Tíðindi

Forritan á føroyskum

Tankin er, at øll eiga at fáa eina grundleggjandi fatan av forritan, soleiðis at vit kunnu stýra teldunum heldur enn at lata teldurnar stýra okkum, skrivar Ólavur Ellefsen, formaðurin í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið

7. apríl 2020

At duga at forrita er í dag eins grundleggjandi førleiki og at duga at lesa, skriva og rokna. Forrit gerast alsamt størri partur av okkara gerandisdegi, og tað er ilt at ímynda sær framtíðarvirksemi, ið ikki so ella so verður ávirkað av forritum.

Síðani 2016 hevur KT-felagið skipað fyri tiltakinum #rita1tíma í desember í skúlum í Føroyum, og undirtøkan hevur verið støðugt vaksandi. Tiltakið er samskipað við altjóða átakið Hour of Code, sum er á hvørjum ári.

Endamálið við #rita1tíma er at kveikja áhugan fyri forritan millum ung. Tankin er, at øll eiga at fáa eina grundleggjandi fatan av forritan, soleiðis at vit kunnu stýra teldunum heldur enn at lata teldurnar stýra okkum. Harumframt mennir forritan førleikarnar at loysa trupulleikar, hon styrkir evnini at samstarva og gevur næmingum amboð at vera skapandi.

Lærarar samskipa #rita1tíma í flokkinum - í summum førum hjálptir av fólki uttanífrá. Læringsspølini eru gjørd soleiðis, at tað ber til hjá næmingunum sjálvum at loysa avbjóðingarnar, og tað ber til hjá hvørjum einstøkum at stýra, hvussu skjótt ella seint tað skal ganga. Lærararnir skipa fyri, seta í gongd, vegleiða og taka samanum.

Ein ørgrynna av ymiskum #rita1tíma-avbjóðingum finnast, og fyrstu árini vóru avbjóðingarnar, sum føroysku næmingarnir fingu at loysa, á enskum ella øðrum útlendskum máli. Ein afturvendandi viðmerking frá lærarum var, at tað hevði verið betri, um tað var á føroyskum.

Í 2019 vóru vit tískil nøkur, sum fóru undir at umseta eina av #rita1tíma-læringsskipanunum til føroyskt. Vit valdu at umseta blokkaspølini, sum stava frá Google, og hvørs keldukoda er opin. Tað gekk lutfalsliga lætt og skjótt at umseta og fáa føroyskt góðkent sum mál. Úrslitið er tøkt umvegis www.rita.fo, og av tí at keldukodan er opin, ber lættliga til hjá øðrum at koma við sínum ískoyti.

Eins og aðrar #rita1tíma-skipanir eru blokkaspølini ein røð av námsfrøðiligum spølum, ið læra teg at forrita. Tey eru ætlað teimum, ið ikki hava nakrar royndir innan forritan. Tá tú ert komin gjøgnum spølini, ert tú til reiðar at brúka vanlig forritanarmál grundað á tekst.

Talan er um 8 ymisk blokkaspøl, sum fevna um grundleggjandi evnini í forritan. Í fyrstu atløgu verður forritað við blokkum, men í síðstu blokkaspølunum ber til at forrita við Javascript, ið er eitt sera útbreitt forritanarmál, ið serliga verður brúkt til appir og heimasíðuskipanir.

Næmingarnir læra um einstøku lutirnar í forritan, um variablar, um treytaða gjøgnumføring, um endurtøkur og um funkur. Eitt av blokkaspølunum snýr seg um at nýta støddfrøði til at forrita teknifilmar, og eitt annað snýr seg um at forrita tónleik. Í síðsta blokkaspælinum forritar tú eina dunnu, sum við snildum og góðari forritan skal vinna á hinum dunnunum í eini tjørn.

Tað ber illa til at náa øll 8 blokkaspølini upp á ein tíma, men tað ber til at arbeiða víðari við blokkaspølunum antin í skúlanum ella heima, tá tann fyrsti tímin er brúktur. Skipanin er tøk alt árið.

Fyri at luttaka er neyðugt at hava teldu ella teldil, og tað ber til at taka blokkaspølini niður og forrita uttan internetsamband. Tað er ókeypis at luttaka í #rita1tíma.

Samanlagt 457 næmingar í 27 flokkum í 9 skúlum vóru skrásettir til tiltakið í 2019. Lutakast var millum luttakandi flokkarnar um ein biograftúr fyri allan flokkin, og 6.b á Skúlatrøð vann.

Næsta #rita1tíma verður 7.-11. desember 2020. Vónandi eru uppaftur fleiri við tá.

Klumman stendur at lesa í Skúlablað nr 2, 2020, sum júst er komið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.