Tíðindi

Forskúli týdningarmesta árið í skúlanum

Allur tann fjálturin, sum hoyrir til at byrja í fyrsta flokki, er burtur ella lítil, tí umstøðurnar eru tryggar og kendar, og børnini kenna floksfelagarnar. Tí hevur forskúlin sera stóran týdning, heldur Eyvind Akraberg Hansen, lærari

19.04.2022

Ein greiður og týðiligur fyrimunur við forskúla, heldur Eyvind Akraberg Hansen, lærari í forskúlanum í Skúlanum á Fløtum, vera, at børn um sama aldur og í nøkulunda sama menningarstigi verða savnað, samanborið við barnagarð, har tey eru fleiri árgangir saman.

_ Í forskúlanum hava tey nógv ymisk børn at spegla sær í, og vit geva teimum stundir at spegla sær í hinum og at finna útav, hvørji tey eru hvør sær, hvussu tey loysa tvístøður og so framvegis. Aftrat er forskúlin í skúlanum, tað er á staðnum, har tey fara at ganga í skúla. Allur tann fjálturin, sum hoyrir til at byrja í fyrsta flokki, er burtur ella lítil, tí umstøðurnar eru tryggar og kendar, og tey kenna floksfelagarnar. Tí hevur forskúlin sera stóran týdning; í mínum hugaheimi er hetta tað týdningarmesta árið. Tú førir dagstovnin inn í eina millumstøð á veg inn í skúlan. Íkastið úr dagstovnalívinum fyllir nógv, og vit royna ikki at fáa forskúlan at líkjast skúla ov nógv. Tey eru í grundini barnagarðsbørn í forskúla, men av tí, at tey eru í skúla, so hendir tað av sær sjálvum, at ein broyting kemur í, og skúlin og tað fakliga kemur so líðandi. Nógv hava ta fatanina, at forskúli er skúli í merkingini, at tú ert í skúla og skalt læra ymiskt fakligt; eg hevði sjálvur ta fatanina fyrr, til eg kom at arbeiða í forskúlanum.

Forskúlin er skipaður sambært kunngerð; eingin almenn námsætlan er, men tey, ið starvast í forskúlanum í Skúlanum á Fløtum, hava orðað egna námsætlan.

- Tað hevur týdning at seta orð á tað, vit leggja dent á, eisini fyri at halda fast við tað, sum vit ætla at gera, men vit hava einki pensum, og einki, sum skal røkkast, tí árini kunnu vera so øgiliga ymisk, alt eftir, hvørji børn vit hava. Tí kann tað vera ymiskt, hvussu nógv vit gera burtur úr tí ymiska, eitt nú málmenning og talfatan, og hvussu langt vit koma í tí. Eitt ár gongur øgiliga skjótt, og tað hendir nógv; børnini hava ein ríkan gerandisdag, og vit hava tað stuttligt. Tey lurta væl, slúsurnar eru víðopnar, og tey eru so móttakilig og seta so gløggar spurningar.

Skúlin á Fløtum hevur tveir forskúlaflokkar við í alt 47 børnum hetta skúlaárið; pláss er fyri einum flokki aftrat. Tey eru tríggir lærarar og fýra námsfrøðingar um øll børnini. Normeringin er eitt starvsfólk fyri hvørji 9 børn, og raðfylgjan er lærari og síðan námsfrøðingur. Nøkur børn hava stuðul. 1. februar vóru 53 børn innskrivað til forskúlan komandi skúlaár, men innskrivingin er ikki liðug.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2022

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.