Tíðindi

Forskúlaforsprákari

Tom Joensen, fyrstilærari á Eiði, hevur verið fortalari fyri forskúla í mong ár. Hann hevur ongantíð dugað at skilt, at nakar skal hava hildið, at forskúli tekur ein part av barndóminum hjá børnunum

21.06.2017

- Tað ger mann slættis yvirhøvur ikki. Tað, mann ger, er, at mann tekur tey inn í eitt skúlaumhvørvi og fyrireikar tey øll soleiðis, at øll børnini eru nøkulunda á sama stigi ella hava sama møguleika, tá ið tey byrja í tí veruliga skúlanum, sum byrjar, tá ið tey fara í 1. flokk, sigur fyrstilærarin á Eiði.

Tom Joensen sigur, at tey, sum hava verið leingi í skúlanum, vita, at fortreytirnar eru ógvuliga ymiskar. Pallurin, børnini stóðu á, tá ið tey byrjaðu, kundi vera so ymiskur, at tað tók viðhvørt eitt hálvt ár, at fáa tey, sum vóru kanska ringast fyri at fáa tey upp hagar, sum var best fyri tey.

Tað, tey gera nú í Eiðis skúla, er, at tey hava skapt ein pall, ið hevur eitt minimum. Øll eru komin hagar.

- Tað nýtist ikki at vera kunnleiki, men hvussu vit bera okkum at, tá ið mann gongur í skúla, tá ið mann er ímillum tey størru, hvat plaga vit at gera?

Fyrstilærarin leggur dent á, at vit kenna alla rútmuna í øllum, og tey smáu børnini eru við í øllum, sum tey fáast við. Tá ið tey fara útferðir, ella tá ið tey sjónleik, ella tey hava jólatiltøk, morgunsang, ella hvat tað nú skal vera. So eru tey smáu børnini við á jøvnum føti við øll hini børnini.

- Og av tí læra tey ótrúliga skjótt, hvussu mann skal bera seg at, sigur Tom Joensen.

Teirra royndir á Eiði siga, at tá ið tey eru komin í 1. flokk, duga tey alt, sum øll hini duga.

- Tú sparir eitt hálvt ár í innskúling! Tú kanst fara beinleiðis til tað, sum skúlin í veruleikanum snýr seg um.

Altso, Tom Joensen, fyrstilærari á Eiði, er avgjørdur forskúlamaður, og hann skilir ikki, at vit í dagsins Føroyum byggja stórar skúlaeindir og ikki leggur upp fyri at gera hølir til forskúla.

- Eg skilji tað ikki!

Hann sigur, at forskúlaskipanin er ein kommunal skipan, sum kommunan ber útreiðslurnar av.

- Eg vil siga, at at sær komnar kommunur eiga at investera í forskúlaskipan, og nógvastaðni har, sum forskúlin er komin inn – hetta er eitt sindur av eini bumbu, eg veit tað væl – er eitt ávíst ynski um, at tað, sum eitur frítíðarskúli, kanska eisini skuldi gjørst ein partur av skúlanum.

Um tað verður til tað, veit Tom Joensen ikki, men ynskini ganga eitt sindur tann vegin.

Myndin:

Tom Joensen, fyrstilærari í Eiðis skúla, ivast ikki í, at at sær komnar kommunur eiga at skipa fyri forskúla. Hann er 100 prosent forskúlaforsprákari

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.