Tíðindi

Fleiri valmøguleikar í hádeildini

Síðstu árini í fólkaskúlanum eiga at verða áhugaverd, stuttlig og avbjóðandi fyri næmingar okkara. Fleiri valmøguleikar er ein loysn. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelagi

31.07.2017

Tíðin er búgvin at endurskoða hádeildina. Sokallaða útskúlingin er møguliga ov stirvin og hevur elvt til, at fleiri næmingar ikki støðast.

Vanligu lærugreinarnar eiga avgjørt at raðfestast hægst, men vit mugu ikki vera bangin fyri at raka breiðari og endurstovna summar lærugreinar og eisini ganga nýggjar leiðir. Hetta hevði verið mennandi fyri næmingar og meira fjøbroytt fyri lærarar, ið arbeiða í hádeildini.

Nútíðarhóskandi vallærugreinar
Nógvir møguleikar eru fyri at gera skúlagongdina viðkomandi fyri allar næmingar í 7.-9. flokki. Samfelagsfrøði kemur vónandi í fasta legu í hádeildini í nærmastu framtíð, men ikki ber til at fylla fleiri tímar á tímatalvurnar, nú alis/evnafrøði tíbetur eisini hevur fingið ein tíma afturat.

Hinvegin er siðvenja á flestu skúlum, at næmingar í praksis bert kunnu velja týskt, alis/evnafrøði og eina lærugrein í siðvondu handaverk og list lærugreinunum. Hesum skulu vit halda fast í, men fleiri lærugreinar skulu bjóðast út.

Hyggja vit at dagsins samfelag, so eiga vit at hyggja at fleiri ítøkiligum arbeiðsvinnugreinum, sum eru meira tøknilig og hava samband við verkfrøði. Eisini eru miðlar og íverkseting upplagdar vallærugreinar.

Byrja í 7. flokki
Lat okkum gera 7. flokk til eina natúrligan part í hádeildini. Bæði viðvíkjandi kravdum uppgávum at lata inn - har lærarar sjálvandi skulu hava niðurskurð fyri rætting - og møguleikum at velja sær nakrar spennandi vallærugreinar. Hetta kann samskipast við lærugreinina handaverk og list, sum kann hava vallærugreinar á 4 tímar og eisini eitt nú tvær lærugreinar á 2 tímar um vikuna hvør.

Myndugleikar, ið varða av skúlanum og leiðslur, áttu í felag at ment hádeildina, soleiðis at hvør næmingur kennir seg heima, trívist og lærir nakað munagott síni síðstu ár í fólkaskúlanum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.