað verða fleiri føst størv og harvið eisini færri tíðaravmarkað størv.

Tað fara altíð at vera nøkur tíðaravmarkað størv í fólkaskúlanum fyri teir lærarar, ið eru í farloyvi, men tað rættvísger ikki so nógv, sum talan er um, vísir Jacob Eli S. Olsen á.

Tað er Undirvísingarstýrið, sum boðar skúlunum frá, hvussu nógv føst størv og tíðaravmarkað størv, ið skúlarnir kunnu søkja eftir, tí tey sita við játtanini til skúlarnar.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.