Tíðindi

Foreldur eiga at vísa skúlanum størri áhuga

- Tað undrar meg nógv, at áhugin fyri stovninum, sum børnini eru í í 10 ár, ikki er nógvar ferðir størri enn hann er, ikki minst í ljósinum av, at fólk í dag seta krøv og hava væntanir til alt, sigur Jóngerð Nielsen, forkvinna í Heimi & skúla.

15.01.2018

Hvørja ítøkiliga ávirkan foreldur hava sum foreldraumboð í skúlanum, veldst um, hvussu samstarvið er í einstaka skúlastýrinum.

- Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu virkin ymsu skúlastýrini eru. Summi skúlastýri eru sera virkin og eru sjónlig í arbeiðinum í skúlanum, meðan onnur eru ikki so virkin. Heim & skúli leggur upp til, at skúlastýrini gerast sjónligari og fáa meiri ávirkan á tað, sum hendir í skúlanum. Virknari skúlastýrini eru, betri møguleika hava foreldraumboðini at fáa innlit í, hvat hendir í skúlanum. Hava tey ikki hetta innlitið, hava tey heldur ikki møguleikan at gera seg galdandi, sigur Jóngerð Nielsen, forkvinna í Heimi & skúla.

Til várs hevur Heim & skúli ætlanir um at skipa fyri einum felagstiltaki fyri foreldraumboðini kring landið; endamálið er at varpa ljós á dentin av góðum samstarvi, og hvussu ymiskt skúlastýrini leggja dent á tað grundleggjandi samstarvið í skúlanum, millum foreldravaldu umboðini og skúlan.

- Tað vísir seg at vera ein avbjóðing at fáa foreldur enn meiri virkin í skúlastýrisarbeiðið og at bjóða seg fram til skúlastýrisvalið. Nógv vita ikki, hvussu stórt innlit tey fáa í skúlagongdina hjá barni sínum við at gerast virkin í skúlastýrinum, ei heldur, hvørjar heimildir skúlastýrið hevur. Heim & skúli er ein týðandi partur í foreldraumboðanini í skúlastýrinum. Vit vilja gera arbeiðið hjá foreldrafelagnum sjónligari, umframt at varpa ljós á, hvussu stóran týdning heim og skúla-samstarv hevur. At bjóða seg fram til skúlastýrisarbeiðið og gerast virkin í tí er ein gáva, tú kanst geva tær sjálvum. Nógv foreldur senda børn síni í skúla í 10 ár uttan at tey vita, hvat gongur fyri seg í skúlanum. Vendir tú hesum á, kanst tú fáa alt tað innlit, tú vilt, við at gerast virkin í skúlastýrinum ella yvirhøvur at gerast virkið foreldur í skúlagongdini hjá barninum. Eg havi ilt við at skilja, hví tað eru so fá, sum sjálvboðin bjóða seg fram, og at tað nógva staðni stendur á at fáa nóg nógv fólk á listan, tá val til skúlastýrið er. Tað átti heldur at verið gravgangur at sleppa framat í skúlastýrinum. Hugsar tú um einstaka barnið, so er tað ein vinningur fyri tað, at foreldrini eru væl vitandi um tað, sum gongur fyri seg í skúlanum. Tað er nakað grundleggjandi, tú leggur í títt barn, og tað er nakað grundleggjandi, tá ið hugsað verður um normar og læring hjá einum barni, at tú hevur áhuga fyri skúlagongdini. Vit síggja øvut, at tá børn eru á dagstovni eru foreldrini sum heild ógvuliga tilvitað um, hvat tey vænta og hvørji krøv tey seta, men tað sýnist, sum tá børnini koma í skúla, so fjarar áhugin burtur.

Tað er sjón fyri søgn, at nógva staðni møta fá foreldur upp til tiltøk, sum skúlin skipar fyri, foreldrafundir, foreldratiltøk og annað.

- Tað undrar meg at hoyra foreldur gremja seg um altíð at skula á foreldrafund; tey áttu heldur at verið takksom fyri at verða boðin til fundar at tosa um barnið ella skúlaviðurskifti hjá barninum; tað undrar meg nógv, at áhugin fyri stovninum, sum børnini eru í í 10 ár, ikki er nógvar ferðir størri enn hann er, ikki minst í ljósinum av, at fólk í dag seta krøv og hava væntanir til alt. At umbera seg við ikki at hava tíð, er vánalig umbering. Ikki at orka at taka á seg at hava áhuga, er heldur ikki nóg gott, tí foreldur eiga at vera forvitin um skúlagongdina hjá børnum sínum. Tað tekur tíð at arbeiða við hesum hugburðinum, og vit kunnu bara broyta hann saman við skúlanum og lærarunum.

Vantandi áhugin fyri skúlanum er eitt evni, sum verður nógv umrøtt á fundum í Heimi & skúla; felagið hevur einki svar, men vónar, at tað í arbeiði sínum kann vísa á, hvussu umráðandi tað er, at foreldur hava áhuga fyri skúlagongdini hjá børnum sínum.

Á myndini nevndin í Heimi & skúla.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.