Tíðindi

Framtíðin uttan strongd

- Vit hava í ár valt at varpa ljós á framtíðina uttan strongd, tí at tað eru sera nógvir næmingar við angist í hesum døgum. Ung nú á døgum hava so nógv at velja í, so nógv tilboð av alskyns slagi, at tey vita ikki, hvat tey skulu og kunnu, siga skúlavegleiðararnir á Skúlatrøð í Klaksvík, Tina Purkhús og Bergljót Rond, hava lagt.

16.06.2021

Tríggir skúlavegleiðarar eru á Skúlatrøð, sum er næststørsti fólkaskúlin í landinum við umleið 740 næmingum. Yvirskriftin á ársætlanini hjá skúlavegleiðingini á Skúlatrøð í ár er framtíðin uttan strongd.

- Tað er ógvuliga frammarlaga í okkara tilviti, at tá ið vit miðla og kunna um ymiskt, næmingarnir skulu í holt við ella velja, um tað er skúli, útbúgving ella annað eftir loknan fólkaskúla, so gera vit tað á ein hátt, at teir ikki verða strongdir. Tað persónliga millum vegleiðara og næming er umráðandi, og vit hugsa tilvitað um ikki at leggja trýst á tey; í staðin lurta vit eftir teimum, vit peila okkum inn á, hvønn áhuga tey hava, hvussu tey hava tað og trívast og so framvegis; saman kunnu vit finna onkra leið, sum hóskar til teirra. Vit leggja stóran dent á, at vegurin til útbúgving og arbeiði nýtist ikki at vera beinur og skjótur; hann kann saktans vera sikksakk, skinklandi á skák og leitandi, og tú kemur kortini fram. Vit hava í ár valt at varpa ljós á framtíðina uttan strongd, tí at tað eru sera nógvir næmingar við angist í hesum døgum. Ung nú á døgum hava so nógv at velja í, so nógv tilboð av alskyns slagi, at tey vita ikki, hvat tey skulu og kunnu.

Skúlavegleiðararnir halda ikki, at tað er eitt ávíst slag av næmingum, sum kenna trýst á sær, og eitt ávíst slag, sum ikki letur seg ávirka av trýsti. Hinvegin halda Tina Purkhús og Bergljót Rond, at tað liggur eitt trýst ótilvitað bæði á teimum, sum klára seg væl, og teimum, sum klára seg minni væl í skúlanum.

- Sama hvussu tú klárar teg í skúlanum, um tú hevur eitt høgt ella lágt miðaltal, er tað ikki vist, at tað er tað rætta fyri teg at halda fram í miðnámi beint eftir fólkaskúla. Kanska er tað best at steðga á eitt ár ella so og arbeiða ella gera okkurt heilt annað. Kanska er viðkomandi skúlatroyttur. Ella kanska er viðkomandi ikki nóg búgvin ella klárur at fara beint á miðnám; tað er so nógv, sum kann spæla inn, og hetta hava vit frammarlaga í huga.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2021.

Mynd: Eyðbjørn Jacobsen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.