Tíðindi

Foreldur eru umráðandi fyri orðfeingið hjá børnum

Hvat fyri ávirkan hevur umhvørvið heima á orðfeingið og málsligu menningina hjá barninum? Áður hevur gransking víst, at bakgrundin og heimaumhvørvið hjá barninum hevur stóra ávirkan. Tí er Kari-Anne Bottegaard Næss, professari við Instituttið fyri sernámsfrøði, UiO í Stavanger í Noregi, í holt við at granska nærri í, hvat tað er í heimaumhvørvinum, sum hevur serligan týdning. Fyribils úrslit vísa, at sera trý viðurskifti hava stóran týdning.

4. september 2020

Hvat fyri ávirkan hevur umhvørvið heima á orðfeingið og málsligu menningina hjá barninum? Áður hevur gransking víst, at bakgrundin og heimaumhvørvið hjá barninum hevur stóra ávirkan. Tí er Kari-Anne Bottegaard Næss, professari við Instituttið fyri sernámsfrøði, UiO í Stavanger í Noregi, í holt við at granska nærri í, hvat tað er í heimaumhvørvinum, sum hevur serligan týdning. Fyribils úrslit vísa, at sera trý viðurskifti hava stóran týdning.

Hvussu nógv foreldur tosa við børn síni
Tað ávirkar málsligu menningina hjá barninum, hvussu nógv orð tað hoyrir, hvussu ofta tað hoyrir eitt orð, í hvørjum høpi og samanhangi tað hoyrir orð, og hvussu nógv ymisk orð, tað hoyrir.

Hvussu foreldur tosa við børn síni 
Tað snýr seg um væntanir, sensitivitet, spurningar og afturmeldingar. Foreldur eiga at hyggja upp á barnið, tá ið tey tosa við tað, og at vænta svar, tá ið tey seta spurningar. Tey kunnu eitt nú seta spurningar á ymiskan hátt. Tey kunnu vísa til okkurt ítøkiligt og peika samstundis, sum tey biðja barnið seta orð á tað, ella tey kunnu seta abstraktar spurningar, um hvat barnið heldur, at øðrum dámar og hví.

At foreldur svara og hvussu tey svara og melda aftur eggjar barninum at tosa víðari. Stuðlandi og eggjandi svar kunnu tey geva við at taka upp aftur og orða av nýggjum tað, sum barnið sigur, og leggja nýggj orð og orðingar aftrat ella at taka í evnið, sum barnið er byrjað at tosa um og víðka tað. Tey kunnu eisini biðja barnið útdjúpa tað, sum tað sigur, og grundgeva fyri tí, tað sigur.

Hvat foreldur gera saman við børnum sínum, og hvussu tey tosa við tey um tað, tey gera
Børn læra skjótari orð, um tey heima eru von við eitt nú at lesa saman og sjálv, gitispøl og onnur spøl, gátur og líknandi. At spæla og gera ymiskt saman, ja, enntá hyggja í sjónvarp ella brúka talgildu miðlarnar kann vera gott fyri at læra orð, men treytin er, at foreldrini tosa við børnini um tað, tey gera og hyggja at.

Næss sigur, at tað at kunna foreldur um, hvussu tey kunnu ávirka menningina av orðfeinginum hjá børnunum, og hvat tey kunnu gera heima, kann hava avgerandi týdning fyri einstaka barnið og kann vera við til at javna stórar sosialar munir.

Øll málstimbran avgerandi

Tað er í øllum førum púra greitt, at øll málstimbranin, sum barnið fær, hevur týdning fyri, hvussu ríkt orðfeingi tað hevur sum vaksin.

– Við allari teirri vitan vit hava nú, kann eg uttan at himrast við siga, at tað átti at verið ein mannarættur at hava atgongd til ríkt orðfeingi. Orðfeingið er avgerandi fyri, hvussu barnið klárar seg í skúlanum og seinni í lívinum.

Kelda: uv.uio.no

savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.