Tíðindi

Fornt er jólagávan til børnini í ár

Fornt - nýggjur útvarpsleikur í Kringvarpinum í desember

01.12.2020

Fornt er nýskrivaður útvarpsleikur í átjan pørtum. Leikurin er nútíðarleikur, ið er ætlaður teimum eldru børnunum.

Fornt er eitt heimskent telduspæl, sum er sera spennandi, tí her kanst tú granska og jagstra. Eiri, sum gongur í 6.flokki, er høvuðspersónurin í Fornt. Við Eira skilja vit, hvussu dragandi telduheimurin kann vera. 

Elin á Rógvi hevur skrivað útvarpsleikin Fornt. Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina. Sakaris Emil Joensen hevur gjørt tónleikin, Elin á Rógvi eigur orðini. Talan er um tveir sangir og eitt eyðkennislag. Eitt verk eftir Atla Petersen setir sín serliga dám á næstseinasta part.

Til útvarpsleikin hevur Nám gjørt undirvísingartilfar, soleiðis at tað ber til hjá næmingum at fara inn á Snar.fo gerandismorgnar í desember. Útvarpsleikurin - Fornt er at hoyra hvønn gerandismorgun klokkan 7.15, og er at finna á KVF.fo/VIT/FORNT ella við at trýsta á Kuldakrákuna. Kom við Eira á ferð og lurta eftir Fornt, ið kann nýtast uttan skíggja, tú kanst eta morgunmat, koyra bil og allar myndirnar koma ókeypis í høvdið. 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.