Tíðindi
14.02.2024
UPPHITING TIL AÐALORÐASKIFTIÐ UM FÓLKASKÚLAN:
Hvørji evni heldur tú hava størst týdning at taka fram, nú fólkaskúlin fer at verða viðgjørdur í aðalorðaskifti í løgtinginum?
a. Trivnaður hjá næmingum, lærarum og leiðslum
b. Tíma- og lærugreinabýti
c. Floksstødd
Trivnaður er eitt breitt hugtak, men flestu vita, hvat tað er at trívast. Skal undirvísingin eydnast væl á allan hátt, so er alneyðugt við góðum trivnaði.
Seinastu nokk so nógvu árini hevur verið tosað um, at næmingarnir hava ov nógvar tímar. Í staðin fyri at gera nakað við hetta, so hevur politiska skipanin ferð eftir ferð økt tímatalið hjá næmingunum. Her má broyting koma í, og her má handlast. Teir tímarnir, sum verða tiknir av tímatalvuni hjá næmingunum, eiga ikki at verða ein sparing hjá fólkaskúlanum, men heldur eiga teir tímarnir at brúkast til at fáa fólkaskúlan enn betri. Tað eru fleiri øki í fólkaskúlanum, sum hava brúk fyri hægri raðfesting.
Lærugreinabýti eigur at gerast meiri fleksibult. Nakrar kravdar lærugreinar eiga at vera, men næmingurin/saman við foreldrunum eigur at hava nógv fleiri valmøguleikar enn í dag. Eisini eiga tær kreativu/musisku lærugreinarnar at fáa væl betri umstøður.
Floksstødd. At flokkarnir eru vorðnir so stórir, sum teir mangan eru í dag, tað er ikki gott. Tí eigur næmingatalið at lækka, og tá eitt tal upp á 20 verður nevnt sum hægstamark, so ljóðar tað rímiligt í mínum oyrum.
Hvat eigur at fáa fremstu raðfesting at fremja, tá ið talan er um fólkaskúlan?
Her vísi eg til omanfyristandandi svar. Annars so dámar mær væl leistin, sum FÓLKASKÚLIN BROYTINGAR, tilmæli frá arbeiðsbólki leggur fyri dagin. Floksstødd, víðka tvílæraraskipanina, tíma- og lærugreinabýtið og menna handaverk og list eru nøkur av átøkunum, sum eg meti eiga at setast í verk sum skjótast.
Hvat væntar tú kemur burtur úr aðalorðaskiftinum?
Útgangsstøði fyri einum góðum og gevandi aðalorðaskifti er gott. Vit hava nýliga fingið fleiri rit um viðkomandi viðurskifti í fólkaskúlanum, og hesi eiga at geva íblástur til aðalorðaskifti.
Hvat kemur burturúr er so upp til politiska myndugleika at avgera. Tað nyttar ikki bara at tosa og koma við frágreiðingum og álitum. Her skulu avgerðir takast og setast skal út í kortið, hvussu fólkaskúlin skal skipast í framtíðini. Tøk mugu takast ,og eg vóni, at nøkur av teimum átøkum og tilmælum, sum standa í hesum ymisku frágreiðingunum, verða til veruleika. Eg havi eina fatan av, at broytingar verða gjørdar – broytingar, sum muna.
Skúlablaðið hevur heitt á umboð fyri allar politisku flokkarnar um at geva eitt íkast til aðalorðaskiftið um fólkaskúlan. Skúlablaðið hevur heitt á umboð fyri allar politisku flokkarnar um at geva eitt íkast til aðalorðaskiftið um fólkaskúlan. Í dag geva Magnus Rasmussen og Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin sítt íkast.