Tíðindi

Foreldur størri týdning fyri læruúrtøkuna hjá børnum enn lærarar

Tað er ikki skúlin, sum hevur størst týdning, tá ið talan er um, hvussu børn læra. Hinvegin er tað foreldrini. Men tað er hvørki sosiala bakgrundin hjá foreldrunum ella førleiki teirra at hjálpa børnunum við skúlatingum, sum eru avgerandi. Tað er hinvegin, hvussu væl foreldrini duga at tosa við børn síni. Tað sigur Charles Desforges, professari á University of Exeter, sum í fleiri áratíggju hevur granskað í hesum evninum.

12.11.2021

Skolebørn, sum er tíðarritið hjá foreldrum at skúlabørnum í Danmark, reisir spurningin, hvønn týdning og hvørja ávirkan eldhugin og áhugin hjá foreldrum hevur á avrikini, børnini gera í skúlanum, í grein í seinastu útgávuni. Spurningin setir blaðið Charles Desforges, professara, sum hevur granskað í undirvísing, læring, eldhuganum hjá foreldrum og skúlaleiðslu. Hann hevur alt sítt yrkislív verið granskingarráðgevi hjá ymsum týðandi stovnum í Onglandi og aðrastaðni. Granskingin hjá honum vísir eitt nú, at eldhugin hjá foreldrunum hevur stóran týdning fyri, hvussu børn heilt niður í 7 ára aldur læra. Men eisini, at eldhugin hjá foreldrum heldur á at hava týdning fyri, hvussu nógv børnini læra. 

Men hvat vil tað í grundini siga? Merkir tað, at foreldur skulu vera hjálparlærarar heima? Nei, er greiða svarið frá enska professaranum. Eldhugin merkir ikki, at foreldur skulu virka sum lærarar. Hinvegin snýr hann seg um at tosa meiri við síni børn.

”Summi foreldur ganga ógvuliga høgt upp í síni børn. Tey eru nógv saman við teimum, tosa við tey, spæla við tey. Taka lut í spølum saman við teimum og serliga í samrøðum. Tey tosa við tey og ikki til tey. Við øðrum orðum: Eldhugin hjá foreldrum – ella vantandi eldhugin – hevur sera nógv at siga fyri málmenningina og harvið fyri, hvussu stór framstig verða gjørd, tá ið talan er um læring,” sigur hann.

Fyrimunurin stendur við

Tað kann kanska undra, hví prátið heima hevur so stóran týdning fyri innlæringina. Tí skúlin snýr seg um so nógv annað enn málsligar lærugreinir, men so snævurt ber ikki til at síggja henda problematikkin. Tað snýr seg ikki um at fremja evnini hjá børnunum í ávísum lærugreinum.

”Málmenning er ikki menniskjaligi eginleikin, sum stendur í miðdeplinum,” greiðir Charles Desforges frá og viðurkennir, at vit kunnu læra nógv við ongum máli – deyv børn læra eitt nú nógv. Og sjálvandi hava vit eisini brúk fyri vitan, tí uttan vitan kunnu vit ikki tosa við um talv, bilar ella hvat tað skal vera.

Men mál hjálpir okkum í stóran mun at læra, hugsa og vera saman við øðrum. Sum Charles Desforges orðar tað: ”Evnini hjá børnum at føra eina samrøðu gevur brenniovni til og kveikir læring.”

Hann minnir okkum á, at tá ið ein árgangur av børnum byrjar í skúlanum, er mangan talan um ógvuliga stórar munir í málsligu menningini í einum og sama flokki. Tá ið børn eru um 5 ára gomul, eru summi, sambært Charles Desforges, líka væl fyri málsliga sum ein miðal 9 ára gamal, meðan onnur framvegis eru á pinkubarnastignum, tá ið talan er um evnini at tosa.

”Børn, sum hava ment málið, hava ógvuliga stórar fyrimunir í mátanum tey samskifta við læraran, javnaldrarnar og alt tað, tey skulu læra. Og tey missa aldri henda fyrimunin,“ sigur hann.

Ikki ein spurningur um sosialan klassa

Men hvør er orsøkin til, at so stórir munir eru í málsligu menningini hjá børnum? Og í evnunum og orkuni hjá foreldrum at tosa við børn síni? Charles Desforges ásannar, at orsøkirnar kunnu vera mangar. Familjan hevur týdning. Ommur og abbar og eldri systkin hava eisini ein leiklut. Og tað eru eisini onnur viðurskifti, so sum heilsa, sum hava nakað at siga fyri málsligu menningina.

Men enski professarin heldur fast við, at málsliga umhvørvið heima og dygdin av málinum, sum børnini hava verið partur av fyrstu árini, hava stóran týdning. Henda dygdin hevur – hóast vit ofta hoyra tað – einki við sosialan status at gera, heldur enski professarin.  

”Nøgdin og dygdin av eldhuganum hjá foreldrunum er treytað av nógvum viðurskiftum, og nógv av hesum hava lítið við sosialan status at gera,” sigur hann.

Summi foreldur eru væl fyri fíggjarliga og hava tí møguleika at geva børnum sínum góðar umstøður, so sum nógv pláss, leikutoy, upplivingar, feriur, mat og annað. Onnur hava ikki so góðar fíggjarligar umstøður, og lívið hjá teimum er eyðkent av tí øvuta, men:

”Eisini innan fyri sosialar klassar er stórur munur á eldhuganum hjá foreldrum. Summi rík foreldur eru nógv saman við børnum sínum, men eisini foreldur, sum eru fíggjarliga sperd, eru nógv saman við børnum sínum. So tú kanst vera eitt barn í einum vælhavandi heimi og hava foreldur, sum ganga høgt upp í teg, og tú kanst vera eitt barn í einum fátækum heimi og liva í fátækradømi, men kortini hava foreldur, sum ganga sera høgt upp í teg,“ sigur Charles Desforges.

Krevur ikki servitan

Tíverri hevur hann sæð alt ov nógv foreldur, sum ikki geva sær tíð at tosa við børn síni og einki leggja í at tosa við børnini. Nógv foreldur halda, at tað er ringt at tosa við børn.

”Tað eru serfrøðingar sum eg á hesum øki, men tað krevur ikki servitan at tosa við børn síni. Vit hava síðan tíðarinnar morgun gjørt tað,” vísir hann á og hevur nøkur ráð til foreldur um, hvussu tey kunnu koma í gongd við at tosa við børnini.

Men Charles Desforges undirstrikar, at skúlarnir sjálvandi eisini hava eina ábyrgd. Málsliga menningin hvílir ikki bara á herðunum á foreldrunum. Skúlarnir skulu eitt nú stuðla foreldrunum í hesi uppgávuni. Tað kann vera trupult, tá ið vit vita, at nógvir skúlar hava truplar umstøður at røkka øllum, teir skulu: Men:

“Hjálpa vit ikki hesum børnum so skjótt og nógv sum til ber, fer tað at avmarka teirra møguleikar at klára seg væl í skúlanum, og tað fer aftur at hava ávirkan á øll viðurskifti í lívi teirra,” ávarar hann.

Danski felagsskapurin, Skole og Forældre, gjørdi í 2018 verkætlanina Lær med Familien, sum hevði til endamáls at styrkja samstarvið millum heim og skúla og áhugan hjá foreldrum fyri skúlagongdini hjá børnunum.  

Kelda: skoleborn.dk

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.