Tíðindi


Fleiri børn hava hjáárin av ADHD-heilivági enn eldri kanningar vísa

Hóast hjáárin eiga børn kortini at halda fram at taka heilivág, sigur granskari

1. juni 2018

Fleiri børn enn áður hildið hava eitt ella annað slag av hjáárini við at taka heilivág, sum til dømis ritalin móti ADHD. Tað vísir ein nýggj kanning, sum er gjørd í Noregi; granskarar hava gjøgnumgingið 260 kanningar, sum áður eru gjørdar á økinum og eru komnir til hesa niðurstøðuna. Til nú hava granskarar hildið, at millum 1 og 10 prosent av øllum børnum, sum taka heilivág móti ADHD, hava vantandi matarlyst, men tann nýggja kanningin vísir, at talan er um ikki minni enn 30 prosent. Umframt bendir nýggja kanningin á, at fleiri børn enn higartil hildið eru tung í huga og skjarrlig, og at fleiri stríðast við svøvnin, tá ið tey taka heilivág. Kortini mæla granskararnir til, at børn halda fram at taka heilivág.

– Eg eri sum heild ikki ímóti, at børn fáa viðgerð við ADHD-heilivági. Eg havi arbeitt í psykiatriini sjálv og havi sæð, hvat virkar fyri summi børn, men eg haldi, at tað er týdningarmikið, at vit eru erlig, tá ið talan er um vitan um heilivág, sigur Ole Jakob Storebø, sum er granskari við Region Sjælland og Syddansk Universitet, og sum stendur aftan fyri nýggju granskingina.

Nýggja niðurstøðan er júst almannakunngjørd í Cochrane Library. Cochrane savnar vísindalig prógv frá nógvum kanningum til eina stóra kanning, sum harvið er neyvari.

Storebø heldur, at nýggja granskingarúrslitið eigur at verða tikið við í ráðgevingina til foreldur, sum hava børn við ADHD. Foreldur eiga at fáa at vita, at 31 prosent av børnum, sum taka heilivág móti ADHD, hava trupulleikar við matarlystinum.

Vandin at fáa trupulleikar við svøvninum er 17 prosent, men vandin fyri angist, tunglyndi og erkvisni er 17 til 19 prosent.

Øll hesi hjáárinini eru áður mett at raka millum 1 og 10 prosent av børnunum.

– Hetta ávirkar trivnaðin hjá børnunum, og tí er tað umráðandi, at foreldur kenna til hjáárinini; hvussu umfatandi ADHD er, eigur at verða vigað upp ímóti hjáárinunum, sigur Storebø.

Per Hove Thomsen, professari við Børne- og Ungdomspsykiatrisk Regionscenter í Risskov í Danmark, er ikki bilsin av nýggju niðurstøðunum; hann heldur, at granskingin váttar tað, sum læknar, ið arbeiða við børnum við ADHD, hava vitað leingi.

– Vit hava arbeitt við hesum heiliváginum í meiri enn 50 ár, og vit vita, at tað eru hjáárin. Úrslitini samsvara væl við tað, vit hava havt varugan av, sigur Thomsen.

Kortini er granskarin glaður fyri, at granskingin er gjørd; hann er nevniliga samdur við niðurstøðunum hjá starvsfelagum sínum.

– Eg eri samdur í, at vit duga betur at gera av, hvør er nógv ávirkaður av heiliváginum, og hvør ikki er; vit hava tíbetur fleiri sløg av heilivági fyri ADHD, so tað ber til at brúka annan heilivág, sigur Thomsen.

Foreldur, sum halda, at børnini hava hjáárin av ADHD-heilivági, eiga at tosa við ein psykiatara fyri at fáa annan heilivág. Tá ið talan er um svøvntrupulleikar ber til at fáa soviheilivág.

– Ritalin er ein variantur av amfetamin, sum virkar lívgandi, tí er tað ikki so løgið, at summ fáa svøvntrupulleikar, sigur Storebø.

Kelda: Forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.