Tíðindi

Foreldur kunnu mangan síggja frammanundan, um barnið er orðblint

Tey nærmastu hava mangan tíðliga varhugan av, um barnið fær trupulleikar at lesa og skriva. Tað vísir norsk kanning.

09.09.2022

Millum 5 og 10 prosent okkara megna ikki at skriva tað, sum heilin hugsar. Fyrr í tíðini vóru tey, sum ikki megnaðu at skriva rætt, mett at vera seinfør ella býtt, men í dag vita vit betur. Nógv kend fólk hava verið opin og tosað alment um, at tey hava lesi- og skrivitrupulleikar. Tó er tað ein sannroynd enn, at hjá mongum verður tað seint uppdagað, at tey hava trupulleikar at lesa og skriva. Hóast nógv størri vitan og opinleika eru tað nevniliga enn nógv børn, sum fara ígjøgnum eitt heilt skúlalív uttan at nakar hevur varnast, hvørjar trupulleikar tey hava.

– Tað er rættiliga ymiskt frá skúla til skúla og lærara til lærara, sigur Turid Helland, professari í logopedi við Universitetið í Bergen. Hon hevur staðið á odda fyri eini kanning, sum er almannakunngjørd í Dyslexia

Stórt kjakevni

Eisini í Noregi hevur tað leingi verið kjakast um, um málsliga menningin hjá barninum eigur at verða kannað og kortløgd longu í barnagarðinum. Myndugleikarnir vilja tað, tí teir halda, at tað hevur týdning at finna fram til tey børnini, sum tørvar hjálp og stuðul at menna málið so tíðliga sum til ber. Hetta hevur elvt til stórt kjak. Tí nógv í útbúgvingarverkinum og starvsfólk í barnagørðum er nógv ímóti at kanna børn. Tey óttast fyri, at barnagarðurin verður eitt slag av skúla, har børnini skulu avrika og framleiða og ikki spæla frítt, sum tey vilja.

Ikki neyðugt at kanna

Men tað er ikki neyðugt at kanna børnini fyri at finna út av, um tey fara at fáa trupulleikar at lesa og skriva í skúlanum. Tað bendir ein kanning, sum er gjørd í Bergen, á. Kanningin er partur av størri kanning, sum eitur Bergen Longitudinal Dyslexia Study

Tey, ið eru barninum nærmast og forskúlalærari, ið kennir barnið væl, kunnu hava varhugan av, hvussu lesi- og skrivimenningin hjá barninum fer at vera, vísir kanningin á. Í spurnablaðnum verða tey spurd um, hvussu barnið er ment málsliga, um tað eru arvalig viðurskifti, so sum orðblindni í familjuni, og eisini hvussu motoriska menningin er.

Fylgt børnunum leingi

Granskararnir í Bergen hava fylgt einum bólki av børnum í 15 ár. Tey 109 børnini, sum taka lut í kanningini, eru úr øllum landinum, og foreldur teirra hava eisini svarað spurningum, tá børnini vóru 5, 11 og 15 ár. Svarini, tey koma við, peika í somu ætt øll hesi árini, sigur Helland.

– Út frá hesum svarunum hava vit sæð, at tey, sum standa barninum nærmast, í grundini kunnu avdúka sannlíkindi fyri orðblindni longu áðrenn børnini byrja í skúla. Hetta er sjálvandi ikki 100 prosent vist, men svarini eru góð ábending, eisini um barnið eigur at verða kannað nærri.

Ein kensla av at alt ikki er í lagi

Vanliga læra børn ikki at lesa fyrr enn tey eru í fyrsta ella øðrum flokki. Tí ber ikki til við vissu at siga, um barnið fer at stríðast við at skriva og lesa, fyrr enn tey eru byrjað í skúlanum. Men foreldur hava mangan eina greiða kenslu rættiliga tíðliga, hvussu barn teirra er fyri at læra, hóast skúlin ikki hevur gjørt vart við nakað, sigur Helland. Granskararnir í granskingarverkætlanini hava gjørt eitt einfalt spurnablað ætlað børnum í forskúlaaldri. Tey, sum skulu svara spurnablaðnum, eru tey, sum eru nærmast barninum, foreldur, eisini starvsfólk á stovni og forskúla. Helland heldur, at barnagarðar kunnu brúka hetta spurnablaðið við tí fyri eyga at finna fram til børn í vandabólki. Vandabólkurin verður mettur talgilt út frá svarunum, ið koma.

– Tá ið vit út frá spurnablaðnum finna ymiskt, ið bendir á, at barninum tørvar hjálp, mæla vit til, at barnið verður kannað gjølla. Henda útgreiningin kann siga gjøllari, um nakað er um tað, sum spurnablaðið hevur bent á.

Orðblindni kann arvast

Granskararnir hava tilvitað gjørt spurnablaðið einfalt, tí tey vita, at foreldur, sum hava børn við orðblindni, mangan eisini sjálv hava orðblindni.

Arvur er nevniliga ein av fleiri vandateknum fyri at fáa orðblindni.

– Tað eru ofta fólk í familjuni, foreldur, systkin ella onnur, sum stríðast við at lesa og skriva.

Áhugavert kjak

Monica Melby-Lervåg er professari í sernámsfrøði við Universitetið í Oslo. Hon hevur eitt nú kannað eldri kanningar av børnum, hvørs foreldur hava orðblindni ella lesitrupulleikar. Har er hon komin fram til, at børn, sum hava foreldur við orðblindni ella lesitrupulleikum, í miðal eru í 45 prosent størri vanda at fáa trupulleikar at lesa.

Melby-Lervåg heldur, at kanningin frá Bergen, er áhugaverd, tí hon gevur eitt áhugavert íkast til kjakið um, hvørt mann longu í barnagarðinum kann síggja, hvør fer hevur orðblindni.

– Tað er áhugavert við hjálp av einum spurnablaði ætlað foreldrum og starvsfólki í barnagørðum at fáa so nógvar upplýsingar um barnið, og um sannlíkindini eru fyri orðblindi í framtíðini.

Hon heldur, at tað átti at verið mannagongdir í øllum barnagørðum, har tað verður kortlagt, um lesi- og skrivitrupulleikar eru í familjuni, og hvussu málmenningin hjá barninum hevur verið.

Nógv detta niðurímillum

Tað ber kortini ikki til við vissu at siga, um eitt lítið barn fær orðblindni seinni í lívinum, sigur Melby-Lervåg.

Hóast granskararnir hava brúkt amboð, sum ger, at nógv verða fangað, so er tað kortini ikki so gott, at øll verða fangað, heldur hon.

– Dysleksi ella orðblindi er jú lesitrupulleikar, og tí ber ikki til at siga, um ein barn fær slíkar trupulleikar, fyrr enn tað hevur fingið undirvísing í at lesa. Vit kenna summi vandaviðurskifti í forskúlaaldri, men hesi eru ikki eintýðug. Tað eru eisini mong, sum hava hesi vandateknini, sum ikki fáa lesitrupulleikar.

– Hóast vit kortleggja øll børn, eru tað nógv, vit ikki fáa fatur á. Tað fara altíð at vera børn, sum ikki fáa trupulleikar at læra at lesa, hóast kortleggingin bendir á tað.

Hjartanemandi søgur

Helland sigur, at hon sum granskari hoyrir hjartanemandi søgur frá foreldrum, sum ikki eru hoyrd.

– Tað eru nógvar søgur um børn, sum missa sjálvsálitið og fáa eitt stríggið lív orsakað av lesi- og skrivitrupulleikum. Men vit hoyra eisini søgur, sum siga, hvussu væl nógv klára seg, hóast tey hava stríðst við orðblindi.

Kelda: forskning.no

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.