Tíðindi

Flokslæraraleikluturin endurskoðaður

Fólkaskúlalógin verður endurskoðað, og í hesum sambandi verður hugt at uppgávuni hjá flokslæraranum.

28.06.2021

Landsstýrismaðurin við skúlamálum ásannar, at flokslærarin hevur stóra uppgávu og stóra ábyrgd, og at tíðin røkkur valla til alt. Tí verður í næstum ein nevnd sett, sum skal endurskoða fólkaskúlalógina, harundir eisini uppgávuna og ábyrgdina hjá flokslæraranum. Hvat nevndin hugsar eigur at verða broytt og tillagað, vita vit ikki, fyrr enn tað arbeiðið er liðugt seinni í hesum árinum, men landsstýrismaðurin hevur nakrar hugsanir, sum kunnu verða umrøddar í hesum arbeiðnum. Hann heldur, at tað eigur at vera ein ventilur í skipanini soleiðis, at hevur flokslærarin ein flokk, har fleiri næmingar eru, ið hava avbjóðingar av ymsum slagi, so eigur hann at fáa eyka niðurskurð í undirvísingartíðini. Í dag er skipanin soleiðis, at niðurskurður verður latin, alt eftir næmingatalinum í tí flokkinum, har lærarin er flokslærari. Fýra tímar fyri hvønn næming í 1. flokki og tríggjar tímar fyri hvønn næming í 2.-10. flokk.

- Eg eri samdur við tey, sum siga, at flokslærarin hevur eina stóra uppgávu, og at umstøðurnar hjá honum eru ikki nóg góðar at gera arbeiðið til lítar, serliga um hann hevur ein flokk við fleiri næmingum, sum hava avbjóðingar. Allir næmingar skulu inkluderast í flokkin og kenna, at teir eru partur av felagsskapinum. Onkur kann siga, at flokslærarin eigur at klára tað, hann skal, fyri tímtalið, hann fær, men soleiðis sum eg skilji tað, er tað trupult. Flokslærarin kann lata vera við at gera tað, hann skal, tí hann ikki hevur umstøður og karmar; hann kann velja ikki at síggja tað, sum hendir í flokkinum, til dømis mistrivnað, men tað fær avleiðingar fyri flokkin bæði so og so. Hvat nevndin ítøkiliga fer at skjóta upp viðvíkjandi flokslærarauppgávuni, veit eg av góðum grundum ikki, men tað er ein møguleiki, at tað verður ein ventilur í skipanini, sum ger, at flokslærarin, ið hevur fleiri næmingar við álvarsomum avbjóðingum og næmingar við ymsum diagnosum, fær meiri tíð til flokslærarauppgávuna samanborið við flokslæraran, sum ikki hevur hesar næmingar. Og tá ið eg sigi avbjóðingar og diagnosur, so fatar tað eisini um næmingar, sum hava ymsar trupulleikar. Um vanligi niðurskurðurin til flokslæraraarbeiðið eisini eigur at verða størri, verður sjálvsagt eisini viðgjørt, nú alt verður endurskoðað.

Verður ein skipan sett í verk, sum útloysir fleiri tímar til flokslæraran, sum hevur næmingar við serligum avbjóðingum, skal flokslærarin hugsandi grundgeva fyri leiðsluni, hví hann skal hava størri niðurskurð og fleiri tímar til flokslærarauppgávuna. Landsstýrismaðurin heldur ikki, at vit skulu síggja forðingar í eini slíkari skipan, áðrenn hon er roynd í verki.

- Tað ber ikki til einki at gera, bara tí at vit vænta, at ein slík skipan verður trupul at umsita. Vit mugu hava sum mál, at flokslærarin fær betri umstøður til sítt arbeiði. Tað kann hugsast, at skúlar fáa eina játtan, sum er oyramerkt til flokslærarar, sum hava næmingar við serligum avbjóðingum.

Jenis av Rana sær fyri sær, at tá ið nevndin, sum verður sett at endurskoða fólkaskúlalógina, er liðug við sítt arbeiði, verður ætlan løgd fyri, hvussu flokslæraraleikluturin kann verða raðfestur betur í skipanini. Nevndin fer til verka eftir leisti, sum Fólkaskúlaráðið hevur lagt. Ætlanin er, at endurskoðaða fólkaskúlalógin skal koma í gildi 1. august komandi skúlaár.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2021.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.