Tíðindi

Floksins tími

Týdningurin av floksins tíma er størri í dag enn nakrantíð. Vit hava nógvar næmingar við nógvum avbjóðinum, sum krevja ein virknan leiklut frá flokslærarunum. Andea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

04.08.2017

Hevur tú verið lærari í nøkur ár, so hevur tú eisini verið flokslærari. Hetta er ein heilt serlig uppgáva og ábyrgd at hava. Ein góð ábyrgd, tí at mann knýtir serlig bond við tann flokkin, sum man er flokslærari hjá. Henda sama flokk hevur man helst eisini nógvar tímar, tó ikki altíð.

Vit fáa eisini tímar settar av í virksemisætlanini til hetta arbeiði. Misjavnt er, um lærarar halda, at henda játtan er nøktandi ella ikki. Tó kann sigast, at tað er at gleðast um, at játtanin til flokslærarauppgávuna í grunddeildini hækkaði við næstseinastu samráðingar. Vit kundu ynskt, at hon hækkaði enn meir, men allur bati bøtir.

Ynskiligt hevði tó verið, at floksins tími aftur kom á tímatalvuna. Sum nú er, so stendur floksins tími á tímatalvuni hjá nøkrum skúlum, men hetta er tí, at man hevur “tikið” ein undirvísingartíma frá t.d. føroyskum, tí har eru so nógvir at taka av í grunddeildini. Hetta er væl skilligt, tí at tørvur er á floksins tíma. Ein tími, sum flokslærarin eigur at brúka saman við sínum flokki til annað enn fakligt/bókligt arbeiði. Um so er, at hann ikki er settur av, so er veruleikin tann, at fleiri lærarar “taka” onkran tíma fyri at hava møguleika at vera saman við tímum flokki uttan at hava annað beinið í einum øðrum stað. Hetta er sjálvandi ikki optimalt, tí tá er kenslan tann, at mann forsømir tann fakliga partin, ið er feldur niður í námsætlanum. Námsætlanin broytast ikki óansæð, hvør veruleikin er í skúlanum. Vit hava øll faklig mál, sum vit skulu náa. Byrjar tú so at skava av tímunum, sum eru settir til eina ávísa lærugrein, so er tann tíðin minni til at røkka fakligu/bókligu málunum. Hetta má vera so, tí teir lærarar, ið bert undirvísa í grund- og miðdeild hava so nógvar pultstímar, at tað er ikki møguligt hjá teimum at fáa eitt prát við flokkin ella næmingarnar aftan á undirvísing. Tá eru næmingarnir farnir til hús. Týdningurin av floksins tíma er størri í dag enn nakrantíð. Vit hava nógvar næmingar við nógvum avbjóðinum, sum krevja ein virknan leiklut frá flokslærarunum. Ein leiklut, ið verður tikin í størsta álvara, men sum stundir ikki altíð eru til. Eg fari ikki at fyrigykla mær, at vit fara at fáa eyka tímar til hetta, men kanska skuldi mann farið og hugt at námsætlanunum. Eru nakrar broytingar har, ið kunnu gerast, soleiðis at vit kunnu fáa floksins tíma á tímatalvuna? Allarhelst.

Eitt er so heilt vist, tað ber ikki til bert at leggja afturat.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.