Tíðindi

Fleiri tímar merkir eisini fleiri uppgávur

Við økta tímatalinum til skúlavegleiðing fylgja fleiri uppgávur, og skúlavegleiðarar skulu nú fevna um næmingarnar í 1.-10. flokki samanborið við 6.-10. flokki frammanundan.

12.08.2021

At skúlavegleiðingin nú fevnir um allar árgangirnar í fólkaskúlanum, ger, at tað er neyðugt at raðfesta. Ávísar árgangir skulu skúlavegleiðararnir vegleiða á hvørjum ári; tað eru árgangirnir 7., 8. og 9. flokkur, sum skulu velja vallærugreinir og skúla ella útbúgving eftir fólkaskúla. Hinir árgangirnir koma við eftir tørni. Í ár hava skúlavegleiðararnir á Skúlatrøð savnað seg um næmingarnar í 1., 2., 7., 8. og 9. flokki.

- Skúlavegleiðararnir verða altíð væl móttiknir, og næmingarnir tíma væl at spyrja. Í summum árgangum eru vit fleiri ferðir, eitt nú 8. og 9. flokki, tí har eru ymisk afturvendandi tiltøk, og so er tað 7. flokkur, sum skal velja vallærugreinir. Í 7. flokki hava vit eisini næmingasamrøður. Av tí at tað koma næmingar aðrastaðni frá í 7. flokk á Skúlatrøð, verður árgangurin býttur sundur av nýggjum og settur saman í nýggjar flokkar. Við hesar og eins og hinar árgangirnar í hádeildini tosa vit um tey valini, tey hava, og tað gera vit fyri at gera tey tilvitað um og vísa tey á, at tey hava ávirkan á egna skúlagongd. Eisini er umráðandi at tosa við tey um, hvørjar dreymar tey hava um útbúgving og arbeiði, soleiðis at tey vita, hvørji val tey eiga at taka, fyri at hetta kann bera á mál. Í 7. flokki kunnu næmingarnir sleppa at droyma stórt. Longu í 8. flokki savna næmingarnir seg um, hvat teir skulu eftir fólkaskúlan.

Skúlavegleiðingin í yngstu flokkunum er ein heilt onnur samanborið við í elstu flokkunum. Í yngstu flokkunum snýr tað seg lutvíst um at gera vart við skúlavegleiðingina og endamálið við henni, og lutvíst at gera næmingar tilvitaðar um, hvat teir duga, og hvat teir tíma upp á tann góða mátan.

- Hetta gera vit við at biðja teir tekna og siga frá, hvat tey tíma. Yngstu næmingarnir himprast ikki við at siga frá og vísa, hvat teir duga og tíma. Tey eru so deiliga barnslig og ikki sjálvkritisk, sum eldri næmingar eru, at tey aftra seg ikki at taka alt tað fram, tey duga, vísa okkum, hvat teimum dámar, og hvørjar fyrimyndir tey hava. Tey fjala heldur ikki út yvir tað, sum tey høvdu viljað dugað betur. Tá kunnu vit leiðbeina tey, og tá leggja vit stóran dent á, hvussu umráðandi tað er at hjálpa hvør øðrum. Er tað onkur, sum dugir væl at rokna, og onkur, sum ikki dugir so væl, so kunnu tey hjálpast at. Hetta at hjálpast at sum heild og at vísa á, hvussu lítið skal til fyri at gera ein dag góðan, gera vit nógv við. Vit brúka eisini sangin Tað kundi verið eg, sum er sjónbandalag, ið er tikið upp við næmingum á Skúlatrøð. Hetta er væl egnað at verða brúkt, tí nógv fólk, lærarar, næmingar og onnur hava verið uppi í at gera hetta sjónbandalagið; nógv teirra síggjast ikki á sjónbandalagnum, men øll duga tey okkurt, sum skal til, fyri at heildin verður góð. Tú kanst saktans gera mun, uttan at tú stendur í fremstu rók. 

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2021.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.